Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 23 MUNA KÓS ÁRNI GREGERSEN Tað sumf leiri hava arbeitt við í nógv ár uttan úrs­lit, gerst nú veruleiki í Vági. Mánadagin letur nýggi ítróttarháskúlin upp í Suðuroynni. Ein verkætlan, sum hevur til enda­ máls at fáa ungfólk at vera í Føroyum, men eisi­ni at draga ung fólk til Suðuroynna og til Vágs. Nýggja skeiðið, sum altso 19 ungfólk hava meldað seg til, er eitt vanligt háskúlaskeið, sum gongur frá august til jólar. Eftir nýggjár byrjar so aftur eitt nýtt skeið, sum heldur fram til næsta summar. - Vit eru sjálvandi ómetaliga spent uppá hetta, sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm, sum eis­ini er ein av drívkreftunum aftanfyri at seta skúl­an á stovn. Øðrvísi verkætlan Vanligt er, at tá ið skúlar verða stovnaðir, so verður fyrst og fremst farið undir at byggja stóran skúlabygning, men soleiðis hava tey ikki gjørt í Vági. Í Vági brúka tey teir møguleikar, sum framm­ anundan eru í býnum. Næmingarnir búgva í smáttunum við Laks. Fýra næmingar búgva í hvørjari smáttu og tvey á hvørjum kamari. Undirvísingin fer fram í hølum í Vági og ítrótt­ urin fer fram á støðum, sum longu eru í bygdini framm­anundan. Fótbóltur og hondbóltur fer sjálvandi fram Vesturi á Eiðinum, har bæði fótbóltsvøllur og ítróttarhøll eru frammanundan. Har eru sera góðir møguleikar fyri undirvísing og ítrótti. Vágur hevur eisini einasta langhyl í landinum. Í Pálsøll fer øll undirvísing, sum hevur við svimj­ ing fram. At skúlin verður skipaður á hendan hátt ger, at tað ber tila t fara undir eina slíka verkætlan uttan at seta nógvar pengar av frammanundan. Útleiðslurnar til fyrsta skeiðið eru millum eina og hálvaaðru milljón krónur. Næmingarnir gjalda fyri at ganga á skúlanum. Gjaldið er 815 krónur um vikuna. Til ber at fáa stuð­ul frá heima­komm­ unum og í ávís­ um førum frá ALS til gjald­ið, sum annars er á leið tað sama, sum verður goldið til skúlar av hesum slagi í grannalondunum. Sterkar lærarakreftir Vágur hevur ligið frammalaga í føroyskum ítrótti á mongum økjum í mong ár. Tí hevur býur­in eis­ ini ítróttarfólk og venjarar, sum eru væl fyri at undirvísa á einum ítróttarháskúla. Fyrrverandi venjarin hjá Føroya størsta ítróttarúrmælingi, Pál Joensen, Jón Bjarna­son fer at standa fyri allari venjing, sum hevur við svimjing og vatnítrótt at gera. Jón Bjarnason hevur verið við til størsta ítróttarstevnurnar í heiminum, sum venjari og hevur royndir at bera víðari. Á fótbóltsøkinum verður tað Jóan Pauli Olsen, sum verður lærari. Umframt at hann sjálvur evur spælt fótbólt á hægsta støði í Føroyum, hevur hann verið venj­ari í mong ár – bæði í Effo-deildini og hjá landslið­um av ymiskum slag. Hondbóltsvenjingin er løgd í hendurnar á Gurið K. Mortensen. Hon hevur sjálv spælt hond­ bólt á hægsta støði, umframt at hon er út­búgvin fysioterapeutur og hevur arbeitt við ítróttar­ feløgum og landsliðum í fleiri ár. Petur Gotfredson tekur sær av adventure- partinum. Hann er útbúgvin í danska herinum og er froskmaður hjá Frømanskorpset. Gudmunur Joensen er leiðari á skúlanum. Marghøll Ítróttarháskúlin fer altso at virka í næstu viku, men Vágs kommuna hevur ætlanir um at broyta møguleikarnar í Suðuroynni til fótbólt. Ein verkætlan at byggja eina margølhøll ligg­ur á borðinum og hon verður eftir ætlan veruleiki. Talan er um eina høll, har til ber at venja fót­ bólt innandura Serligt við øllini er, at hon eftir ætlan ikki fer at kosta meira enn 20 milljónir krónur at byggja. Hon hevur ikki fullan fótbóltsvøll, men har fer væl at bera til at venja fótbólt í um veturin. Aðrar verkætlanir av sama slag eru allar mun­ andi dýrari. Talan hevur tá verið um hallir, sum kosta millum 60 og 80 milljónir krónur. Í Vági er áræði at gera eina slíka høll. Ein slík er í Íslandi, har grundarlagið undir høllini ikki ere fleiri 80 fótbóltsleikarar. Nýggjur skúli letur upp í Vági mánadagin 19 næmingar byrja á nýggja ítróttaháskúlanum í næstu viku – tríggir næmingar eru úr Suðuroynni Smátturnar við Laksá skulu hýsa næmingunum Jón Bjarnason er ein altjóða venjari Flakavirkið í Vági hevur ikki verið fult virkið í mong ár og eini 40 fólk hava onki arbeiði, tí Faroe Farming ikki tekur laks nú komið uppá pláss. Vit brúktu ein­ar tríggjar-fýra milljónir krón­ur uppá økið áðrenn vit yvirtóku tað, men teir pengarnir eru ikki rokn­aðir uppí nakrastaðni, sigur borg­ar­ stjórin í Vági. Han ivast tó ikki í, at tað var ein røtt avgerð at leggja økið út til kommunurnar. Skattaprosentið Vágs kommuna var ein av teim­ um kommunum, sum hevði eitt sera høgt skattatrýst. Tá ið hend­ an samgongan tók við, var skatta­ prosentið 23,15, men síðan er tað lækkað nakað, so tað í dag er 22,5. - Eg haldi vit hava dugað at koyrt undir lokalar kreftir og partvís tikið stig til verkætlanir. Tað trúgvi eg ger, at fólk tíma at búgva her, umframt at vit eisini hava dugað at fortalt tær góðu søgur­nar úr býnum og úr oynni. - Tað ber tila t gera nakað sjálvi – og tað er tað, sum vit royna at gera í verki, sigur Dennis Holm, borg­arstjóri í Vági. Westerbeck dróg fleiri hollendsk ferðafólk til Vágs í summar