mánadagur 15. august 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
FÍGGJARVIÐURSKIFTI
Á MEG SJÁLVA
Hon og sjeikurin hava tikið
støðu til, at tey við hesum ikki
ætlað at leggja kostin munandi
um, tí tað snýr seg ikki um at eta
sunnari. Tó hava tey valt ein synd
ara frá, sum bæði er fíggjarliga og
heilsuliga ósunnur.
Vit hava valt fastfood frá. Og
ótrúligt nokk hevur tað verið so
lætt at leggja tað á hillina, sigur
Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Hon hevur áður roynt at leggja
ósunna grillmatin frá sær, men tá
ið tað kennist sum ein revsing, so
heldur avgerðin ikki leingi.
Nú kennist tað sum, at eg geri
okkurt gott fyri meg sjálva, tí nú fái
eg meira pening til at ferðast fyri
og til alt tað, sum eg kundi hugsað
mær, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Hon hevur eisini sett sær fyri,
at komandi tíðina fer hon at taka
avgerð um, hvat hon og familjan
skulu eta hvørja viku.
Um tú bestemmar teg til dømis
ein mánadag fyri, hvat tú vilt eta
alla vikuna, so ert tú eisini meira
tilvitaður um at endurnýta sumt
ella at taka matin upp í nóg góðari
tíð og so framvegis, sigur Heidi
Lava Elgeirsdóttir.
Ætlar at fara víðari við
Skynsamt Húsarhald
Heidi Lava Elgeirsdóttir kennir tað
í dag sum, at hon fyri stuttum rakti
ein bólt, sum hon ikki visti var har.
Tí tað var henni ókent, at so mong
onnur sótu við somu kenslu av
óendaligum oysli, tá ið umræður
pengar og mat. Men hendan vikan
og undirtøkan fyri hugskotinum
hjá Heidi hava elvt til, at hon hevur
fingið blóð á tonnina.
Í Føroyum hava vit sum so ikki
fíggjarserfrøðingar, sum fara heim
til fólk og leggja teimum lag á. Vit
hava bankarnar, men tey hava sum
so ikki nøkur góð húsarhaldsráð,
sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Fyri hana er vist, at fólk mangan
sjálvi hava lættast við at finna
loysnir, tá ið umræður teirra egnu
trupulleikar, og tí ætlar Heidi ikki
at steðga her.
Eg eri farin undir at kanna, um
tað ber til at gera meira burturúr
hesum hugskotinum. Til dømis at
stovna eina fyritøku, sum hevur
til endamáls at stuðla fólki í tí
fíggjarliga. Men eg veit ikki við
vissu júst hvussu leisturin verður,
sigur Heidi Lava
Elgeirsdóttir.
Meira kann lesast um átakið hjá
Heidi Lava Elgeirsdóttir á Facebook
síðuni Skynsamt Húsarhald.