Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 29 DÝRASTI Pogba helst verdur pengarnar Tá alt verður lagt saman við tí í huga, at Paul Pogba hevði lang­tíð­ arsáttmála við Juventus, sum er fimm­faldur italsku meistari og ikki er í fíggjarligum trupulleikum, so er ikki vist, at leiðslan í Manchest­ er United er í ørviti. Tíðin kemur at vísa, um talan verður um ein handil, ið er verdur pengarnar. Nøvn sum Louis van Gaal og Angel Dí María prógva, at tað kann ganga galið, hóast goldið verður premium prís og CV’ið er í lagi. Hinvegin vita vit longu nú, at Manchester United er eitt felag, sum tekkjur áskoðarum frá øll­ um heiminum. Við spælarum sum Zlatan Ibrahimovic, einum José Mourinho sum venjara og Paul Pogba, so verður áhug­in óalmindiliga stórur fyri Man­chester United í ár. Tað gekk ikki altíð Real Madrid so væl við ”Galacticos”, men hetta er ikki eitt projekt í sama stíli. Her verður hóast alt keypt við tí ítróttar­ liga fyri eyga eisini. Manchester United hevur ikki rokkið tindunum síðani Sir Alex Ferguson takkaði fyri seg í 2013. Verður hetta keypið, sum endaliga ger Manchester United til eitt toppfelag í heiminum, so er Paul Labile Pogba helst verdur pengarnar. Sir Alex í øðini Á heimavøllinum hjá Accring­ton Stanley hendan kalda januardag­in í 2012 er Paul Pogba millum bestu spælararnar á vøllinum, tá eyka­ liðið hjá Manchester United vinnur heili 6-0 á Jóan Símuni Edmundsson og Newcastle. Tað merkist eisini rundan um vøllin, at Paul Pogba er stóran vónin sam­an við Ravel Morrison, sum somu­leiðis verður leyslatin seinni sama summar. Sáttmálin hjá Paul Pogba gong­ ur út seinni sama summar. Tað dámar einki Sir Alex Ferguson, at ungi fraklendingurin hevur fingið sær umstrídda Mino Raiola sum umboðsmann. Tað endar við, at nýggju sátt­ málasamráðingarnar slitna. Sir Alex Ferguson gevur í end­ur­ minningunum ilt av sær mótvegis Paul Pogba og Mino Raiola. Í dag hevur Manchester Uni­ ted keyptmannin aftur fyri 782 milli­ónir krónur, umframt at um­ boðsmaðurin hevur fingið í sín lut. Róptu eftir Paul Pogba Jóan Símun Edmundsson minnist væl dystin, tá hann stóð yvirav Paul Pogba hendan kalda januardagin í Manchester umhvørvinum. - Eg minnist hann væl. Hann hevði heilt serlig evnir. Hann hevði ótrúliga góðan bóltførleika sjálvt um hann er rættiliga høgur, og fantastiskar vendingar. Síðani tá hevur hann lagt afturat kropsligu styrkini, greiðir Jóan Símun Edmundsson frá, og leggur afturat: - Og so minnist eg at teir á bonkinum hjá okkum serliga løgdu til merkis, at venjarin hjá Manchester United rópti á hann allan dystin, fyri at fáa hann at plasera seg rætt. So hann hevur nokk manglað eitt sindur av disiplin. Men tað kemur nokk eisini av, at hann var klárur til at spæla á hægri stigi enn á eykaliðnum, og tí tók for lætt upp á uppgávuna, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum í dag spælir við OB í Superliguni. Toftamaðurin leggur tó afturat, at hann árið frammanundan var við til at vinna 2-1 á júst Paul Pogba og eykaliðnum í heimadysti. So Jóan Sìmun Edmundsson hevur í prinsippinum vunnið á heimsins dýrasta fótbóltsspælara! Tíggju skift, sum settu met: 1. Willie Groves 1893 West Bromwich til Aston Villa (Fyrsti maður at blíva seldur fyri yvir 100 pound, ið svarar til 876 krónur í dagsins pengum) 2. Alf Common 1905 Sunderland til Middlesbrough (Fyrsti maður at blíva seldur fyri yvir 1.000 pound, ið svarar til 8.760 krónur í dagsins pengum) 3. David Jack 1928 Bolton til Arsenal (Fyrsti maður at blíva seldur fyri yvir 10.000 pound. Søgan sigur, at leiðslan bleiv drukkin í ørviti, so handlin kundi koma upp á pláss. 4. Johan Cruyff 1973 Ajax til FC Barcelona (Eitt skifti, sum bleiv grundsteinurin undir spælistílinum sum vit kenna í FC Barcelona í dag. Kostaði áleið 8 milliónir krónur) 5. Diego Maradona 1982/1984 Boca Juniors til FC Barcelona og FC Barcelona til Napoli (Er fyrsti spælarin, ið tvær ferðir setur met sum dýrasti spælarin í heiminum) 6. Jean-Pierre Papin 1992 Marseille til AC Milan (Er fyrsti spælarin, sum kostar 10 milliónir pound, sum svarar til á 87 milliónir krónur. Seinni sama summar keypur AC Milan eisini Gianluigi Lentini fyri yvir 100 milliónir krónur. 7. Luis Nazario de Lima Ronaldo 1996/1997 PSV til FC Barcelona og FC Barcelona til Inter Milan (Á øðrum sinni setur ein spælarin met tvær ferðir sum dýrasti spælari í heiminum. Fyrst fyri 118 milliónir krónur og síðani 171 milliónir krónur. 8. Alan Shearer 1997 Blackburn til Newcastle (Áðrenn seinnu søluna av Ronaldo, bleiv Alan Shearer keyptur av barndómsfelagnum Newcastle fyri 15 milliónir pound, sum svarar til áðleið 131 milliónir krónur. 9. Zinedine Zidane 2001 Juventus til Real Madrid (Annað árið á rað setur Real Madrid met við keypi av enn einum ”Galacticos”. Fyrst við Luis Figo fyri 324 milliónir krónur og síðani Zinedine Zidane fyri 408 milliónir krónur.) 10. Cristiano Ronaldo 2009 Manchester United til Real Madrid (Fyri fjórðu ferð upp í slag setur Real Madrid met. Portugisin kostar áleið 700 milliónir krónur. Real Madrid setur eisini nýtt met í 2013 við keypinum av Gareth Bale fyri 753 milliónir krónur. Tíggju teir dýrastu spælararnir nakrantíð í dagsins krónum og oyrum: 1. Paul Pogba 782 milliónir krónur (Juventus til Manchetser United 2016) 2. Gareth Bale 747 milliónir krónur (Tottenham til Real Madrid 2013) 3. Cristiano Ronaldo 700 milliónir krónur (Manchester United til Real Madrid 2009) 4. Gonzalo Higuain 660 milliónir krónur (Napoli til Juventus 2016) 5. Neymar Jr 626 milliónir krónur (Santos til FC Barcelona 2013) 6. Luis Suarez 570 milliónir krónur (Liverpool til FC Barcelona 2014) 7. James Rodriguez 552 milliónir krónur (Monaco til Real Madrid 2014) 8. Angel Dí María 523 milliónir krónur (Real Madrid til Manchester United 2014) 9. Zlatan Ibrahimovic 499 milliónir krónur (Inter Milan til FC Barcelona 2009) 10. Kaká 494 milliónir krónur (AC Milan til Real Madrid 2009)