mánadagur 15. august 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
HAVNAÚTBYGGING
Árni Gregersen
Rumbul hevur seianstu dagarnar
verið um, at Tórshavnar komm
una hevur fingið loyvi at útnyggja
havnina eystanfyri.
Talan er um eina broyting í
byggisamtyktini, sum kommunan
fekk frá innlendismálaráðnum 30.
juni.
Í seianstu viku kom undan
kavi, at játtandi svar var givið til
at broyta byggisamtyktina, uttan
at landsstýriskvinnan við innlend
ismálum, Sirið Stenberg, sjálv hevði
givið endaliga tilsøgn til hetta.
Í dag og seinastu dagarnar hev
ur landsstýriskvinnan sagt, at
svarið stendur við, uttan mun til,
at mannagongdir í innlendismála
ráðnum gjørdu, at svarið fóru úr
húsinum uttan at landsstýris
kvinnan sjálv hevði givið endaliga
góðkenning.
- Men svarið er galdandi uttan
mun til um vit hava havt nakrar
mannagongdir, sum ikki eru fylgd
ar í innledismálaráðnum, sigur
Sirið Stenberg.
Málið viðgjørt
Svarið frá innledismálaráðnum
var sent Tórshavnar kommunu 30.
Juni, men beinanvegin hetta hendi,
var málið tikið upp í ráðnum.
Landsstýriskvinnan sjálv varar
ikki av starvsfólkamálum. Hetta
hoyrir undir aðalstjóran, sum eis
ini í hesum føri hevur sent deild
arleiðaranum, sum gav boð um at
senda svarið, eitt ætlanarskriv um
uppsøgn.
Hóast mannagongdirnar ikki
eru fylgdar, sambært landsstýris
kvinnuni, so hevði hetta ikki broytt
nakað í sjálvum málinum.
- Umsóknin frá Tórshavnar
kommunu er viðgjørd í Heilsu-
og innlendismálaráðnum. Komið
var so mikið langt við málinum,
at endaliga góðkenningin var orð
að. Hon manglaði tó eina enda
liga góðkenning frá landsstýris
kvinnuni. Og tað er tað, sum er
mistakið í málinum. Endalig góð
kenning var ikki givin, áðrenn
loyvið fór avstað, sigur Sirið Sten
berg, landsstýriskvinna.
- Tá ið eg havi víst á, at mær
tørvaði meira tíð til umrøðu av
málinum, so var tað ikki í mun til
sjálva avgerðina, men í mun til at
fáa kunnað á landsstýrisfundi og at
fáa nærri innlit í grundgevingarnar,
umframt
hvussu
málið
kundi
handfarast, tá ið tað fór alment
út. Møguliga havi eg ikki verið nóg
greið í hesi útmelding.
- Eisini er týðandi at fáa sagt, at
eg hevði ongar ætlanir um at broyta
avgerðina. Tí er spurningurin um
at taka góðkenningina aftur ikki
relevantur og hevur ongantíð verið
tað,
leggur
landsstýriskvinnan
afturat.
Fylgjur fyri embætisfólk
Málið um broytingina av byggi
samtyktini fær nú avleiðingar fyri
eitt embætisfólk, sum hevur fingið
eitt ætlanarskriv um uppsøgn.
Felagið hjá starvsfólkinum, Bú
skapar-
og
Løgfrøðingafelagið,
boðar frá, at hendir nakað við
teirra limi, so fara tey at fylgja
málinum serliga væl.
Nógv bendir á, at starvsfólkið
og felagið helst vilja hava, at ein
tænastumannakanning
verður
gjørd.
Politiskt er onki sum bendir á, at
mistakið ella skeiva handfaringin í
innlendismálaráðnum fær avleið
ingar fyri landsstýriskvinnuna.
Løgmaður hevur sagt heilt
greitt í útvarpinum, at hann fram
vegis hevur fult álit á landsstýris
kvinnuni, hóast hetta sum er komið
fram seianstu dagarnar.
Tað er heldur onki, sum bend
ir á, at flokkurin hjá landsstýris
kvinnuni, Tjóðveldi, fer at gera
nakað við málið, sum fær avleið
ingar fyri landsstískvinnuna.
Eitt slíkt mál kundi annars elvt
til, at andstøðan fór at reisa misálit
á landsstýriskvinnuna í tinginum,
men heldur ikki tað verður gjørt í
hesum føri.
Andsstøðan hevur ikki viðgjørt
spurningin út í ætsir, men for
maðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen
Niclassen, sigur, at hann ikki held
ur, at eitt uppskot um misálit er
nakað vert.
- Fyri tað fyrsta fellur tað um
samgongan ikki tekur undir við tí
og so er í veurleikanum talan um
eina álitisváttan. Í øðrum føri er tað
soleiðis, at tekur samgongan undir
við misálitið, so verður eitt slíkt mál
loyst á annan hátt í samgonguni,
sigur Jørgen Niclassen.
Uttan mun til, hvat víðari hend
ir í málinum, so hevur Tórshavnar
kommuna fingið eina játtan um, at
kommunan kann broyta byggisam
tyktina.
- Í almennu umrøðuni seinastu
dagarnar hevur nógv verið frammi,
sum ikki er rætt. Millum annað er
sagt, at hetta mistak kostar skatt
gjaldarum hálva milliard.
- Soleiðis hongur tað als ikki
saman. Loyvið úr heilsu- og inn
lendismálaráðnum er eitt loyvi
til Tórshavnar kommunu um at
broyta
byggisamtyktina,
sigur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
í morgun.
SIRIÐ STENBERG Í
RINGUM SJÓGVI UM
HAVNABYGGINGINA
Landsstýriskvinnan er fyri hørðum atfinningum
politiskt, men innanhýsis er talan um starvsfólkamál
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
sigur, at hann hevur fult álit
á landsstýriskvinnuni
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, verður sitandi hóast rumbul um havnabygging í Havn
Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin,
fer ikki at reisa misálit á lands
stýriskvinnuna í hesum máli