mánadagur 15. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bill Justinussen, sum í nógv ár hevur sitið í fíggjarnevndini, vil vita,
hvat landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vil við einum Váðaráði
VÁÐARÁÐ
Árni Gregersen
Landsbankin verður endurstovn
aður og í sama viðfangi hevur
landsstýriskvinnan við fíggjar
málum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi,
eisini lagt uppskot fram um at
stovna eitt føroyskt Váðaráð.
Hetta ráðið skal sambært upp
skotinum halda eyga við system
iskum fíggjarligum váðum í sam
felagnum.
Fíggjarligt støðufesti er breitt
hugtak, men í høvuðsheitum snýr
tað seg um, at fíggjarkervið í síni
heild er somikið sterkt og mót
støðuført, at trupulleikar, ið stinga
seg upp, ikki breiða seg ótálm
aðir í skipanini, soleiðis at grund
leggjandi tænastur til borgarar,
fyritøkur og tað almenna verða
órógvaðar.
Álvarsligar
fíggjarkreppur
kunnu eisini hava ógviliga nei
lig árin á búskapargongdina sum
heild, og er seinasta fíggjarkrepp
an gott dømi um júst tað, skrivar
landsstýriskvinnan í viðmerking
unum til lógaruppskotið.
Hon sigur eisini, at seinasta
fíggjarkreppan stað´festi, at fíggj
arligu eftirlitsstovnarnir vóru ov
veikir og tað, sum teir høvdu eftir
lit við, er ov avmarkað.
Neyðugt er við eftirliti tvørt
ur um ymisku partarnar í fíggjar
geiranum, eitt nú vinnurekandi
grunnar og bankar.
Løgtingið setti í verk eina
§19 kanning í kjalarvørrinum á
kreppuni, og tilmælið var, at ymsu
eftirlitini ikki eiga at virka undir
ymiskum myndugleikum.
Eitt føroyskt váðaráð, ið verður
makroprudentiellur myndugleiki í
Føroyum, tryggjar, at umboð fyri
allar partar, ið hava við føroyska
fíggjargeiran at gera, so hvørt meta
um samlaða systemiska fíggjar
váðan í Føroyum.
Ivi um myndugleikan
Hóast grundgevingarnar um syst
emiskar váðar, so ru tað tingfólk,
sum ivast í um hetta fer at gera
nakran mun yvirhøvur.
Ein av teimum, sum er beinleiðis
skeptiskur yvir fyri einum slíkum
Váðaráð, er Bill Justinussen úr Mið
flokkinum.
Hann vil fyrst og fremst hava
at vita frá landsstýriskvinnuni um
hvørji onnur lond enn Danmark
hava sett á stovn, sum skal halda
eyga við systemisku fíggjarligu
váðunum.
Bill Justinussen sigur, at sum
orsøk til, at uppskotið er lagt fram,
verður upplýst, at eitt úrslit av
seinastu fíggjarkreppuni var, at:
“... flestu lond styrktu yvirskipaða
fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum,
og settu eisini á stovn tvørgang
andi fíggjarlig váðaráð, ið skuldu
tryggja...”.
-Tá hetta uppáhald verður brúkt
sum grundgeving fyri, at Føroyar
eisini skulu hava egið fíggjarligt
váðaráð, er neyðugt at fáa at vita,
um og hvussu “flestu lond” ítøkiliga
hava skipað hesi viðurskifti, sigur
tingmaðurin hjá Miðflokkinum.
Tingmaður vísir á, at Føroyar
hava ikki egið fíggjareftirlit.
Tað ger, at føroyuskir myndug
leikar hava avmarkaðar møguleik
ar at viðgera og handfara óstøðugu
viðurskifti á fíggjarmarknaðinum.
- Ein av grundgevingunum fyri
at lata tvey umboð fyri danska
fíggjareftirlitið vera partur av Det
danske risikoråd er júst, at týðandi
amboð at handfara systemiskar
váðar liggja í hondunum á fíggj
areftirlitinum. Hesi amboð hava
føroyskir myndugleikar ikki, sigur
Bill Justinussen.
Peningastovnarnir
Bill Justinussen ger i sínum
spurningum til landsstýriskvinn
una vart við, at føroysku peninga
stovnarnir eru undir eftirlit av
donskum myndugleikum – ikki før
oyskum. Tí vil hann eisini vita, um
uppskotið um Váðarað eisini er ein
roynd at yvirtaka fíggjareftirlitið
við føroyskum peningastovnunum.
- Ivi er um myndugleikabýtið.
Føroyskir
peningastovnar
eru
undir donskum fíggjareftirliti. Eitt
einmælt Løgting hevur harum
framt 5. desembur 2014 samtykt, at
lóg um Det danske risikoråd skal
galda fyri Føroyar. Viðkomandi er
at spyrja, um lítla landið Føroyar
skal hava tvey váðaráð – eitt før
oyskt og eitt danskt – samstundis
sum fleiri lond í Europa ikki enn
hava stovnað egið fíggjarligt váða
ráð, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur,a t tað er avgerandi
at fáa greiðu á um føroyskir mynd
ugleikar yvirhøvur hava heimild
at áleggja føroyskum peninga
stovnum kapitallrøv, tí fíggjarøkið
er ikki yvirtikið.
Føroyskir peningstovnar eru
ikki beinleiðis undir nøkrum før
oyskum myndugleika.
Bill Justinussen vil eisini hava
at vita frá Kristinu Háfoss, lands
stýriskvinnu, um talan er um, at
European Systemic Risk Board,
sum er Váðaráð hjá ES, er fyri
myndin hjá einum føroyskum
váðaráð, sum skal halda eyga við
systemiskum fíggjarligum váða hjá
sløkum 50.000 føroyingum.
Seinasti spurningurin til lands
stýriskvinnuna er um lógarupp
skotið í veruleikanum er ein yvir
tøka av málsøkinum.
Spurningurin er settur 11.august
og skal eftir tingskipanini svar
ast í seiansta lagi 10 dgar eftir at
hann er settur.
KANN FØROYSKA
VÁÐARÁÐIÐ SETA KRØV
TIL PENINGASTOVNAR
Kristina Háfoss , Tjóðveldi, hevur lagt uppskot
fram um at seta eitt føroyskt váðaráð á stovn
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin,
vil hava landsstýriskvinnuna at svara uppá,
hvat eitt føroyskt váðarað skal gera
Bankarnir eru ikki yvirtikið málsøki, men Bill Justinussen vil hava at vita,
um uppskotið til eitt váðaráð í veruleikanum er ein yvirtøka av váðaráðnum