Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 30 Ikki við: Jógvan A. Skeel Nolsøe (leikbann), Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur) Ivasamur: Sebastian Pingel (knæskaði), Jákup á Borg (vøddaskaði), Høgni Eysturoy (lærkriki) Við aftur: Odmar Færø Við aftur: Tróndur Jensen (leikbann) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (fipur, ein vika) Ikki við: Finnur Justinussen skaddur (Beinbrot í fótinum, 2 vikur) Við aftur: Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus (Eftir leikbann) Ikki við: Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Við aftur: Nikolaj Køhlert (eftir skaða) Ikki við: Niklas Poulsen skaddur (Vøddaskaði, 2 vikur), Esmar Clementsen skaddur (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Evrard Blé (Leikbann, ov nógv gul) Við aftur: Jann Ingi Petersen (Heimafturkomin) felagið) JÓANNES HANSEN F yrsti skúladagur verð­ur mánadagin, tá ið sjøtul so smátt verður settur á fyrireikingarnar til próv­ tøkurnar næsta summar. Í fót­ bóltinum eru um vikuskiftið upp­ gerðir á skránni, sum kunnu hava avgerandi lagnu fyri, hvør fer at vinna FM, og hvør fer at flyta niður, tá ið tað síðst í oktober verður sett punktum fyri hetta kappingar­árið. Í toppinum verður sunnudag­in lyklauppgerð í Gundadali, har HB fær vitjan av toppliðnum KÍ, og støðutalvan sigur, at úrslitið verður heilt avgerandi fyri vánirnar hjá AB at varðveita plássið millum tey bestu, tá ið argjamenn sunnudag­in fara at vitja TB. Víkingur hevur við sigri í Fugla­ firði í kvøld møguleika at leggja trýst á KÍ, væl upplagda NSÍ eigur kommunuuppgerð á Skála, og stórfavorittarnir í B36 kunnu, um onnur úrslit laga seg teimum til fyrimunar, við sigri á Svangaskarði vinna seg nærri europeiskum plássi. ÍF skal úr skammikrókinum ÍF-VÍKINGUR: ALEX TROLEIS FRÍGGJDAGIN KL. 18.30 Tað var næstan sum fyri lítlari hálvari øld síðani, tá ið ÍF sunnudagin tapti 7-1 í Runavík. ÍF royndi seg fyrstu ferð í bestu deildini í 1971. Fyrstu árini vóru tapini ofta stór ímóti bestu liðunum, men nú er langt síðani, at tað gekk so av skriðuni, sum tað gjørdi ímóti NSÍ. - Avrikið var ein skomm, og tað nyttar ikki at siga, at vit gloyma hatta. Tað er neyðugt at læra av sovornum kiksarum, og tað rokni eg við, at liðið fer at gera í kvøld. Tað kemur væl við, at tað bara eru fimm dagar ímillum dystin ímóti NSÍ og Víkingi, sigur ÍF venjarin Jákup Mikkelsen. Tað er greitt, at ÍF fer at skifta málverja, og tað kann væl vera, at aðrar broytingar verða gjørdar umframt, at nýggjur maður skal spæla fyri leikbannaða Ara Ó. Ellingsgaard. Søgur siga, at Jákup Mikkel­sen sjálvur verður millum ÍF stólpar­ nar í kvøld. Hin møguleikin er Tórð­ ur Traðará, sum er eykamálverji. Í Víkingi er lagið gott eftir fýra sigrar á rað við málmuninum 12-1. - Møguleikin at vinna FM er har, og tað er neyðugt at syrgja fyri okkara úrsliti. Tað er torført í Fuglafirði, og tað er neyvan okk­ um til fyrimunar, at ÍF tapti stórt í Runavík. Vit fara at spæla okkara spæl og vóna, at tað við sigri skal eydnast at leggja uppaftur størri trýst á KÍ, áðrenn klaksvíking­ar fara í Gundadal at spæla ímóti HB, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum í 5-1 sigrinum á B68 skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann varð Víkinga spælari. Trýstið er á meistarunum B68-B36: RANSIN N. DJURHUUS SUNNUDAGIN KL. 15.00 Tað var stórur lætti millum B36 spælararnar, tá ið tað eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti AB. - Vit hava bara skorað stóran helming av málunum, sum vit megnaðu í fjør. Á Toftum snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna stigini, og vit hava fokus á at hava fáa betri úrtøku úr mongu málmøguleikunum, sum vit framvegis megna at spæla okkum til, sigur Hanus Thorleifsson í B36, sum skoraði 2-1 sigursmálið sunnudagin. Tølini siga, at nú er tað langt síðani, at B36 hevði trupulleikar á Svangaskarði. B68 hevur ikki vunnið stig á heimavølli ímóti B36 síðani 10. juni 2012, tá ið úrslitið var 1-1. Tað eru meiri enn seks ár síðani, at B68 vann á B36 á heimavølli. 13. Juni í 2010 var úrslitið 1-0. Málskjútti ta ferðina var Óli H. Olsen, sum nú er liðformaður á Toftum. Hóast soltna úrtøku og beina kós ímóti niðurflyting so siga teir á Toftum, at lagið framvegis er gott: - Nógv teir flestu eru upp­ vaksnir her í felagnum, og vit hava tað gott saman, og vit arbeiða allir nógv undir venjing. Fokus er á, at tað skal eydnast at vinna fyrsta sigurin, og tað vóna vit fer at eydnast heilt skjótt, sigur miðverjin Oddur Højgaard. Tíggju ár síðani seinasta heimasigurin SKÁLA-NSÍ: RÚNI GAARDBO SUNNUDAGIN KL. 15.00 Tað er heimalið, sum fyri viku síðani legði rygg til stórtap í Klaks­ vík, sum er vertur fyri gestum, sum sunnudagin vunnu størsta sigur á árinum á heimavølli. Skála hevur tvær tær ferðir­nar tapt, og Skála venjarin, Pauli Poul­ sen, hevur í løtuni ilt við at fegn­ ast um, støðuna á stigatalvuni, sum sigur, at tað eru átta stig aftur til niðurflytingarpláss: - Vit skulu í hvussu so er vinna sjey stig aftrat. Í Klaksvík gjørdu vit tað lort, og nú er avbjóðingin at venda gongdini tvær tær seinastu LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR KÍ skal prógva FM førleikan í Gundadali, og AB hevur knívin á barkanum í Trongisvági Upptakt NÚ TØRNA PRÓVTØKUR­ NAR FYRI