hósdagur 11. august 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
31
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Við aftur: Maoywa Oladele Alli
(eftir skaða)
Ivasamur: Páll A. Klettskarð
(trupulleikar við hælsinuni)
Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard
(leikbannaður) og Elias
Rasmussen (leigaður frá Víkingi)
Ivasamir: Rógvi Poulsen (brotin
hond) og Jobin Drangastein
(økslin)
Ikki við: Andras Brixen (farin av
landinum í lestrarørindum)
Ivasamir: Rógvi Joensen og
Eirikur Magnusarson
Við aftur: Salmundur Bech og
Teitur Olsen (eftir leikbann)
Heri Hjalt Mohr, Jákup Pauli
Breckmann og Poul Ingason
(útleigaðir frá HB og høvdu ikki
loyvi at vera við í farna dysti)
Ivasamur: Jákup Johansen
(fipurspreinging)
ferðirnar. Eina løtu í fyrra hálvleiki
ímóti KÍ vóru vit heilt væl við,
men vit vórðu mintir á, at tað
skal avrikast alla tíðina, sigur
Pauli Poulsen, sum í 2009, 2010 og
2011 var NSÍ venjari, og sum var
hjálparvenjari, tá ið NSÍ í 2007
vann fyrsta og higartil einasta FM
heitið.
Tað eru tíggju ár síðani, at Skála
vann á heimavølli ímóti NSÍ. Tað
var 11. september 2006. Annar av
málskjúttunum ta ferðina var
Jónhard Frederiksberg, sum eftir
at hava spælt í nógv ár í NSÍ, nú
aftur er í barndómsfelagnum.
NSÍ var flúgvandi í 7-1 sigrinum
ímóti ÍF. Eyðsýndastur av øllum var
Árni Frederiksberg, sum skoraði
tvær ferðir og legði upp til fleiri av
hinum:
- Vit høvdu roknað við mót
støðu frá ÍF, men vit fingu onga
mótstøðu. Nú rokna vit við mót
støðu á Skála, har tað ofta er tætt
og spennandi. Vit spæla fram
vegis fyri at vinna FM. Skal tað
eydnast, so er fyrsta treytin, at
vit vinna okkara dystir, sigur Árni
Frederiksberg.
NSÍ hevur higartil skorað fleiri
mál enn nakað annað lið. Við at
hyggja á máltindin síggja Pauli
Poulsen og hansara menn, hvørjir
teir eru, sum tað skal ansast best
eftir: Klæmint A. Olsen (19) og Árni
Frederiksberg (8) hava skorað 27
mál og lagt upp til fleiri av hinum.
KÍ fer til stóra próvtøku
HB-KÍ: EILER RASMUSSEN
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Mikukvøldið vandi KÍ á Tórsvølli.
Tað er liður í fyrireikingunum til
steypafinaluna leygardagin 27.
august. Sunnudagin skal KÍ á ovara
vøll í Gundadali at spæla ímóti
HB, og klaksvíkingar undirstrika,
at nú hava teir bara fokus á hesi
avbjóðingina.
- Tað er øgiliga nógv fótbólts
prát her norðuri, og vit eru
spentir. Venjingarnar ganga væl,
og vit fara í Gundadal við tí í huga
at vinna fulla úrtøku. Vit eru
greiðir yvir, at hetta er ein av fleiri
stórum avbjóðingum fram ímóti
kappingarenda, og at tað skal
vera fult fokus, góður hugburður
og nógv arbeiði til, um tað skal
eydnast, sigur KÍ veteranurin Hjal
grím Elttør.
Páll A. Klettskarð, sum hevur
verið ein tann stinnasti higartil í
ár, hevur ikki vant við fullari ferð
í hesi vikuni:
- Páll hevur trupulleikar í hæl
sinuni. Hann er sera týdningar
mikil, og vit vóna, at hann verður
tøkur, sigur Hjalgrím Elttør.
HB vann í triðja umfari 4-2 á
heimavølli ímóti KÍ, og sjálvsálitið
er stórt í Gundadali, eftir at úrtøkan
fimm tær seinastu ferðirnar er
fimtan stig við málmuninum 12-2.
- Vit gleða okkum at fáa vitjan
av KÍ, sum saman við Víkingi og
NSÍ kappast um FM. Hjá okkum
er setningurin at halda tørn um
fjórða plássið. Teir, sum hava
verið skaddir, eru tøkir aftur.
Harvið er kapping um plássini,
og tað hevur týdning at hava gott
fólk á beinkinum. Um tað skal
eydnast okkum at gera nakað
við klaksvíkingar, so skulu vit
vera púra klárir frá fyrsta bríksli,
staðfestir HB venjarin Jan C. Dam.
Lívið hjá AB stendur
upp á spæl
TB-AB: PETUR REINERT
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Hetta hevur ikki verið kappingar
árið hjá AB, og nú er støðan tann, at
tað verður ógvuliga tungt, um tað
ikki eydnast at vinna fulla úrtøku
á útivølli ímóti TB:
- Hetta er tað, sum verður
nevnt vind eller forsvind dystur.
Stóra avbjóðingin hjá okkum er at
spæla okkum til málmøguleikar
og at vinna úrtøku burtur út teim
um. Aftur í 2-1 tapinum ímóti B36
gekk tað illa at spæla okkum til
møguleikar, hóast vit vóru ellivu
ímóti tíggju síðstu løtuna. Um vit
skulu vinna, so er alneyðugt, at
hetta eydnast í Trongisvági, sigur
AB málverjin Heðin Stenberg, sum
ikki hevur vunnið stig sjey tær
seinastu ferðirnar. Síðsta stigið
var 22. mai, tá ið tað endaði 2-2 á
Toftum. AB hevur ikki vunnið
síðani 16. mai, tá ið úrslitið var 3-2
heimasigur ímóti júst TB.
TB venjarin Sigfríður Clem
entsen ásannar, at fyritreytirnar
vóru ikki góðar, tá ið TB tapti 4-1
í Gundadali ímóti HB.
- Fimm av teimum, sum plaga
at vera millum ellivu tær fyrstu,
vóru ikki við ímóti HB. Vit hava
lagt HB dystin aftur um bak, og
nú ræður um at vinna fulla úrtøku
ímóti AB. Hetta er so nevndur seks
stiga dystur, og vit hava fyrr sæð,
at tað kann gleppa hjá AB, um tað
fyrst eydnast argjamonnum at
vinna, sigur TB venjarin Sigfríður
Clementsen.
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
19
14
2
3
43
15
+28
44
2
Víkingur
19
12
4
3
42
21
+21
40
3
NSÍ
19
13
0
6
47
29
+18
39
4
HB
19
10
4
5
32
19
+13
34
5
B36
19
9
5
5
28
19
+9
32
6
ÍF
19
7
4
8
31
41
-10
25
7
TB
19
4
5
10
18
31
-13
17
8
Skála
19
4
5
10
14
28
-14
17
9
AB
19
1
6
12
18
34
-16
9
10 B68
19
0
7
12
17
53
-36
7
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
ÍF - Víkingur
TB - AB
B68 - B36
Skála - NSÍ
HB - KÍ
KENDI TIPPARIN
Eirikur Lindenskov
Blaðstjóri á Sosialinum
Kendi tipparin hesaferð:
Seinast tippaði Helgi L. Petersen, deildarstjóri í tryggingarfelagnum
Hann gjørdi bart og tippaði allar fimm rættar. Talan var eisini
um favorittar á heimavølli, sum allir greiddu sín setning.
Hann tippaði: KÍ-Skála 1 (5-0), B36-AB 1 (2-1), HB-
TB 1 (4-1), Víkingur-B68 1 (5-1) og NSÍ-ÍF 1 (7-1)