Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 173 - 11. september 2004 Nr. 173 - 11. september 2004 5 - Tann heimliga hugn- an og trivnaðin kunnu bara búfólkini, starvs- fólkini og tey, sum støkka inn á gólvið, skapa, segði Marjun Gaardbo, borgarstjóri í Nes kommunu, á samkomu í eldrasam- býlinum,Vesturskin á Toftum ELDRARØKT Orð & myndir: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eysturoyggin hevur sein- astu árini tikið stór tøk á eldraøkinum. Samstundis, sum út- byggingar verða framdar á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, hava trý eldra- sambýlir staðið í gerð seinastu tíðina. Í Leirvík og á Toftum er komið undir land, og eldra- sambýlini eru alment latin upp. Í Gøtu stendur sam- býlið liðugt seinni í heyst. Ikki er langt fráliðið, síð- an fuglfirðingar tóku nýggj pláss í nýtslu í niðaru hæddini í Vesturstovu, og stutt eftir komu ætlanir undan kavi at byggja ellis- heim í Fuglafirði. Aðrastaðni í Eysturoynni eru eisini eldrasambýlir sett á stovn, sum hava lætt um trýstið úti á "markini" – um vit so kunnu siga. Hetta eru stór tøk, sum kommunurnar taka. Al- menna ískoytið til íløguna er lítið; einans 50.000 krón- ur fyri hvørt búfólkið. Tað er ikki nógv, tá ið bú- plássini kosta umleið eina miljón hvørt. Men tað ger mun. Í eldrasambýlinum í Leir- vík, sum varð alment tikið í nýtslu herfyri, er pláss fyri 10 búfólkum. Kostnaðurin av byggingini liggur um 9- 10 miljónir krónur. Í eldrasambýlinum á Toftum, sum kostar einar 14 miljónir krónur, er pláss fyri tilsamans 16 búfólkum, harav eitt av plássunum er til umlætting. Gøtu kommuna letur eldrasambýli byggja í Norðragøtu. Ætlandi stendur húsið liðugt at taka í nýtslu í november, og her verður pláss fyri tilsamans 16 fólkum, harav tey fyrstu 10 flyta inn í hesum ár- inum. Íløgan í Gøtu liggur um 16 miljónir krónur. Hesi trý eldrasambýlini, sum ávikavist Leirvíkar kommuna, Nes kommuna og Gøtu kommuna hava bygt, kosta tískil einar 40 miljónir krónur tilsamans. Á vinnuliga økinum eru hesar tríggjar kommunur- nar rættiliga væl fyri, og tað skerst neyvan burtur, at hetta hevur havt sín týdning í raðfestingini av teimum gomlu og veiku. Fuglafjarðar kommuna er eisini væl fyri á vinnuliga økinum, og hetta hevur eis- ini speglast aftur í rað- festingini av íløgum í kommununi. Samkoma Í eldrasambýlinum, Vestur- skin á Toftum, var sam- koma hósdagin, har eitt nú borgarstjórin í kommununi, Marjun Gaardbo, beyð vælkomin og segði nøkur orð um byggingina. – Eg vil bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin at síggja okkara stásiliga sambýli, sum nú er tikið í nýtslu. Her er pláss fyri 16 búfólkum, og tey fyrstu átta eru flutt inn. Marjun segði, at Nes kommuna hevur arbeitt við ætlanunum um at byggja sambýli síðan 1998. – Ætlanin byggir á tann stóra tørvin á eldrarøkt, sum er í kommununi. Vit hava nógv eldri fólk, og nógv hevur verið tosað um eldraøkið - og at flyta hesa uppgávu út til kommunur- nar at taka sær av. Borgarstjórin segði, at tað er Nes kommuna, sum hevur gjørt íløguna og eig- ur bygningin, men landið hevur stuðlað byggingini við 50.000 krónum fyri hvørt búfólk. – Tað er Heimarøktin, sum tekur sær av starvs- fólkunum og búfólkunum, segði hon. Marjun segði, at bygd- aráðið fleiri ferðir viðgjørdi spurningin, hvar húsið skuldi byggjast. – Ymisk økir vóru uppá tal, men vit hildu, at tey eldru ikki skuldu flytast á eitt sambýli, sum lá í út- jaðaranum av bygdini. Heldur vildu vit, at tey skuldu plaserast mitt í ar- beiðsmeldrinum, sum hon tók til. Tí er heimið bygt her, og sjálv haldi eg, at hetta er rætta plássið. Her er eisini høgligt hjá fólki at detta inn á gólvið at vitja tey, sum búgva á sambýl- inum, segði borgarstjórin. Góðir karmar Byggingin av eldrasambýl- inum á Toftum byrjaði fyrst í 2003. – Arbeiðið hevur gingið væl og er væl úr hondum greitt. Marjun helt, at við hesum húsinum skuldu karmarnir verið skaptir fyri einum tryggum og góðum um- hvørvi, bæði fyri búfólk og arbeiðsfólk. – Tann heimliga hugnan og trivnaðin kunnu bara búfólkini, starvsfólkini og tey, sum støkka inn á gólvið, skapa. Borgarstjórin segði, at bygdaráðið hevur samtykt at geva eldrasambýlinum navnið, Vesturskin. – Fyri bygdirnar í komm- ununi er vesturskinið myndin av nøkrum góðum og lívgevandi. Tað er ein vøkur sjón, tá ið tú sært teir ymisku litirnar spæla sær á himmalinum – og sólin er farin niður í vestri. Eg ivist ikki í, at tit, sum koma at búgva og arbeiða her, fara at upliva nógvar vakrar løtur her frammanfyri vind- eyganum. Marjun segði seg vóna, at sambýlið verður til gagns fyri bæði búfólk og starvs- fólk – og fyri alla komm- ununa. – Við hesum orðum lati eg lykilin til leiðaran fyri Heimarøktini, Ásu Hanus- son, sum framyvir kemur at hava ábyrgdina av sambýl- inum, segði Marjun Gaard- bo, borgarstjóri. Arbeiðstakarar Tað eru Fuglø Arkitektar úr Klaksvík, sum hava teknað og projekterað sambýlið á Toftum, og teir hava eisini havt eftirlitið við arbeið- inum. Byggivirkið, KBH á Toftum, hevur havt høv- uðsentreprisuna, Rók-El í Saltnesi el-arbeiðið, Magni Jacobsen í Klaksvík hevur havt málaraarbeiðið, Lita- val í Havn, gólválegging, Reno Vent í Havn, sanitets- arbeiðið, Frits Johannesen av Toftum hevur gjørt grótlaðingina, og Falkon við Jóhan Berg í Saltnesi hevur gjørt lendisarbeiðið. At enda takkaði borgar- stjórin, Marjun Gaardbo, øllum arbeiðstakarunum fyri gott samstarv. Góðir karmar fyri tey eldru Marjun Gaardbo, borgar- stjóri í Nes kommunu, segði nøkur orð á samkomuni í Vesturskin hósdagin Ása Hanusson, leiðari fyri Heimarøktini í Eysturoy, Haldóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu og Sjúður Eliasen, borgarstjóri í Leirvík – Hetta er eitt valaarbeiði, segði Marjun Gaardbo, borgarstjóri C M Y K 5 4 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo