hósdagur 11. august 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
24
Tróndur Sigurðsson
formaður í byggi- og
býarskiparnevndini
Tá undirritaði fyri
einum ári síðani í
Degi & Viku lovaði,
at um ikki so langa
tíð skuldi gongd
vera komin á dag
føringina av Karlamagnusarbreyt,
so vóru tað helst fleiri, ið ivaðust, tí
har sóust bara – við fáum und-an
tøkum – stór og tóm grundstykki
yvir tað heila.
Men í dag síggja vit, at tað veru
liga er hent nakað, og tað er bara at
frøast um. Talan er um fleiri ting, vit
hava fingið framt, fyri at fáa gongd
á Karlamagnusarbreyt, ið nú síggja
út til at hava riggað so mikið væl,
at tað so spakuliga byrjar at síggj
ast, hvørjir møguleikar eru í hesi
høvuðsgøtuni ovast uppi í Hoyvík.
Fyri tað fyrsta, broyttu vit byggi
samtyktina, so tey ovastu stykkini
fóru frá at vera vinnuøki til at vera
grundstykki, og hetta arbeiði verður
nú liðugt, so spennandi verður eisini
at síggja nýggj hús stinga seg upp
har. Har hava 12 stykki fingið nýggjan
eigara, so tað grør um gangandi fót.
Men eisini, tá talan er um handil
og vinnu í økinum, er nakað hent,
tí støðan í dag er tann, at fimm
byggiloyvi eru útskrivað. Hetta er
sera gott fyri alt hetta økið, tí her
gevast møguleikar fyri bæði fleiri
handlum og íbúðum, sum høvuðs
staðurin hevur ein støðugan tørv
á. So eisini har eru tikin neyðugu
stigini at skapa teir batar, ið kunnu
geva Karlamagnusarbreyt lív og
møguleikar.
Somuleiðis raðfestu vit ferðslu
trygdina, so vit hava fingið asfal
terað gongubreyt báðumegin vegin,
og tá fótbóltsvøllurin í næstum er
liðugur, skulu gongubreytir gerast
allan vegin niðan á rundkoyringina.
Viðvíkjandi vøllinum er annars at
siga, at hálvan august fáa vit tilboð
upp á graslíki, so vit fara at fáa ein
góðan fótbóltsvøllin, sum verður
kærkomin hjá bæði ungdóminum,
skúlanum og ítróttarlívinum í høv
uðstaðnum sum heild.
Vit hava eystan fyri Karla
magnusarbreyt fingið ein fittan
býling, sum nú fer at fáa sítt egna
trivnaðarøki, sum í løtuni verður
planerað, so tað í næstum kann
farast undir annað byggistig. Her
er ætlanin, at vit skulu hava eitt
veruligt trivnaðarøki, hoyvíkingar
kunnu vera saman um.
Alt hetta er framt í góðum sam
starvi við avvarðandi myndug
leikar, umframt at borgararnir
hava verið við og eru komnir við
bæði góðum ráðum og íblástri.
Vit høvdu ein góðan borgarafund
og miðlarnir setti eisini ljós á
Karlamagnusarbreyt.
Vit kunnu nú bara fegnast um,
at so nógv er hent hetta síðsta árið,
at talan ikki longur er um eina
»oyðimørk« í Hoyvíkshaganum,
men eitt øki, ið sprettur og blómar,
so vit øll innan leingi kunnu fáa
ágóðan av enn eini spennandi ætl
an, Tórshavnar kommuna hevur
sæð møguleikar í og valt at lagt
fíggjarliga orku í eisini.
Mong vóru kanska ivingarsom,
men
tíbetur
hevur
veruleikin
yvirhálað alla skepsis, so tað í dag
er blivin fastur sunnudagstúrur
hjá fleiri at koyra niðan á Karla
magnusarbreyt, tí har síggjast
framstig fyri hvørja viku, ið gongur.
Jú, sanniliga er nógv hent hetta
árið, og vit kunnu samstundis
gleðast um, at meira er og kemur í
gongd.
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Jógvan Arge rør í
lesarabrævi fram
undir, at Javn-
aðarflokkurin
í
býráðnum
skal
kenna seg kroystan
í málinum um útbygging av Eystaru
bryggju. Veruleikin er beint tann
øvugti. Javnaðarflokkurin er
tryggur á kósini fram móti hesum
týdningarmiklum máli, men líkt er
til, at Tjóðveldi og serliga Jógvan
Arge hava alstórar trupulleikar at
svimja upp aftur á turt, nú hann og
flokkurin kollsigldu í hesum máli.
Tann, sum hevur fylgt við gongd
ini í hesum stóra og týdningarmikla
máli, veit, at fyrst var Tjóðveldi fyri
at byggja út Eystaru bryggju. Men
so komu ymsar atfinningarsamar
røddir um staðsetingina framman
fyri Skansan og loysnina viðvíkj
andi ferðslu til og frá, sum fekk
Tjóð-veldi at skifta støðu.
Tað, sum síðan hendi var, at
Javnaðarflokkurin og meirilutin
í býráðnum lurtaðu eftir atfinn-
ingunum. Verkætlanin varð lagað
til við tí úrsliti, at allir viðkomandi
almennir myndugleikar hava góð
kent útbyggingarætlanina.
Men heldur enn at taka undir
við góðkendu útbyggingini saman
við býráðsmeirilutanum, roynir
Jógvan Arge at mana nýggj spøkilsi
fram. Nú er tað skattaborgarans
pengar, sum hann óttast fyri, og at
útbyggingin hjá Tórshavnar havn
fer at gera, at Skúlin á Fløtum ikki
verður bygdur sum ætlað.
Eingin skattakróna fer
til Tórshavnar havn
Men her eru ongi spøkilsi, her er
einki at vera bangin fyri. Tórs
havnar havn fíggjar sjálv íløguna
at útbyggja Eystaru bryggju við
inntøkum frá vinnuni og við
lántøku. Skattainntøkurnar hjá
kommununi fíggja ikki útbygg
ingina, ikki so mikið sum eina krónu.
Tað átti Jógvan Arge at vitað.
Veruleikin er, at tað veit Jógvan
Arge eisini fullvæl, men helst vónar
hann at vinna nøkur bílig stig í
valstríðum við sínum lutfalsliga
nýggja afturhaldssinnaða og vilja
veika stíli.
Eingin orsøk er at seta bygging
ina av Eystaru bryggju upp ímóti
byggingina av Skúlanum á Fløtum.
Fíggingin liggur føst, og tað ger
okkara politiski vilji eisini. Tilboðini
upp á Skúlan á Fløtum gjørdust
nógv dýrari enn ætlað, og tá skylda
vit sjálvandi skattaborgarunum at
vita, um vit ikki kunnu leggja til
gongdina um soleiðis, at vit ikki
brúka óneyðuga nógvan skattapen
ing til verkætlanina.
Framtíðartryggja fíggjar
liga grundarlagið
Eingin ivi er um, at báðar verk
ætlanirnar verða framdar, tí tær
eru neyðugar. Skúlin á Fløtum skal
heilt einfalt byggjast, tí verandi
umstøður eru als ikki haldbarar.
Á sama hátt er við Tórshavnar
havn, tí byggja vit ikki út á Eystaru
bryggju nú – og tað skjótt eisini –
so missa vit eitt stórt tal av arbeiðs
plássum og harvið eisini tær týdn
ingarmiklu skattainntøkurnar, sum
skulu vera við til at fíggja Skúlan á
Fløtum og annan framburð og væl
ferð í kommununi.
Íløgan hjá Tórshavnar havn,
sum vinnuvirksemið har rindar, er
sostatt partur av okkara arbeiði at
framtíðartryggja fíggjarliga grund
arlagið hjá kommununi.
Eg fari at mæla Jógvani Arge
og øllum øðrum, sum kanska ikki
enn hava dirvi til at taka stór stig
fram á leið, at lesa tíðindabrævið
“Framtíðartryggja havnarlag og
arbeiðspláss”
http://www.tors
havn.fo/Default.aspx?pageid=
37&NewsItemID=6644, har eg greiði
meira nágreiniliga frá verkætlanini.
Javnaðarflokkurin vil
tryggan framburð
Hugsjónin og ætlanin hjá Javnaðar
flokkinum er at skapa øllum í
samfelagnum góðar, sømiligar og
tryggar fortreytir at virka, og at
liva tað lív, tey ynskja.
Visiónin hjá Javnaðarflokkinum
í Suðurstreymi er somuleiðis at
skapa vinnulívinum góðar karmar
fyri tryggum og fjøltáttaðum ar
beiðsplássum.
Bæði Tórshavnar býur og Tórs
havnar havn eru í kapping um
arbeiðspláss og arbeiðsmegi við
miðstaðir og havnir í øðrum lond-
um. Hendan kappingin harðnar dag
um dag, men við skynsomu kósini,
vit hava lagt, kunnu vit tryggja
framburð og vinna langt fram á
leið.
Eins væl og vit vilja fólkavøkstur,
vilja vit eisini vinnuligan vøkstur,
hetta má ganga hond í hond. Tí er
tað fullkomiliga óhugsandi at velja
millum at byggja út á skúlaøkinum
og at byggja Eystaru bryggju út.
Eystara bryggja fer at vera við til
at fíggja skúlarnar og aðrar verandi
og nýggjar vælferðartænastur.
Hetta, og nógv annað, vilja vit
fremja. Helst í samstarvi við allar
aðrar góðar kreftir. Tí hóast vit eru
sannførd um, at okkara hugsjón um
rættindi, framburð og vælferð er
røtt, so vita vit, at loysnirnar verða
haldbetri, um vit samstarva breitt.
Stundin er ikki til at kúra og
gremja, men til at bretta upp um
armar og taka tey neyðugu og
vælumhugsaðu tøkini fram á leið,
hóast at tey eru stór.
Tað gera vit. Afturhaldið og
svartskygnið hjá Jógvani Arge ber
ongan veg.
Trygg kós fram móti nýggju Eystaru bryggju
Gongd komin á Karlamagnusarbreyt
KJAK
Kaj Leo Holm Johannesen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Í sambandi við
innskjótaratrygd
og bankapakkar,
umframt trygdar
netið, sum bjargaði
okkara bankakervi
frá húsagangi fyri nøkrum fáum
árum síðani, so framdi danska
stjórnin nøkur tiltøk og gjørdi
nakrar skipanir, sum skuldu gera
sannlíkindini minni fyri, at ein
fíggjarkreppa endurtók seg.
30 løgtingslimir tóku undir
við Det Systemiske Risikoråd ella
einum "Váðaráði".
Hesi tiltøk og skipanir hava
sum endamál at tryggja fíggjarligt
støðufesti og haldføri.
Samgongan við Tjóðveldi á
odda, skal nú knappliga hava eitt
Váðaráð afturat á einum málsøki,
sum ikki er yvirtikið, nevnliga
okkara fíggjargeiri.
Tí er vandi á ferð. Tað, sum sam
gongan arbeiðir við av broytingum
og ”føroyskum serloysnum”, kann
hava við sær ótryggleika og
álvarsligar fíggjarligar avleiðingar
fyri banka- og fíggingarvirksemið,
umframt eisini avleiðingar fyri
vinnuna og alt samfelagið. Tað
almenna ætlar nú m.a. at útinna
kappingaravlagandi banka- og
fíggingarvirksemi við hesari ser
skipan, sum her verður lagt upp til.
Danska stjórnin er ørkymlað og
Løgtingið tað sama.
Eftir hesum uppskotinum frá
samgonguni veit ongin, hvør fær
greiðu og eintýðugu ábyrgdina,
tá nú tvær lógir skulu hava
gildið um sama málsøkið, eitt
ríkislógartilmæli, sum er felagsmál
og ein løgtingslóg, sum roynir at
seta ríkislógina úr gildi.
Hetta er ein konfrontatión við
danir, sum setir spurnartekin við
trygdina og støðufestið innan
banka- og fíggjarøkið í Føroyum.
Slíkar fráboðanir og politiskar
verkætlanir, sum samgongan og
Tjóðveldi her eksperimentera við,
skapa ótryggleika í samfelagnum
og vinnuni. Og tað er júst tað vit ikki
hava brúk fyri, tá vit skulu skapa
fortreytir fyri búskaparvøkstri,
lágari rentu, lágum skattatrýsti o.a.
Tað kann tí tykjast løgið, at
Javnaðarflokkurin við løgmanni
á odda er so ósjónligur í hesum
álvarsliga politiska máli – hvat
sigur Javnaðarflokkurin og
løgmaður?
Samgongan førir banka- og
fíggjarkervið á vandakós
Politisk eksperimentir hjá samgonguni órógva banka- og fíggjarkervið í Føroyum