Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 19 at vera til staðar á pallinum og at hava samband við áhoyrararnar. Tað minti á, at tá hann ikki sjálvur skrivaði sangirnar, var hansara arbeiði »performing arts«, altso at framføra sangirnar. Tað var hetta, hann hevði bygt sína karrieru á, og tað er eisini soleiðis, vit skulu skilja popp-ikonið Cliff Richard. Men bleyta røddin var altso blotnað eitt sindur meir við árunum. Síðani kom lagið »Miss You Nights«, og saman við tí lækkaði støðið nakrar metrar niður á bøin, har nokkso nógv fólk, eins og vóru tey programmerað, stóðu og veipaðu við ørmunum, sama hvussu illa tað ljóðaði hesa løtuna. Kanska var tað tí, tey hildu hetta vera okkurt gospel, tó at eg giti, at fá kendu lagið, sum var sukursøtt og kitschut. Útsetingin var ikki góð, serliga keyboardið ljóðaði bíligt við gamaldags »strings«, sum vit kenna tað frá venjingarhølinum á tannáringadøgunum. Men Cliff bjargaði hesum snøgt sum tann góði »performarin«, hann er, og segði sjálvironiskur, at hetta lagið (eftir Dave Townsend) var »the biggest flop« í síni karrieru. Og so kann man filosofera yvir, hví hann yvirhøvur valdi at hava tað við til konsertina. Skuldi tað vera 1 stk. gospel, 1 stk. flopp og restin hits? Ikki veit eg. Eftir tað kom trallarin »Summer Holiday«, og vildi man tralla við, kundi man tað – annað fekst ikki burturúr. Nú visti eg ikki, hvat eg skuldi halda. »I created the Shadows«, segði Cliff við kassagittara í hond og legði afturat, at Hank Marvin & Co, sum høvdu spælt undir hjá sær fyrstu árini, vóru so gávuríkir, at teir saktans kundu vera seg fyriuttan. Um bólkin á pallinum segði Cliff ikki eitt orð, og konsertin helt fram við »Young Ones«, har eyðkendu gittar­strofurnar hjá Hank Marvin frá upprunaútgávuni av handa­ hógvi vórðu bornar fram við røttum amboðum so sum Strato­ caster gittarljóði og vibrato-armi. »You are the best audience I’ve had tonight«, helt cliffurin speisk­ liga fyri við Victor Borge-kendum skemti. Mundi hann sipa til tungu, gráu høvdini á Vágsbøi hesa løtuna? Vóru tey illa gongd, kanska? Vit fingu at síggja, tí nú var tað grand prix dancing time. Cliff meinti sjálvur, at hann átti at havt vunnið í 1968 við »Congratulations«, eftirsum tað var best umtókta lagið hetta árið. Tað vann um ikki annað Vágsbøi eitt sindur meiri lív, hóast tað nú gjørdist ovboðið fyri undirritaða, tí stílirnir í hesi einu og somu konsertini vóru so ymiskir, at tað tóktist fløkt og óruddiligt. Tað eru gamaní nógvir sangskrivarar, sum hava gjørt løg til cliffin, og tónleikurin fevnir um eini 6 áratíggju. Tí er tað væl skilligt, at hann er so fjøl­ broyttur. Men heldur enn at seta sangskránna til konsertina væl saman musikalskt valdi Cliff í hálvanannan tíma at royna at vera øllum til vildar og spæla okkurt frá øllum tíðarskeiðum upp í ein sann­ an vavgreyt. Kórsangarinnan trein nú fram at syngja »The Twelfth of Never« saman við Cliff – men har var okkurt galið, tí hon sang so mígandi falskt. Um tað mundi vera »in-ear« oyrasnigilin, sum sveik, skal eg ikki kunna siga. Cliff hevði annars sjálvur trupulleikar av hesi tøknini móti endanum av konsertini. Cliffurin samanbar seg sjálvan við Justin Timberlake á tann hátt, at teir báðir blivu kendir sum 17 ára gamlir. Men tann samanberingin er trupul, tí Justin Timberlake skrivar sjálvur sangir og hevur á tann hátt ein størri »integritet« enn Cliff. Eg hevði bert hug til at samanbera sangirnar hjá Cliff við hvønn annan, tí teir vóru so øgiliga ymiskir. Eftir 50’ara lagið »Move it« og »Devil Woman« kom hæddarpunktið hjá mær – lagið »Suddenly« eftir australska sangskrivaran John Farrar. Hvat sangskriving viðvíkur er hetta eitt av teimum heilt frægu í skránni hjá Cliff. Í stíli minnir tað um Bee Gees, og tað var nú heldur ikki heilt frítt fyri, at Cliff hevði lænt lekra vibrato’ið frá Gibb brøðrunum. Í upprunaútgávuni syngur Cliff saman við Oliviu Newton-John, og tann kjansin fekk hepna kórsangarinnan á pallinum aftur. Hesuferð sang hon ikki falskt, men hon legði tíverri skeiva herðing á orðið »suddenly« og sang »sudDENly« heldur enn »suddenLY«. Soleiðis hvarv mein­ ingin við tí kompositoriska í niður­ lagnum. Eg helt fyrst, at hon gjørdi tað við vilja sum eina variatión, men eftirsum hon gjørdi tað hvørja ferð, kom eg fram til, at hon ikki hevði sett seg ordiliga inn í, hvussu lagið skuldi syngjast. Men eg valdi at síggja burtur frá hesum og heldur lurta eftir dygdini í hesum frálíka lagi. »This is the biggest selling single of my carreer«, segði Cliff og treiv í »We Don’t Talk Anymore«. Síðani fingu vit Tarney-lagið »Wired for Sound«. 60’ara løgini »I Could Easily Fall in Love With You«, »Gee Whiz«, »On the Beach« og »Tell Me That You Love Me« vóru snilt sett saman í eitt lagatyssi. Nú var vorðið fríggingarmyrkt. Síðani kom lurtaraynskið, sum Summarfestivalurin hevði lýst við. Tað var gospellagið »The Millen­ ium Prayer«. Nú kom eg til at undrast á, hvussu man yvirhøvur kann bíleggja eitt lurtaraynski frá einari heimsstjørnu, tí hetta krevur jú nógv arbeiði hjá viðkomandi; tað skal jú venjast, og tí kann tað ógjørligt hava verið heilt ókeypis. Um tað var Betesda segmentið, sum hevði opið hús har í nánd, ið hevði bílagt – og fíggjað – eykalagið, skal vera ósagt. Men gospellagið kom, og sera nógv fingu armarnar enn einaferð upp at veipa í sonnum lovsongsstíli. Melodiurin bleiv í endanum til tann sama, sum verður brúktur í sanginum »Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt«, og eg hoyrdi, at fleiri áhoyrarar skrálaðu orðini hjá Christiani Matras, meðan Cliff nú hevði so stórar trupulleikar við in-air oyrasniglinum, at hann sang mígandi falskt. Tað var spell, men tað var altso ikki hansara feilur. Konsertin endaði við endurtøku av »We Don’t Talk Anymore«, hvat ið undirstrikaði týdningin, hetta lagið hevur havt í hansara karrieru. Samanumtikið hevði cliffurin ikki nakað at skammast yvir, hugsa vit um hansara høga aldur í mun til framførsluna. Men eg sigi, sum Kári Sverrisson syngur, at “her má vera meir”. Eitt, eg ikki fekk greiði á, var, hvønn týdning ymsu løgini hava fyri Cliff sjálvan, um tað yvirhøvur kann gera tað sama, hvat lag hann syngur, so leingi framførslan er góð. Spurningurin er, hvussu væl Cliff kann hava ognað sær tón­ leikin, sum hann ikki hevur skriv­ að sjálvur, tí reint tónleikaliga hekk konsertin ikki væl saman. Løgini vóru ov fjølbroytt – og tá alt, man hoyrir, er nakað, man kennir, tá tað ikki er borðreitt við frísk­leika, spontaniteti, krea­ tivi­teti, persónligheit, nýhugsan, listarligheit, at ein ongantíð kann verða tikin á bóli, ja, so kann tað, sum stendur eftir, ikki fáa allarbesta skoðsmál. Tá ið ein 75 ára gamal maður stendur á palli, vænti eg mær, at hann fer at oysa av sínum lívsvísdómi, at hann onkursvegna tekur samanum og er komin fram til onkra niðurstøðu á gamalsaldrinum. Men so var ikki. Vit fingu heldur yvirvág av kopium av 60’ara ungdómsútgávum hjá Cliff Richard – og hvussu spennandi er nú tað? Hesa løtuna á Vágsbøi kendi eg nú tí, at eg sjálvur eri vorðin eldri, ja, kanska nógv »eldri« enn cliffurin. Eg eri loksins vaknaður úr dreyminum. Góðan morgun og takk fyri. MYNDIR: SIGMAR MØRKØRE Eg livi uppá teir enn, men altso væl at merkja bara tá tað sentimentala »dummalagið« kemur á meg, sum bert fá skilja