leygardagur 11. september 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
9
Øssur og stjørnurnar
15 ára gamli NSÍ
spælarin og Arsenal
viðhaldsmaðurin
fekk góðan fong, tá ið
hann mikukvøldið
var í leiklutinum sum
myndamaður
HEIMSSTJØRNUR OG
NSÍ DRONGUR
Jóannes Hansen
FOTO: Øssur Dalbúð
Hann hevur spælt fótbólt,
síðani hann dugdi at ganga,
og síðani hann var lítil smá-
drongur hevur hann hildið
við Arsenal. Tað hevur ikki
altíð verið so hugaligt, tá ið
tey flestu í nærumhvørv-
inum hava hildið við Man-
chester United og kanska
Liverpool. Men nú er tað
hugaligt at vera Arsenal
viðhaldsmaður.
Á franska landsliðnum
eru tríggir Arsenal spælar-
ar. 15 ára gamli Øssur Dal-
búð í Runavík - tað er hann,
sum er umrøddur omanfyri
- vildi fegin koma tætt at
teimum trimum, táið teir
vóru í Føroyum. Týsdagin
bað hann um kjans á
manningini hjá Sosialinum
mikukvøldið. FSF aðal-
skrivarin var lagaligur, so
hetta bar til, og úrslitið av
virkseminum hjá unga NSÍ
álopsspælaranum og Arsen-
al viðhaldsmannininum eru
myndirnar á hesi síðuni.
Saman við einstøkum
øðrum fjepparum var Øssur
á Hotel Føroyum, tá ið
franska landsliðið fór av-
stað til landsdystin. Har
hitti hann Henrik Larsen,
venjaran hjá føroyska liðn-
um, sum hann varð av-
myndaður saman við. Eitt
umboð fyri franska fót-
bóltssambandið var ikki so
fegið um, at myndir vórðu
tiknar, men Øssur fekk
mynd eitt nú av Thierry
Henry, sum hann heldur
serliga nógv av.
Eftir dystin var hann
millum fronsku og før-
oysku
tíðindamenninar,
sum tosaðu við og tóku
myndir av fronsku spælar-
unum.
Øssur greiðir soleiðis frá:
– Hetta var orduliga
spennandi. Fyrst kom Vi-
eira út, og so fóru allir yvir
til hansara. Eg stríddist fyri
at sleppa tætt at honum, og
tað eydnaðist. Tá ið so
Henry kom út, lupu allir
yvir til hansara. Eg visti, at
Vieira er ógvuliga stórur,
men eg var ikki greiður
yvir, at Henry og serliga
Robert Pires eru so stórir.
Pires kom síðst. Allir vildu
tosa við hann eisini. Hann
var í keppi, og hann hevði
góða tíð. Eg hevði tikið
Arsenal troyggjuna hjá
mær og ein tusj penn við,
og hann skrivaði á troyggj-
una. Tíverri bar tað mær
ikki til at taka bílæt av tí.
Hvat annað legði tú til
merkis?
– Teir vóru fittir og av-
slappaðir. Tá ið teir fóru av
Hotel Føroyum og í bussin,
tosaðu teir allir í fartelefon.
Teir høvdu allir sama slag
av telefon. Tær sóu ordu-
liga flottar út. Eg giti, at tær
vóru frá onkrum sponsori.
Øssur Dalbúð fylgir væl
við, hvussu tað gongst hjá
Arsenal. Hann vónar, at tað
fer at ganga væl hjá teimum
í Europa Cup.
– Eitt, sum eg haldi, var
merkiligt mikukvøldið, var,
at Frakland hevði tríggjar
liðformenn, og at tað vóru
allir spælararnir hjá Arse-
nal. Vieira var liðformaður,
inntil hann varð vístur út.
So var Thierry Henry lið-
formaður, og tá ið hann
varð skiftur út, gjørdist
Robert Pires liðformaður.
Í dag klokkan trý fer
Øssur at fylgja við, tá ið
fronsku stjørnurnar fara at
spæla við Arsenal á útivølli
ímóti Fulham.
Lítil undirtøka
Allir býráðslimirnir
hjá Sambandsflokk-
inum uttan Schu-
mann Hjaltalin hava
játtað at stilla upp til
kommunuvalið í
november
BÝRÁÐSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Suðurstreymoyar
Sam-
bandsfelag hevði hós-
kvøldið annan- og triðja
uppstillingarfund
til
kommunuvalið. Fundurin
metti ikki tað varð neyð-
ugt við einum uppstilling-
arfundi afturat, og fund-
urin gav tí nevndini heim-
ild at finna írestandi val-
evnini.
Formaðurin í felagnum,
Annfinn Brekkstein, sig
ur, at áhugin fyri komm-
unuvalinum tykist vera
lítil.
– Vit sakna áhuga mill-
um okkara limir. Fólk eru
bæði trek at møta upp og
at stilla upp. Eg veit ikki
um fólk eru valtroytt, men
tað er ikki at taka munnin
ov fullan at siga, at áhugin
undanfarin ár hevur verið
væl størri, sigur Annfinn
Brekkstein.
Formaðurin í Suður-
streymoyar Sambandsfel-
ag vísir á, at níggju fólk
hava játtað at stilla upp til
kommunuvalið, meðan 5-
6 ynskja longri umhugs-
unartíð, áðrenn tey taka
endaliga støðu.
Annfinn
Brekkstein
ynskir ikki at nevna øll
nøvnini á valevnunum,
men váttar kortini, at bý-
ráðslimirnir, Beata L.
Samuelsen, Heðin Mort-
ensen og Høgni Mikkel-
sen eru á listanum.
Fjórði
býráðslimurin
hjá Sambandsflokkinum
hetta valskeiðið, Schu-
mann Hjaltalin, boðaði í
summar frá, at hann tekur
seg úr býráðspolitikki.
Smærri støðini við
Annfinn
Brekkstein
greiðir frá, at Sambands-
flokkurin arbeiðir við at
fáa umboð fyri øll tey
smærru støðini á sam-
bandslistan
í
Suður-
streymi.
– Eg havi góðar vónir
um, at vit fara at hava val-
evni frá teimum smærru
støðunum á listanum.
Ætlanin er at tosa við fólk
um vikuskiftið og royna
at fáa tey á listan, fortelur
Annfinn Brekkstein.
Suðurstreymoyar Sam-
bandsfelag væntar, at
endaligi listin til komm-
unuvalið er liðugur seint í
komandi viku.
15 ára gamli Øssur Dalbúð úr Runavík á Hotel Føroyum saman við føroyska venjaranum
Henrik Larsen
Thierry Henry á veg í bussin uttanfyri Hotel Føroyar
Patrick Vieira gav sær góðar stundir at greiða frá reyða
kortinum og úrslitinum, sum hann var ógvuliga fegin um
Robert Pires undir keppi
Lennart Pedersen
starvast dagliga sum
fakligur leiðari á
einum sentri fyri
autistar. Fimm tey
seinastu árini, hevur
hann verið í Føroyum
og hildið fyrilestrar
og skeið. – Hóast tað
enn er eitt fitt petti
eftir á mál, so hava tit
seinastu árini ment
tykkum nógv, sigur
hann
AUTISMA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Týdning at hava
tilboð
Lennart Pedersen greiðir
frá, at autisma er eitt sosialt
brek. Eingi sjúkueyðkenni
síggjast á útsjóndini, men
autistum vanta heilt frá
móðurlívi ein grundleggj-
andi menniskjansligan før-
leika. Tey duga t.d. ikki at
kenna røddina á móður
síni, tey duga ikki at lesa
andlitsbrá og megna ikki at
hava eygnakontakt. Tey eru
í stóran mun skorin frá um-
heiminum.
Lennart leggur tó dent á,
at tað eru fleiri stig av aut-
ismu.
– Nøkur eru fullkomiliga
isolerað í sínum egna huga-
heimi. Tey duga ikki at
hava kontakt við nakran, og
mugu liva á stongdum bú-
stovnum alt lívið. Onnur
harafturímóti fáa havt eitt
sosialt lív, tey megna at
ganga í skúla, og onkur
hevur enntá fingið eina uni-
versitetsútbúgving, greiðir
Lennart frá.
Hesir
seinnu,
betri
fungerandi
autistarnir,
verða nevndir asbergarar.
Hóast teir betri eru førir
fyri ay klára seg sjálvar, so
mugu teir tó eisini hava
hollan stuðul og ráðgeving,
fyri at koma so langt.
Tað er sera týdningar-
mikið fyri lívsdygdina og
lívsmøguleikarnar bæði hjá
autistunum og asbergarun-
um, at tey fáa staðfest
diagnosuna so skjótt sum
yvirhøvur tilber. Og tá
diagnosan so er sett, er
alneyðugt, at tað eru nøkur
tilboð til teirra tørv. Tað er
týdningarmikið bæði fyri
autistarnar sjálvar, men so
sanniliga eisini fyri foreld-
ur og systkin.
Lennart sigur, at samfel-
agið sum heild hevur ógvu-
liga lítið forstáilsi fyri aut-
ismu.
– Tey flestu, sum møta
einum
autisti,
munnu
halda, at tað er ein irriter-
andi óargaungi, sum er illa
uppdrigin. Tey hava lyndi
til at gerast irriterað. Tað
ger autistin ótryggan, og
fær hann at halda seg burtur
frá fólki. Tað sama hendir
við foreldrunum. Tey isol-
era seg eisini heima við
hesum barninum, sum tey
ikki kunnu hava við út
ímillum fólk. So forstáilsi,
lívsdygd og menning hanga
avgjørt saman, sigur hann.
Skeið og fyrilestrar
Lennart Pedersen, leggur tí
dent á, at tað er so alneyð-
ugt at kunna um og tosa um
hetta brekið. Hann hevur
verið í Føroyum í fimm ár á
rað og hildið fyrilestrar, so
hann veit hvussu støðan er í
Føroyum.
– Foreldur, systkin og
avvarðandi hava ofta nógv-
ar ósvararðar spurningar,
serliga her í Føroyum, tí her
eru ikki so nógvir møgu-
leikar at fáa kunning. Tað
merki eg væl, tá eg komi
hendanvegin, sigur hann. –
Tey vita ikki hvar tey skulu
fara við sínum spurningum.
Hesuferð er høvuðsenda-
málið við Føroyaferð hans-
ara eisini, at hava eitt for-
eldra og systkinaskeið.
Hetta verður hildið á Eiði í
vikuskiftinum. Lennart sig-
ur, at skeiðið verður í
tveimum bólkum, har for-
eldur vera fyri seg og systk-
in fyri seg. Har verður
undirvíst í autismu og prát-
að um, hvussu tað er at
hava ein autist í húsinum.
– Vit skulu eisini hugna
okkum saman. Tað er neyð-
ugt fyri hini systkini, at tey
sleppa at hugna sær saman
við foreldrunum, har tey
eru í fokus. So at tað ikki
altíð verður brekaða systur-
in ella beiggin, ið er tað ser-
liga barnið.
Víðari sigur Lennart, at
pedagogar og lærarar eisini
hava tørv á vegleiðing, tá
tað kemur til autistar.
Summir asbergarar eru jú
so frægir, at teir kunnu vera
í barnagarði og skúla sam-
an við vanligum børnum.
Teir hava tó framvegis eitt
sosialt brek, sum lærararar
og pedagogar ofta hava ilt
við at takla.
– Børnini hava ein serlig-
an tørv, og um ikki lærar-
arnir fáa undirvísing í hes-
um brekinum, og hvussu
teir skulu fara um hesi
børnini, so gerst tað lætt
eitt ógvuliga slítandi ar-
beiði, sum stressar og út-
brennir. Lærararnir í Føroy-
um eru ógvuliga isoleraðir
við sínum trupulleikum og
sínum vantandi kunnleika
um brekið, heldur Lennart.
Hann sigur, at hann veru-
liga merkir, hvussu stórur
áhugin er, tá hann kemur til
Føroya.
– Eg eri upptikin nærum
allatíðina, men allíkavæl fái
eg verri enn so nøktað tann
tørvin sum er. Skeiðini eru
fullteknað, og eg eri biðin
at koma so nógvar staðir, at
eg havi verið noyddur at
siga nei til fleiri. So tørvur-
in í Føroyum er ógvuliga
stórur, staðfestir hann.
Á rættari kós
Danmark er fremsta landið
í heiminum, tá tað kemur til
vitan um autismu. Sofie
skolen, sum er ein autista-
skúli burturav, var heimsins
fyrsti, og hann hevur 40 ár
á baki.
Samanbera vit Danmark
og Føroyar, heldur Lennart,
at Føroyar eru eini 15 ár
aftanfyri, hann sigur tó, at
føroyingar
eru
komnir
langt, bara tey seinastu
fimm árini.
– Eg havi verið her eina-
ferð árliga í fimm ár. Og
tað er stórur munur á
hvussu støðan var, tá eg var
her fyrstu ferð og til í dag.
Tá var bert eitt heim fyri
autistar í landinum, og tað
var fyri vaksin. Nú eru
heimini fleiri, fyri nærum
allar aldursbólkar og før-
leikin er nógv batnaður. Tit
eru í støðugari menning og
tað er absolutt at gleðast
um, sigur Lennart.
Hann sigur seg eisini
fegnast um, at tað eru tey
somu fólkini, ið koma aftur
og aftur á hansara skeið.
– Tað ger so ótrúliga stór-
an mun, um tað bert eru
nøkur, ið leggja seg eftir at
menna førleikan og fáa ser-
kunnleika innan autismu,
soleiðis at tey kunnu føra
vitanina víðari. T.d. á skúl-
um ella barnagarðum, har
eitt starvsfólk við vitan,
kann læra hini. Ella at eitt
foreldrapar kann læra onn-
ur foreldur. Tað ger stóran
mun, sigur Lennart.
Eisini heldur hann, at tað
hevði hjálpt, um skipað var
fyri regluligum fundum og
skeiðum, við ymiskum ser-
frøðingum. Tað hevði skap-
að eitt net ímillum tey av-
varðandi og allar fakbólk-
arnar, ið hava við autistarn-
ar at gera. Tað verið seg
lærarar, sálarfrøðingar, al-
mannastovan o.s.fr.
– Tað er gott, at tit royna
at seta fokus á trupulleikan.
Tí hetta eru fólk, ið kunnu
vera sera torfør at fáast við.
Tey duga ofta ikki at siga
hvat tey vilja og hvat teim-
um tørvar, og tað er týdn-
ingarmikið fyri teirra lívs-
dygd, at tey fólkini, sum
eru um tey, hava eina ávísa
vitan. Eg vil siga, at hóast
tað enn er eitt fitt petti eftir
á mál, so eru tit væl á veg,
sigur Lennart Pedersen at
enda.
Serfrøðingur um autismu í Føroyum:
Í støðugari menning
Lennart Pedersen heldur tað vera av alstórum týdningi, eisini at seta fokus á foreldur og systkin hjá autistum. – Um foreldini ikki
fáa góða ráðgeving og eina holla vitan um brekið, sum barnið hevur, kunnu tey lættliga tálma menningini hjá autistiska barninum,
uttan at vita tað
Mynd Jens Kr Vang
C
M
Y
K
9
8