Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÍGGJARVIÐURSKIFTI 1300 føroyingar hava seinastu vikuna vitjað og dámt nýggju Facebook síðuna hjá Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum hevur til endamáls at fáa hvønn einstakan at hugsa meira um fíggjar viðurskiftini. – Vit vilja øll hava meira og meira pengar, men spurningurin er, hvat vit kunnu gera, um vit hyggja inneftir fyrst, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, stovnari av síðuni Skynsamt Húsarhald “Eg havi gloymt at tikið mat upp til í dag. Gotter, lat okkum bara fara í Burger King”. Ein setningur, sum helst fleiri kenna seg aftur í. Dagarnir, har tú ikki hevur hugs­ að um, hvat tú og tíni skulu hava til matna, elva mangan til, at nátt­ urðin verður dýrari enn ætlað. Tað er í øllum førum ein veruleiki, sum Heidi Lava Elgeirsdóttir kenn­ir alt til. Heidi er lesandi á Fróð­skaparsetrinum og umframt tað hevur hon starvast eitt nú í Kring­varpinum. Heidi er ein teirra, sum hevur kjakast dúgliga um viðurskiftini hjá teimum lesandi, tá ið umræður lestrarstuðul. Eg veit, at tað skilabesta fyri les­andi hevði verið, um stuðulin kom allar mánaðir í árinum og ikki einans 11 mánaðir. Men eg veit eisini, at fólk skilja tað sum, at lesandi bara vilja hava meira og meira og tað er ein dystur, sum vit neyvan fáa breitt forstáilsi fyri. Tað var í kjalarvørrinum av tí kjakinum, at eg fór at leita inneftir, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir. Meðan kjakast varð um støðuna hjá lesandi, fór Heidi at hugsa um sína egnu fíggjarstøðu. Hon og sjeik­urin hava nóg mikið, men av onkrari orsøk er kontan á trot í end­anum av mánaðinum ella melur akkurát runt. Tí fór hon undir at seta spurningin – hvat kann eg gera, fyri at fáa meira pening um hendi. Mong sita við sama trupulleika Heidi Lava Elgeirsdóttir er tilvitað um, at hon er heldur almenn um tey tingini, sum hon tekst við. Soleiðis gjørdist eisini við hennara royna at leggja fíggjarstýringina um. Fyrst skrivaði Heidi eina stat­us­uppdatering á sín Face­ book­vanga, har hon vildi vita, um onnur vóru áhuga í at leggja eina fíggjarætlan, og soleiðis royna at verða meira tilvitaður um tað, sum keypt verður. Fleiri vildu vera við, so eg valdi heldur at gera eina síðu á Facebook. Síðani hava 1300 fólk dámt síðuna, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir. Tað vísir seg, at fólk úr at kalla øllum samfelagsløgum eru áhug­að í átakinum hjá Heidi Lava Elgeirs­ dóttir, og fleiri hava skrivað til henn­ara, síðani hon fór undir hetta átakið. Síðani hevur Heidi lagt ymiskt út á síðuna, eitt nú góð ráð, sum hon ætlar sær at fylgja. Eitt umráðandi poeng í hesum er, at eg geri hetta út frá mær sjálvari. Hetta er ikki ein peikifingur um, hvat fólk kunnu keypa og nær. Fólk mugu gjarna eta ósunt fyri mína skyld. Eg royni bara at vísa á, at tú kanst eta alt tú vilt, men við eitt sindur av tilrættislegging kann tað gerast munandi bíligari fyri teg, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir. Snýr seg ikki um heilsu Heidi dámar ikki altíð hesar heilsu­ dillurnar, sum hava tað við at taka seg upp í hvørjum hornið í sam­ felagnum. Og tað er umráðandi at staðfesta, at Skynsamt Húsarhald ikki er eitt heilsuátak. Tað, sum eg haldi er stóri synd­ ari hjá mær sjálvari er, at eg áni ikki hvar pengarnir fara. Eg kenni tær føstu útreiðslurnar, men restin av pengunum fara til alt møguligt, sum eg ikki gevi mær far um, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir. Seinastu vikuna hevur Heidi tó lagt lívið hjá sær um. Saman við Facebook síðuni byrjaði hon ein nýggjan kapitul í lívinum mánadagin. Hennara fyrsta ráð er – takið pengarnar út. Tað mest umráðandi haldi eg vera, at man er tilvitaður um, hvar pengarnir fara. Tí havi eg gjørt tað, at eg geri mær greitt, hvussu nógv­ar pengar eg vil brúka uppá mat í ein mánað. Síðani taki eg teir pengarnar út og býti teir í fýra bræv­bjálvar. So er hvør brævbjálvi til eina viku, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir. Skynsamt húsarhald VIL LEGGJA TRÝST