hósdagur 11. august 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
20
Tíðargrein
E
g havi góð 25 ár at líta
aftur á. Nostalgi hjá mær
er avmarkað til at hóma
MTV, at ringja við fastnet-
telefon, keypa fløgur, at varnast
absurdan klædnamóta seint í
90’unum og fyrst í 00’unum. Ja, eg
eri tað, tú kanst kalla ungur. Hasin
grøni, innisitandi pilturin, ið einki
veit at siga um farnar øldir, har
menn vóru menn og kvinnur ikki
vóru kvinnur enn. Ein úrdráttur
av søguleysum einkisleika og
rótleysum sjálvsmyndum.
Á ólavsøku ressaðist fjøldin á
Vaglinum við, tá kringi eygleiðarin
og málsligi oddvitin, Suni Merki
stein, var illa eintur við selfiement
anina, sum blómar í dag. Fototólið
vendir skeiva vegin. Individual
isman herjar. Eingin kommunu
lækni gongur um fjøll millum
seytjan bygdir og skrivar ritgerðir
samstundis longur. Hvar eru tey
undangongufólkini, ið bardust
fyri hugsjónum? Hvør kann
samanberast við Ova Joensen
í dag? Uppalir samtíðin nakra
hetju? Uppala vit friðloysingar
við dapurskygdari sjálvsfatan?
Neyvan var tað hesin raski komm
unulæknin, ið syrgdi fyri, at tað í
dag ikki er neyðugt at ganga um
fjøll sum kommunulækni. Møgu
liga var tað ein, ið ikki kom í søgu
bøkurnar. Hasin, ið ikki verður
nevndur í eini ólavsøkurøðu um
100 ár. Nostalgiin trívist, tá søgan
verður sett upp ímóti nútíðini.
Nútíðin hevur ongan kjans ímóti
glitrandi myndamáli frá stór
slignum søguhendingum og ein
støkum útvaldum tjóðarhetjum.
Hvussu skal eitt veldi sum
Bakkafrost fáa aðra samtíðarliga
viðurkenning frá føroyingum enn,
at tað er ein milliardamastodontur,
ið etur smáar fiskar? Hvørja viður
kenning fær Sonja Jógvansdóttir
at stríðast fyri javnrættindum?
Pál Joensen fyri at hava luttikið
í tveimum OL? Eivør Pálsdóttir
fyri sítt stóra íkast til føroyskan
tónleik? Arne Vatnhamar fyri at
vera fyrsti føroyingur á Mount
Everest?
Tey taka selfies. Tey brúka sosialar
miðlar. Tey arbeiða hart. Tey eru
til. Tey eru her.
Samtíðin er meira enn selfie
mentan – eins væl og fortíðin er
meira enn glæsilig hetjubrøgd.
Tað svitast ikki, at tað býr ein
andsøgn í menniskjanum, eitt
tvílyndi, sum bæði hatar hasa
sjálvsmyndina av fjallatoppinum
og samstundis leggur hana út á
sosialar miðlar. Men tað er ikki
ein nýggj staðfesting. Tað er ikki
idealisma ella individualisma. Tað
er bæði. Tað skal ikki berast fram
sum royndur lutur, at muran
í fólkinum í farnu øld bert var
greið, framskygd og gløgg. Hon var
tvílynt. Eins og í dag.
Tað er tó týðiligt at skoða hvussu
vit í dag fáa lívgandi andaliga føði
av afturlítandi staðfestingum.
Bíða 100 ár, bíða til ólavsøku í 2116,
tá framtíðaroddvitin heldur røðu
á Vaglinum og hálovar tí, ið farið
er. Stjóranum í Bakkafrost fyri
eyðmýkt, Sonju Jógvansdóttir
fyri treiskni, Pál Joensen fyri dirvi,
Eivør Pálsdóttir fyri skapanarevni,
Arna Vatnhamar fyri ongantíð
at geva upp. Alt sett upp ímóti
mentanini, ið fer at herja í 2116.
Rotinskapur. Individualisma. Fólk,
ið ikki eru íðin. Vantandi áhugi fyri
samfelagsviðurskiftum. Grøna
ungdóminum.
Tað ættarliðið fer at elska
nostalgisku og samtíðarhatandi
røðuna hjá framtíðarinnar Suna
Merkistein. Men hvør uppaldi tað
ættarliðið? Tað vóru vit og okkara
børn. Vit, sum í dag ikki vilja setast
í samband við okkara samtíð.
Vit, sum søgdu “Fantastisk røða,
Suni”. Og tað speglast eisini aftur
í tilfarinum, vit fáa frá høvuðs
miðilinum, ið skal umboða hvørjir
vit føroyingar eru. Vit vilja hoyra
um barndómin hjá eini kvinnu í
Vestmanna. Vit vilja hoyra hvussu
80’ini vóru hjá einum, ið var ung í
80’unum. Vit vilja hoyra gamlar
plátur leygarkvøld. Sunnudag
vilja vit hoyra gamlar sálmar og
afturlítandi samrøður. Vit vilja
hoyra døtur fortelja um hvussu
góð mamman var í barnaárunum.
Lívið eftir 65 er áhugaverdari enn
lívið sum 25. Vit vilja nostalgiina.
Nostalgimentanin blómar.
Samstundis síggja vit fyri okkum
einar ungar og frískar Føroyar
spretta í framtíðarhugsjónum
okkara. Nakrar av størstu kanning
unum og politisku rembingunum
seinastu árini hava lagt dent á
tilflyting heldur enn fráflyting
og jú, gaman í, fólkatalið veksur í
løtuni – tað er eitt stórt bragd. Men
bera vit eina tjóð fram bara við at
hugsa um alt, ið liggur við mold á
múla? Halda vit fram at økja um
fólkatalið við at brennimerkja
samtíðarlyndið?
Nýggj vitan verður ikki skapt av
at vera afturlítandi. Hon verður
nevtraliserað. Køvd. Vitan, sum
er gomul, hevur verið har fyrr og
kann tí per definitión ikki vera
nýggj. Men eitt er vist: Pál Joensen
ger tað fyri Føroyar eins og Ove
Joensen gjørdi tað fyri Føroyar.
Ólavsøkurøðan verður skrivað
fyri Føroyar. Tó eigur tað at vera
ein skilnaður millum søgulig
hetjubrøgd og samtíðarligan
rotinskap. Tað fyrsta gevur ikki
tað næsta. Hava vit hesa áskoðan,
er lætt at síggja søguna sum eitt
glansbílæt og samtíðina sum eina
skirvisliga samanseting. Søguligar
hetjur útiloka ikki samtíðarhetjum
og parallellurin til selfie fanst
eisini í nítjanhundraðoggrøntkál.
– Ískoyti til røðu hjá Suna
Merkistein á ólavsøku 2016
Um selfies vóru til
nítjanhundraðoggr
Pál Joensen selfie til
OL-setanina í Rio
Samtíðin er meira
enn selfiementan –
eins væl og fortíðin
er meira enn glæsilig
hetjubrøgd