Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 22 VÁGS KOMMUNA Býráðið í Vági, sum var valt í 2012: LISTI NAVN ATKVØÐUR LISTI E DENNIS HOLM 73 LISTI C EYDIS KJÆRBO 67 LISTI E SIRIÐ STENBERG 61 LISTI C POUL W. AUGUSTINUSSEN 57 LISTI E DÁNJAL BJARKHAMAR 50 LISTI A HERI HJELM 39 LISTI E ANNA BRATTABERG SAMUELSEN 39 LISTI C TÓRÐUR POULSEN 38 LISTI A CONRAD GAARD JOENSEN 29 ÁRNI GREGERSEN Kommunurnar í Suðuroy stríð­ast fyri at fólkatalið ikki skal minka, men verður hugt at oynni undir einum, so lækkar fólkatalið við eini 50 fólkum um árið. Á Tvøroyri eru nýggj arbeiðs­ pláss komin í vinnuni, meðan tað tíverri hevur gingið skeivan veg í Vági. Júst nú er nakað av arbeiðs­loysi, tí Faroe Farming ikki hevur tik­ið fisk í eina tíð og so tann veruleik­in, at flakavirkið á bryggjuni ikki av álvara hevur verið virkið í langa tíð. Kommunan sjálv er tó munandi betur fyri í dag enn hon var fyri nøkrum fáum árum síðani. Skuldin er lækkað, so hon í dag er um 32 milljónir krónur. Hetta er væl undir eina álíking, sum liggur um 40 milljónir, tá ið inntøkur og útreiðslur til eldraøkið ikki eru tiknar við. Vágur er heldur ikki so hart raktur av fráflyting, sum restin av oynni og faktiskt er tað so, at fólkatalið er hækkað nakað síðani á nýggjárinum. Her fyrstu vikuna av august búgva 1360 fólk í Vági. - Eg dugi ikki at svara heilt greitt, hvat tað er sum ger, at fólka­talið hækkar eitt sindur hjá okkum, men eg billi mær inn, at nøk­ur av teimum initiativum, sum kommunan hevur tikið og hjálpt til at taka, gera, at fólk velja at búgva her, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Undirvísing Borgarstjórin vísir ítøkiliga á, at fjarlestur í Vagi ger, at summar familjur ikki flta úr kommununi. Í løtuni er ein heilur flokk­ur av pedagoglesandi á fjar­lestrar­depli­ num. 12 av teimum eru úr Vági. - Og tað, sum eisini er sera gott fyri kommununa, er at átta av hesum lesasndi hava familju, sum so eisini verður búgvandi í Vági, sigur Dennis Holm. Mánadagin verður so eisini far­ ið undir fyrsta skeiðið hjá nýggja ítróttarháskúlanum. Har eru 19 næmingar innskrivaðir. Ferðavinnan Umframt at undirvísing er vorðin ein partur av vinnulívinum í Vági, so metir borgarstjórin eisini,a t ferðavinnan í kommununi er á veg frameftir. Nógv fleiri fólk vitja í Vági og býurin er eisini í ferð við at laga sg til hesi nýggju viðurskiftini. -Tað er gott, at vit kunnu hyggja aðrar vegir eisini, tí vit mugu bara staðfesta, at okkara ávirkan á fiskivinnu og hvar skip og veiðuloyvir enda, er avmarkað. Tí er neyðugt at hugsa nýtt og gera tingini øðrvísi, sigur borgarstjórin. Hann vísir á, at bert eitt lítið tiltak í Hollandi um hollendska skipið Westerbeck, sum gekk burtur í Føroyum, hevur havt við sær, at fleiri hollendskar familjur hava vitjað í Vági í summar. Eldraøkið Hjá øllum kommunum hevur eldraøkið verið ein stór avbjóð­ing hetta seinasta valskeiðið. Kommunurnar hava nú umsit­ ið eldraøkið í meira enn hálvtann­ að ár, men enn er alt ikki komið endaliga á pláss. - Men hetta er í veruleikanum nærdemokrati, sum virkar. Sum kommunalpolitikkarar vita vit bein­anvegin, um okkurt ikki virkar á eldraøkinum, tí vit møta av­varaðdni hvønn einsta dag. Tað er ikki neyðugt við almennum klagum, tí ongin politikkari í nær­ umhvørvinum vil hava, at tey gomlu ikki hava tað gott og fáa eina ordiliga røkt, sigur Dennis Holm. Vágs kommuna var væl fyri á eldraøkinum. Eitt sambýli var bygt um ár 2000 ogHamragarður var liðugt bygdur í 2011. - Men fíggjarliga er ikki alt EIN STERK KOM LEGGUR NÝGGJA Undirvísing og ferðavinna einn stórur partur av framtíðini í Vágs kommunu Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur tað ræður um sjálvi at gera tingini - heldur enn at bíða til onkur annar ger tað