Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 28 TRÓNDUR ARGE ACCRINGTON, 26. JANUAR 2012: Tað er bítandi kalt í norðurong­ landi hendan dagin, tá eykaliðini hjá Manchester United og New­ castle United skulu spæla á heima­ vøllinum hjá Accrington Stanley. Tað er ikki so langt at koyra frá Old Trafford og Salford Quays, men umstøðurnar kundi valla verið meiri øðrvísi. Leikvøllurin hevur tvey tús­und sitipláss og er av gamla slagnum. Umhvørvið er somuleiðis av gamla enska slagnum. Tað er tætt millum húsini, sum sjáldan bróta frá rekkjuhúsunum, ið blivu bygd í ídnaðartíðini. Á vøllinum renna 22 spælarar, ið allir hava ein dreym um at vinna seg á tindarnar í fót­bólts­ heiminum. Teirra millum er før­ oyski landsliðsspælarin Jóan Sím­ un Edmundsson, sum um hetta mundið spælir við Newcastle. Á hinum liðnum er ein mið­ vallari, ið allir spælararnir á New­ castle liðnum tosa um. Høgur av vøkstri við góðum bóltførleika, men nakað klæntrasligur. Hesin umtalaði miðvallarin prógvaði longu tá, at hann var nakað serligt, men tað tóktist óhugsandi, at Manchester United – felagið hann umboðaði – skuldi seta met í aug­ ust 2016 fyri at keypa júst hann. Vit venda aftur til kalda januardagin í Accrington seinni. Keypsprísur er so nógv Tað kann í stundum tykjast fløkja­ sligt at fylgja við, tá spælarar verða keyptir og seldir fyri risa upp­hæddir. Hvat fær í hesum før­inum Manchester United at gjalda 782 milliónir krónur fyri ein fótbóltsspælara. Vit hyggja nærri at hví Man­ chester United velur at keypa Paul Pogba fyri so nógvar pengar, hyggja nærri at um keypið gevur meining og hvussu pengafótbólturin er broyttur gjøgnum tíðina. Fyri at skilja keypsprís í fót­ bólti er eisini týdningarmikið, at seta alt í ein samanhang. So sum hvønn sáttmála hevur spælarin við verandi felagið, hvør er fíggjarligi styrkimunurin millum feløgini, eru nógvir pengar í umfar og hvat fyri virðið hevur spælarin fyri keypandi felagið. Her afturat kemur sjálvandi lønin. ”Galacticos” var byrjanin Ein stórur partur av dagsins fót­ bólti er stuðlar og lýsingarvirðið. Her er Manchester United førandi saman við spanska Real Madrid, meðan feløg sum FC Barcelona og Bayern Munchen koma teimum eftir. Síðani aldarskiftið hevur Real Madrid fimm ferðir sprongt keypsmetið. Fyrst við Luis Figo og Zinedine Zidane frá ávikavist FC Barcelona og Juventus í 2000 og 2001. Síðani við Kaka, Cristiano Ronaldo og Gareth Bale millum 2009 og 2013. Har í millum keypti felagið eisini menn sum Luis Nazario de Lima Ronaldo og ikki minst David Beckham. Málið við ”Galacticos” liðnum hjá Real Madrid var at skapa so nógvan áhuga, at ”galskapurin” fíggjaði seg sjálvan. Søgan sigur, at keypið av David Beckham fíggjaði seg sjálvt, tí hann hevði so stórt virðið fyri Real Madrid og seldi eitt nú troyggir í hópatali. Adidas, Chevrolet og hini Støðan við Paul Pogba er ikki heilt ólík. Eitt er, at fleiri meta at Adidas hevur havt ein fingur við í spælinum. Paul Pogba hevur júst gjørt stóra avtalu við Adidas, sum eisini er klædnastuðul hjá Man­ chester United, meðan Juv­entus spælir í troyggjum hjá kapp­ing­ar­ neytanum Nike. Tað er ein sannroynd, at stuðlar fáa nógv fyri pengarnar, um tað verður arbeitt rætt. Ein av søgunum, ið er komin undan í samband við keypinum av Paul Pogba er høvðusstuðulin Chevro­ let, ið hevur fingið sínar 15 minutt­ir í altjóða tíðindaheiminum. Tá Paul Pogba lendi í Manchest­ er og skuldi til læknakanning, bleiv hann koyrdur í einum Chevrolet sportbili, sum ikki eingongd verð­ ur seldur í Onglandi. Tíðspunktið var eisini tilætlað, tí talan var um náttartíð í Manchest­ er, men í Asia var fyrrapartur, meðan tað var nátturðatíð Amer­ ika. Sostatt kundi tveir teir størstu lýs­ingarmarknaðirnir fylgja við bein­leiðis í sjónvarpinum, tá Paul Pogba byrjaði at rinda aftur fyri tær 782 milliónirnar. Ensk bløð endurgeva metingar, sum siga at Manchester United kann vænta sær upp í móti 400 milliónum krón­ um í eykainntøkum av keypinum. Har í liggur seldar troyggjur, øktar stuðulsinntøkur og øktan áhuga fyri felagnum. Pogba ella Neymar jr Um tú var ítróttarstjóri í Man­ chest­er United og skuldi keypt eina heimsstjørnu, men spælarar sum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo ikki vóru ein møguleiki. Hvønn hevði tú so keypt? Leitar tú eftir einum spælara, sum skal fronta eitt felag sum Manchester United í framtíðini, so er ilt at koma á størri navn enn Paul Pogba. Helst hevur Neymar jr í FC Barcelona størri lýsingar­møgu­ leikar og munin á vøllinum, men fyriuttan hann er tað torført at koma á eitt navn, sum hevur bestu árini fyri framman og er eitt heimsnavn. Paul Pogba er ein smílandi 23 ár gam­al maður, sum tosar fýra mál, elskar sosialu miðlarnar og hevur evnini at blíva millum allar bestu spælararnar í heiminum. Hann kennir felagið og partvís Premier League. Livir hann ikki upp til vónirnar, so er hann framvegis í góðum aldri um fimm ár. Tað er ilt at ímynda sær, at eitt felag sum Paris Saint-Germain ikki vísur honum áhuga, tá hann er 28 ár. Tí tykist tað vera stórur møguleiki fyri at fáa ein stóran part av keypsprísinum aftur í eini møguligari sølu í framtíðini. Pengar í einum samanhangi Tær 782 milliónirnar skulu eisini setast í ein samanhang. Fyri tjúgu árum síðani keypti Newcastle lokala Alan Shearer frá Black­burn fyri 113 milliónir krónur. Tað ljóðar ikki av nógvum í dag, men talan er í báðum førum um heimsmet. Nýggja sjónvarpsavtalan fyri Premier League er áljóðandi 51 milliardir krónur fyri komandi trý árini. Pengarnir streyma inn í fótbóltin og av tí sama fara prísirnir upp, tí feløgini kappast um bestu spæl­ararnar. Manchester United vongurin av viðhaldsfólki hevur upp á sín máta roynt at vart keypið. Millum annað verður víst á, at 782 milliónir krónur eru 19,6 prosent av væntaða umsetninginum í felagnum fyri hetta kappingarárið. Í so máta kostaði Juan Sebastian Verón meiri, tá hann bleiv keyptur fyri tað sum í dag er 244 milliónir krónur í 2001. Tað var 21,8 prosent av umsetninginum hjá felagnum, ið var 1,1 milliard krónur í mun til væntandi 4,4 milliardir krónur í ár. Feløgini tjena fleiri og fleiri peng­ar, meðan spælararnir blíva størri og størri stjørnur, tí fót­ bólturin verður varpaður beinleið­ is í sjónvarpið kring allan heimin. Spælarin Paul Pogba Tað eru nú ikki bara lýsingar­møgu­ leikar og inntøkumøguleikar á øðr­um økjum, sum gera at José Mourinho og Manchester United hava keypt Paul Pogba. Manchester United hevur frammanundan keypt miðverjan Eric Bailly frá Villareal, miðvallar­an Henrikh Mkhitaryan frá Borussia Dortmund og Zlatan Ibrahimo­vic, ið var sáttmálaleysur. Tað tykist greitt, at José Mourinho er í holt við at styrkja mið­aksan á liðnum, sum ikki hevur sæð gott út síðani Sir Alex Fergu­ son legði frá sær, og David Moyes kom drassandi við Marouane Fellaini. José Mourinho hevur í tveim­ um førum verið venjari í Premier League. Frá 2004 til 2007 og 2013 til 2015. Í báðum førum sum venjari hjá Chelsea. Afturgangandi er eisini, at hann gjarna við hava kopsstyrki á miðvøllin og spælarar, sum kunnu seta seg á ein dyst – sum tað eitur á fótbóltsmáli. Eina best lýst við keypinum sum Michael Essien, Michael Ballack, John Obi-Mikel og Nemanja Matic frá Chelsea tíðin. Nú fær hann ein miðvallara, sum hevur at kalla alt, ið ein miðvallari skal hava fyri at klára seg í Premier League. Stórur, sterkur, skjótur, góðan bóltførleika, góðar avleveringar og eitt dundurskot. Ítróttarliga gevur keypið heilt víst meining. Paul Pogba kemur ikki at av­ gera dystir á sama hátt, sum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo gera, men yvir eitt kappingarár kann gera stóran í mun, sum spælarar sum Patrick Vieira, Roy Keane, Frank Lampard, Steven Gerrard og Yaya Toure undan honum hava gjørt – tó á ymiskan hátt. Hann hevur í fýra kapp­ingar­ árum skotið 28 mál í Seria A upp á 124 dystir, men tølini siga, at tað legst afturat. Fyrst fimm mál, síðani sjey og tvey tey seinastu kappingarárini átta. HEIMSINIS Manchester United hevur í vikuni goldið italska Juventus 782 milliónir krónur fyri Paul Labile Pogba. Tað er nýtt met. Fyri tey flestu fyrikemur tað púra ørt, at ein fótbóltsspælari kann kosta so nógv – serliga tá Juventus keypti hann fyri at kalla einki frá júst Manchester United í 2012 - men tað er fleiri orsøkir til at keypa Paul Pogba fyri so nógvar pengar