Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYAMEISTARASKAP KASSABILAKOYRING Eirikur Lindenskov Leygardagin var stóri kassabila­ dagurin í Skopin, har 13 kassabilar kappaðust um at vera skjótasti, tryggasti og kreativasti kassabilur í Føroyum. – Dagurin eydnaðist sera væl. Veðrið var ikki so gott, men ein tíma áðrenn tiltakið byrjaði, fór at lýsa í. Tað var lýtt, stilt og turt, og fólk í bygdini rokaðust óført at fáa alt klárt, sigur Kristvør Kolden, sum hevur fyrireikað tiltakið. Tiltakið byrjaði niðri á kaiini. Har vóru 30 ára gamli Fiat bil­ur­in hjá Finni Johannesen og ellis­motor­ súkklan hjá Virgari Zachariassen á odda fyri fylginum av kassabilum niðan í bygdina. Á Torginum var alt væl skipað, har teir 13 kassabilarnir vóru inn­ ritaðir at koyra um kapp. Yvir 300 fólk vóru savnað, og lag­ ið var gott. – Væl av fólki vóru komin til dagin við Teistanum – eisini nakrir kassabilar, sigur Kristvør Kolden. Fleiri fólk campaðu eisini á Skopun­Camping, sigur hon. Eftir eina vælkomst røðu frá fyriskiparinum Kristvør Kolden, og tveimun felagssangum kundi kapp­ koyringin byrja. Skipað varð soleiðis fyri, at tveir og tríggir bilar koyrdu um kapp í senn. – Ferðin var øðilig oman eftir men, men har var trygt at koyra, greiðir Kristvør Kolden frá. Har var bæði trygt og gott at koyra, nýasfalteraður bani og verju­garður rundanum, greiðir hon frá. Nógv fólk stóðu fram við veg­ num og fylgdu við. Har var eisini ein fyrsta­hjálpar­ básur við fakfólk, sum vóru klár at hjálp, um tað skuldi verið neyðugt. Og tað var eisini neyðugt, tí longu áðrenn kappkoyringin fór í gongd, koppaði ein bilur við eini gentu í, og hon ein snudd á kjálkan. Men tað helt teimum kortini ikki aftur at vera við í kappingini. Tveir aðrir bilførar fingu eisini skaða, annar tá róðrið læsti seg, og kann rendi í gongubreytina bara fáar metrar frá málstrikuni. Ein smádrongur fekk nógvar snuddir, efitr at hann var komin í finaluna. Júst sum hann skuldi bremsa, hendi okkurt, og hann koppaði. – So spenningurin var nógv­ ur í Skopun. Hóast nakað av dramatikki, so vóru øll glað og væl nøgd og halda, at kassa­bila­ kappkoyring eru rættiliga spenn­ andi og stuttlig – bæði fyri gentur og dreingir. – Og fyri nógvar ungdómar, sum so innlivandi hava bygt kassabilar fyri yngri børn, sigur Kristvør Kolden. Nógv varð eisini gjørt fyri børn­ ini. Har bar til at fáa andlitsmáling, spæla við ymiskt, tekna við kriti, fanga síl o.a. í ánni. Eftir kappkoyringina skuldi hyggjast eftir bilunum, og vinnari av tryggasta og kreativasta bili skuldi kjósast. Vinnarnir av tryggasta bili vóru Skjótasti, tryggasti og kreativasti kassabilur varð kosin í Skopun leygardagin