Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 173 - 11. september 2004 Nr. 173 - 11. september 2004 7 Hon hevur upplivað tveir heimsbardagar, mist tveir synir, ein beiggja, drong og verfaðir á ungum árum. Men hóast tað sigur 98 ára gamal Alma Frederiksen í Miðvági seg ongantíð at hava manglað nakað SAMRØÐA Edvard Joensen Miðvági: Tað hevur ofta verið stræv- ið, men ongantíð havi eg manglað nakað, sigur Alma Frederiksen í Miðvági, sum hevur átt níggju børn, mist tvey teirra, mist ein beiggja, drong og verfaðir á ungum árum. Hon hevur upplivað tveir heimsbar- dagar og fingið heimsins størstu yvirgangsatsókn í 95 ára føðingardagsgávu. Í dag fyllir elsta fólk í Vág- um 98 ár. 11. september hevur altíð verið ein merkisdagur hjá Almu Frederiksen. Tá hev- ur hon føðingardag. Men 95 ára føðingardagur henn- ara gjørdist nakað serligt. Ikki tí hon sjálv syrgdi fyri tí, men tí allur heimurin varð skakaður og upptikin av yvirgangsatsóknini í New York. Og tað merkti eisini hendan hátíðardagin í Miðvági, minnist Alma. Mist nógvar Alma er fødd í Sandavági, har hon vaks upp. Mamman var úr Vestmanna, og Í Vestmanna var Alma eisini ein part av ungdóminum. Arbeiddi fisk, sum so mong onnur ung genta. Hon var trúlovað ungum vestmenningi, sum var sjó- maður. Hann hevði sjálvur triðji latið smíðað bát, sum hann fór at rógva út við, tá hann var afturkomin av skipi á heysti 1929. Ein góðan dag, tá bátarn- ir vóru farnir til útróðrar norðureftir, kom illveður á teir. Teir komu aftur ein og ein, men ikki hesin, drong- ur Almu, faðir hansara og ein annar ungur maður vóru við. – Tá var ikki sum nú, at tað varð farið at leitað so- leiðis beinanveg, minnist Alma. Morgunin eftir vórðu boð send eftir mær at koma heim til eina fastur mína, sum búði í Vest- manna. Har fekk eg at vita, hvussu vorðið var, og at teir komu ikki aftur. Alma flutti so aftur til Sandavágs. Hon var við barn og átti eina dóttur árið eftir. Dóttirin varð kallað upp eftir øllum trimum bátsmonnunum, sum burt- urgingnir vóru. Alma giftist seinni við Sigmundi Frederiksen í Miðvági, og saman fingu tey átta børn. Eisini her hevur Alma mist burturav. Ein drongur doyði bara níggju dagar gamal, og ein annar doyði 21 ára gamal av vanlukku yvir í Noreg. Eisini undan øllum hes- um hevur Alma kent til at missa, tí sum smágenta misti hon ein beiggja av vanlukku í Sandavági. Men hon letur ikki illa at kortini. – Ofta hevur tað verið strævið, sigur hon. Men eingin doyr av at arbeiða, og eg má siga, at vit hava ongantíð sitið svong ella manglað nakað. Broytingar Rímiligt eru stórar broyt- ingar hendar í Almusa tíð. Alt er vorðið lættari, og nógv er vorðið betri. Men kortini undrast hon á, at fólk ongantíð hava tíð til nakað í dag. Og altíð eru tey so móð og so stressað. Hóast tey hava maskinur til at gera alt fyri seg. – Nei, tað var øðrvísi fyrr, tá alt varð gjørt við handakraft, sigur Alma og minnist aftur á eina skyld- konu í Sandavági, sum hon fegin vil sleppa at siga frá. Hon fór í torv á Okna- dali, greiðir Alma frá. Tað er eystantil á oynni. Tá hon fór heiman, kastaði hon upp á eina skipstroyggju- ermur, sum hon bant, með- an hon gekk yvir á Okna- dal. Har fór hon at bera burtur tað, sum menninir høvdu skorið dagin fyri. Tá tað var liðugt, fór hon aftur til gongu til hús og bant hina ermuna á vegnum. Og tá torvið varð ført heim, var tað upp í eitt tíggjumanna- far av turum torvi, sum hon hevði borið burtur hendan dagin. Og soleiðis hevur verið hjá Almu sjálvari. Við fleiri børnum hevur altíð verið nógv at tikið í. Tað eru ikki so fáar skipstroyggjur, hon hevur bundið, sigur hon. Og alt hevur hon seymað sjálv. At kalla hvørt plagg til bæði vaksin og børn. Og upptakið hevur ikki altíð verið so lítið, tá lívið var upp á tað mesta heima, minnist hon. Eitt nú, tá flett varð um heystið. Á køks- gólvinum. Børnini sótu á borðum og stólum og hugdu at. Og tá so liðugt var, skuldi takast uppaftur. Tað vóru ikki bara vemb- urnar, sum skuldu vaskast. Men allur køkurin, sum hann var. Gólvið var, sum vera man, fult at blóði. Træ- gólv var, og tað skuldi skúr- ast reint aftur. – Nei, tað var ikki altíð líka lætt, heldur Alma Fredriksen, nú hon minnist aftur á tíðina, sum farin er. Væl við bretarnar – Tað komu nógvir bretar inn til okkara undir krígn- um, minnist Alma. Sigm- und fekk arbeiði hjá teim- um beinanveg, og hann kendi nógvar teirra heilt væl. Og eitt, sum teimum dámdi øgiliga væl, var at koma inn til okkara at fáa pannukøkur. – Men so fingu vit eisini ymiskt frá teimum. Bæði vanligar húsarhaldsvørur, ið annars vóru skamtaðar, og ikki minst góðgæti, sum børnini nutu væl av. Men einaferð mátti Sigmund seta ein upp á pláss. Tað var ein dag, hann hevði tikið ein av dreingj- unum við sær í bili til Sør- vágs. Drongurin hevur iva- leyst havt tað stuttligt, men pápanum dámdi ikki, at hann var farin, uttan at nak- ar visti av. So tá teir komu aftur, fór Sigmund til eing- ilskmannin og segði við hann, at hatta mátti hann ongantíð gera aftur. Hann var bangin fyri, at ein slíkur bilur kundi vera álopsmál hjá einum møguligum flúgvara. Úrslitið var, greiðir Alma frá, at drongurin slapp ongan biltúr aftur, men bretin og vit vóru akkurát líka væl, og hann kom minst líka nógv til okkara eftir hetta. Men onkuntíð var rætti- ligt rok kortini. Sum eina- ferð, tá nakrir bretar, sum búðu á Ryggi, komu nyvir til Kirkjar at berjast. Ein kirkjamaður breyt tenninar í munninum, og ein annar var so óður, at hann skuldi eftir hvalvákninum. Men bretski heryvirmað- urin á Ryggi var eisini óður. Hann segði, at vildu teir sleppa at berjast, skuldu teir eisini sleppa at berjast. Teir vóru sendir til Ong- lands, og tað frættist, at teir fóru líka í frontin. Alma steðgar eitt sindur á og tekur so aftur í aftur, at kanska mistu teir lívið fyri ein bardaga í Miðvágstúni? Alma veit nógv at siga frá sínum langa lívi. Orsak- að av plásstroti í blaðnum í dag, verður restin av frá- søgn hennara prentað í komandi leygardagsblaði. Eg havi altíð havt nokk Alma Frederiksen í Miðvági er elsta fólk í Vágum. Hon býr nú á ellisheiminum í Miðvági og fyllir 98 ár í dag 11. september Mynd : Edvard Joensen Hóast høgi aldurin er farin at merkjast á eygunum, er Alma framvegis ófør við stokkunum Mynd: Edvard Joensen Bátar úr øllum landinum á Johannustevna í Vági Vágssluppin johanna fyllir 120 ár í ár og tað hátíðarhalda vágbingar við stórari bátastevnu, har tey eisini skulu finna Føroya besta egnara BÁTASTEVNA Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágssluppin Johanna er ein av teimum fáu føroysku sluppunum, sum eru varð- veittar. Hon er ein sannur dýrgripur hjá øllum landin- um og hon er samstundis eitt av heimsins elstu segl- skipum, sum enn eru sigl- ingarfør- summi siga tað allarelstu. Johanna er bygt í Rye í Stóra Bretlandi í 1884 og er sostatt 120 ár í ár. Og vágbingar ætla ikki at lata føðingardagin fara stillisliga afturvið borð- inum. Leygardagin 25. sep- tember bjóða vágbingar øll- um bátum í Føroyum suður til vágs á bátatevnu. Hetta verður samstundis endabresturin á einum virknum føðingardagsári, har Johanna rættiliga hevur gjørt vart við seg til gleði fyri stór og smá. Hon hev- ur, m.a, verðið Jóansøkutúr, í fjørðinum við børnum, undir Sumbiarbjørgunum, grilltúr í Tjaldavík, undir Stóru Dímun og sjóræn- aratúr á Vágsfirði. Og nú er hon júst afturkomin av stór- ari oljumessu í Stavanger. Hóast Johannustevnan er leygardagin 25. september, verður tjóvstartað fríggja- kvøldið við tónleikakafé í Stóra Pakkhúsi. Leygardagin klokkan 13 er so ætlanin at bátarnir ymsastaðni frá skulu koma inn eftir Vágsfirði og har fara grindabátarnir í Vági skulu taka ímóti. Klokkan 15 verða ymisk tiltøk. Eitt nú skal føroya- meistarin í at egna finnast og somuleiðis føroyameist- arin í at bøta slætt. Klokkan 19 verður kon- sert í Vágs Kirkju, har grønlendska kórið Aavaat, syngur og klokkan 22 verð- ur "Syngi við" á Garða- brúgv, samstundis sum Stóra Pakkhús er opið frá klokkan 21 til 01. Og at enda verður so dansur í VB húsinum. Sunnudagin klokkan 17 fer Durita Holm at halda fyrilestur í Stóra Pakkhúsi um ferðina kring Knøttin við Salku Valku og klokkan 17-20 eru sjósavnið og Stóra Pakkhús opin. Fyrireikararnir siga, at leygardagin er ætlanin at bjóða manningunum á lut- takandi bátunum okkurt til matna og tí er tað neyðugt at bátarnir melda seg til. Tað kunnu teir gera á Kunningarstovuni í Vági, sum hevur nummar 374342, ella 284342. Tað ber eisini til við teldubrævi á: "infovag@post.olivant.fo". Seinasta freist at melda til er mánadagin tann 20. september. Lions Klubburin í Suðuroy hevur latið Stóra Pakkhúsi í Vági ein styrk til tað stóra virksemi, sum er í húsinum GÁVA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hóast Stóra Pakkhús í Vági ikki hevur nógv ár á baki er tað vorðið ein rættiligur mentanarmiðdepil í Vági. Talan er um eitt gamalt pakhús á Gørðunum, sum Vágs Sóknar Bygdarsavn í Vági hevur gjørt ístand- men tað er gjørt við stórari virðing fyri tí gamla sum var, bæði innan og uttan. Síðani hava nógv tiltøk verið í húsinum av øllum handa slagi, bæði fyri- lestrar, evnisdagar tónleik- ur, framsýningar og fundir av ymsum slagi. Av tí meiri fólksliga kann eisini nevnast, at fólk hittast har javnan at hyggja eftir fótbólti í stórskíggja og hvønn fríggjadag er Fimm- ari, har nógv fólk plaga at hittast at runda arbeiðs- vikuna av eini hugnaligari løtu. Í vetur fer Stóra pakkhús eisini at hava opið fyri børnum hvørt týskvøld. Tey yngru verða fyrr um kvøldið og tey eldru seinnu. Hetta verður ná- greiniligri lýst seinni. Og uppi á Loftinum í Pakkhúsinum er sjósavn. Lions Klubburin í Suð- uroy helt, at eitt slíkt tiltak varð vert at stuðla og eini lítlari samkomu á Gisting- arhúsinum í Øravík nú ein dagin fekk Vágs Sóknar Bygdarsavn ein kekk upp á 10.000 krónur, sum er markaður til virksemið hjá Stóra Pakkhúsi. Tað var Dennis Holm, sum tók ímóti kekkinum fyri Bygdarsavnið og hann duldi ikki fyri, at hann fall á eitt turt stað, tí tað er dýrt at reka eitt slíkt hús. Nógv arbeiðið er sjálv- boðið, men Vágs Komm- una stuðlar húsinum rætti- liga væl og Bygdarsavnið yvirhøvur fær stuðul frá fornminnissavninum. Men hann helt avgjørt, at tað var stríðið vert, tí húsið varð vorðið eitt rættiligur savningarstaður og hann nevndi, at hvønn mánað í vetur hava eini 600 fólk í húsinum um mánaðin, men í summar hevur talið verið munandi størri. Í Summar hevur Johanna verið við í nógvum tiltøkum til gleði fyri bæði stór og smá. Her er hon grilltúr í Tjaldavík og tað er Brandur Enni, sum spælir trompet. Í ár fyllir hon 120 ár og tað verður hildið við stórari bátastevnu í Vági Stóra Pakkhús fekk 10.000 krónur Jens Petur Brattalíð, forseti í Lions í Suðuroy, v.m. handar Dennis Holm ein kekk upp á 10.000 krónur til Stóra Pakkhús í Vági Nú verður farið undir fast tiltak, har tey eldru kunnu koma saman at hugna sær ELDRAHUGNI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður gjørd ein roynd at økja trivnaðin hjá teim- um eldru á Tvøroyri. Anna Djurhuus á Tvør- oyri hevur tikið stig til at skipa eitt dagtilhald á Tvøroyri, har tey eldru kunnu koma saman at hugna sær. Tað er kommunan sum stendur fyri tiltakinum og Anna Djurhuus sigur, at hóast talan er um Tvør- oyrar Kommunu, eru eldri úr hinum bygdunum í Suðuroy, sum eisini eru í pensjonistafelagnum HØFT, hjartaliga væl- komin við. Tilhaldið verður í skúl- anum í Trongisvági og byrjað verður í tí smáa, so má tíðin vísa, hvussu gongdin verður. Anna Djurhuus sigur, at ætlanin er at hava tilhald- ið annanhvønn mikudag frá klokkan 15-18. Fyrstu ferð tað er, verð- ur mikudagin 22. sept. Ímeðan tey eru saman, kunnu tey eldru hugna sær við kortspæli, ella øðrum spæli, stokkum ella øðrum ítrivi og práti, men ætlanin er eisini av og á at fáa onkran at siga frá ella at spæla tónleik. Samstundis bjóðar kommunan kaffi og okk- urt afturvið, men tað er alt ókeypis fyri tey eldru. Anna Djurhuus sigur, at eru tað eldri á Tvøroyri, sum eru illgongd, kunnu tey ringja til hana, so verða tey heintað í buss- inum hjá Ellisheiminum, sum tey hava lánt til endamálið. Men hon leggur dent á, at tað ber bara til at heinta fólk á Tvøroyri, so hon fer ikki uttanbíggja eftir fólki. Eldrahugni á Tvøroyri aðru- hvørja viku Anna Djurhuus hevur nú tikið stig til eitt dagtilhald fyri eldri á Tvøroyri. Fyrstu ferð, tað er opið, verður mikudagin 22. september C M Y K 7 6