leygardagur 11. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
11
Sum lesarin longu hevur lagt til merkis hava vit í
dag broytt høvdið á forsíðu blaðsins. Hereftir fer
blaðið, sum kemur út fríggjakvøld at eita "VIKU-
SKIFTISSOSIALURIN". Hetta verður gjørt í
ásannini av, at føroyingar hava brúk fyri einum veru-
ligum vikuskiftisblað, tvs. fjølbroyttur og rúgvus-
mikil lesnaður til alt vikuskiftið. Aðrastaðni hava tey
sunnudagsbløð, sum nøkta henda tørv, men vitandi,
at tað er ein sera kostnaðarmikil og møtimikil upp-
gáva at geva blað út her á landi sunnudag, hava vit
so valt alternativið at menna blaðið, sum kemur út
leygardag, við fleiri samrøðum, portrettum, hugleið-
ingum, frásøgnum ol. Hetta verður ment sohvørt.
Vit fara so eisini at gera meira við orðaskiftið. Sosi-
alurin hevur seinastu mongu árini roynt at verið eitt
gott og álítandi tíðindablað fyri allar føroyingar.
Fólk kenna tíðindablaðið Sosialin sum eitt hitt
fremsta blaðið innan tíðindi, ítrótt, og frásagnir um
lívið í Føroyum ol.
Orðaskifti hevur eisini verið í Sosialinum, men fyri
tað mesta hevur hetta verið lesarabrøv ella onnur
innlegg frá fólki, sum eru partur í onkrum stríði ella
máli. Nøkur ár herfyri framdu vit ta broyting, at øll
skulu skriva við fullum navi á kjaksíðunum. Nú vilja
vit eitt stig víðari.
Viðhvørt hevur tað eydnast okkum at fáa fólk við
vitan og royndum at leggja upp til meiri alment og
mennandi kjak. Til dømis hava vit havt kronikkir,
klummur og viðhvørt greinir undir heitinum Ting-
helluni. Harumframt hava oddagreinir okkara eins
og aðrar greinir roynt at ment føroyska kjakið.
Men nú hava vit lagt ætlan um betri skipað kjak í
blaðnum. Sosialurin vil bjóða seg fram sum sterk-
asta og mest seriøsa debattforum í Føroyum við
miðvíst at skipa eina sektión við kjaki og kønum
greiningum hvørt vikuskifti. (Lesið meira á síðu 11
í Vikuskiftinum).
Debattin í Vikuskiftissosialinum verður nevnd Ting-
hellan. Onki er nýtt undir sólini, stendur skrivað. Í
gomlum døgum var føroyska tingið hildið í
Tinganesi, har tingfólk gingu innanfyri veðbondini,
meðan tað vanliga fólkið stóð uttanfyri. Sjálvsagt
høvdu tingfólk tá sum nú mest at siga, men bæði í
krókum og skotum á Tinganesi og helst eisini á
sjálvari Tinghelluni hava fólk við áhuga ella skili fyri
ávísum viðurskiftum havt høvi at sagt sína hugsan.
Eitt lítið land má hava eina skipan seymaða til eitt
lítið land. Fólkið ger av, hvør skal ráða, men tey ráð-
andi kunnu - og skulu - lurta eftir skili og sjónar-
miðum, ikki bara ráða yvir høvdið á fólkinum.
Fólk við royndum, fólk við útbúgving, fólk við
sjónarmiðum fáa nú eitt alment forum, har debattin,
analysan, kjak og fatanir kunnu vera við at menna
føroyska samfelagið. Alt hetta verður partur av
nýggja Vikuskiftissosialinum eina ferð um vikuna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vikuskiftissosialur og
nýtt debatforum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Villleiðandi SvF
Politiskt strongd barnaansing
Johan Petersen
SvF hevur í hesum døgum
endursent sendingarnar hjá
Høgna Hoydal um banka-
málið. Men SvF kann ikki
bara sær at koma við vill-
leiðingum
SvF hevur í vikuni í
samband við, at tað hevur
20 ár á baki, í trý fylgjandi
kvøld endursent sending-
arnar hjá Høgna Hoydal og
øðrum um bankamálið.
Hóast nógv er hent í hesi 7-
8 árini, síðani sendingarnar
vóru gjørdar og okkara
vitan um málið er væl størri
í dag enn tá, so leggur SvF
upp til, at sendingarnar
verða endurmettar, grund-
að á vitan okkara í dag um
málið.
Alt gott um tað, men tá ið
Ivan Niclasen, sjónvarps-
vertur, í lýsing síni av
fyrstu sending sigur, at
hetta mál kom at kosta
føroyska skattgjaldaranum
2,7 mia. kr., tá villleiðir
hann longu hyggjaran, sum
- um hann ikki er betri vit-
andi - sjálvandi metir send-
ingarnar við grundstøðin-
um, sum SvF hevur lagt í
hann.
Kostaði ikki skatt-
gjaldaranum 2,7 mia,
men 300 mió. í
vinningi
Lýsing Ivans er beinleiðis
ósannindi, tí í 1993 bleiv
landskassin
høvuðspart-
aeigari í Føroya Banka, sum
30. juni í ár hevði eina rokn-
skaparliga eginogn upp á
1.543 mió kr. Harumframt
fekk landskassin í 1998
endurgoldið 1.500 mió. kr.
Sostatt hevur Landskassin
fyri 2,7 mia. kr. fingið 3,0
mia kr. ella ein vinning upp
á 300 mió kr.!
Ivani nýttist ikki at koma
við nevndu lýsing, men tá
ið hann ger tað, má minsta
krav hyggjarans verða, at
lýsingin er røtt og ikki
tendensiøs!
Sendingarnar
politiskt sikti
Skal ikki gera nakra meting
av sjálvum sendingunum,
tað vildi verið alt ov nógv
at komið inn á, nú vit í bak-
sýninum vita, at sending-
arnar høvdu politiskt sikti,
men bert biðja teir hyggj-
arar, sum veruliga vilja
gera sær eina meting um
bankamálið, eisini at skoyta
til hina síðuna og lesa
áhugaverdu bókina hjá
Richard Mikkelsen Færø-
erne i bankkrisens tegn.
Tað vóru jú ikki danir,
sum ynsktu at blanda seg,
men føroyingar, sum hálva-
vegna brutu upp dyr á
miðjari nátt í danska for-
sætismálaráðnum í okt.
1992 og bóðu um hjálp!!
Jógvan Arge
býráðslimur
Tað hevur mangan verið
lítið gott at frætta av Vagl-
inum seinastu árini. Tórs-
havnar Kommuna hevur
mistikið seg ella forlopið
seg í einum máli fyri og
øðrum eftir.
Hon hevur tí fingið høgg
oman á høgg fyri sína
handfaring av málum og
borgarum.
Eitt hava vit tó verið
samd um í býráðnum: at
seta dik á at loysa tann stóra
tørvin, sum hevur verið á
ansingarplássum til børn.
Hetta hevur verið gjørt
við at byggja barnagarðar
og vøggustovur, sum er tað,
ið fólk flest vilja hava.
Vit eru komin langt
áleiðis við hesum bygging-
um, men vit eru ikki komin
á mál og koma kanska
ongantíð heilt á mál.
Kortini fór Tórshavnar
Kommuna nú hendan dagin
út við einum officiellum
tíðindaskrivi um, at øll
børn yvir hálvt ár hava
fingið
ansingartilboð.
Hvørt skal siga: allur
ansingartørvur er loystur.
Hóskvøldið fingu vit so
at vita um eina av teimum
metodum, sum liggja til
grund fyri páhaldinum í
kommunala tíðindaskriv-
inum.
Kommunan hevur potað
fleiri børn, enn gott er inn á
stovnarnar, sum eru tøkir í
dag. Hesum hava stovns-
leiðslurnar ampa av, bæði
mótvegis
børnum
og
starvsfólkum.
Havi
sjálvur
sitið
í
mentamálanevndini hetta
skeiðið og havi ikki vitað
betur, enn at politikkurin
hjá Tórshavnar Kommuna
hevur verið at hava barna-
ansing á hægsta trivnaðar-
liga stigi.
Veit onki um, at minkast
skuldi um møguleikarnar
hjá børnunum at trívast á
stovnunum
til
tess
at
politiska samgongan upp
undir tilstundandi komm-
unuvalið í ótíð kundi reypa
av loystum ansingartørvi.
Men tað er eftir øllum at
døma tað, sum nú hendir.
At fara við teimum
smæstu og viðkvæmastu
borgarunum næstan sum
høsnum í búri fyri at fáa
gloriuna at sýnast at skína
til valið er at fara langt út
um sømiligt mark.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Tingmaðurin Tórbjørn Jac-
obsen hevði nøkur forman-
andi orð í Dimmalætting
hósdagin, um floksdissiplin
og skipað tingarbeiði.
Tað er vanligt, at tann
sum vegleiðir onnur, roynir
at vera fyrimynd sjálvur. Tí
mugu vit ganga út frá, at
Tórbjørn Jacobsen hevur ta
fatan, at hann sjálvur vand-
ar sær væl um orðini á
tingsins røðarapalli, at hann
virðir formansskapin, yvir-
heldur ásettu talutíðirnar,
og at hann ikki svarar til úr
tingsalinum, tá onnur hava
orðið. Eisini mugu vit
ganga út frá, at maðurin
hevur floksdissiplin, og at
hann ikki setur fyrispurn-
ingar á tingi, sum einans
hava til endamáls at darva
tingarbeiðinum.
Men tað kennist løgi, tá
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
Tjóðveldisflokkurin er ein-
asti flokkur á Løgtingi, sum
hevur skipað seg við fram-
søgufólkum, meðan aðrir
tingmenn "fara upp at
gáka", hvørja ferð eitt mál
skal viðgerast.
Sambandsflokkurin
gongur fult inn fyri dis-
siplini og virðing, bæði
innanflokka og í tingsalin-
um, og flokkurin hevur
sjálvsagt
framsøgufólk,
hvørt á sínum øki.
At Tjóðveldisflokkurin
harafturímóti tykist at síggja
tað sum sína fremstu upp-
gávu í andstøðu, at darva
politiska arbeiðinum mest
møguligt, vísir tann vant-
andi virðingin, sum flokkur-
in hevur víst tinginum síð-
ani valið. Bara síðani á ólav-
søku hava landsstýrismenn
á tingfundum svara 21
munnligum fyrispurningum
frá Tjóðveldisflokkinum, og
harumframt liggja tríggir
skrivligir fyrispurningar frá
sama flokki og bíða eftir at
verða svaraðir.
Spurningarnir eru ikki
bara nógvir í tali, men teir
eru eisini sera umfatandi.
Dømi er um, at ein fyri-
spurningur frá Tórbjørn
Jacobsen var í 10 punktum,
so landsstýrismaðurin sum
hevði tveir minuttir at svara
í, kundi í mesta lagi brúka
12 sekund til hvønn spurn-
ing.
Spurt verður um bæði
líkt og ólíkt, og tá spurning-
arnir eru svaraðir, sigur
spyrjarin so at siga hvørja
ferð, at hann er ikki nøgdur
við svarið, men tað heldur
honum kortini ikki aftur
við at seta enn fleiri spurn-
ingar av sama slag.
Sjálvsagt er tað í lagi, at
tingmenn seta landsstýris-
monnunum fyrispurningar.
Men tað er ikki í lagi, tá
endamálið einans er at vera
meinbogi hjá teimum, sum
vilja nakað í politikki.
Gamalt er, at tann sum
býr í glashúsi, eigur ikki at
kasta við gróti. Tí eiga Tór-
bjørn Jacobsen og Tjóð-
veldisflokkurin ikki at úttala
seg við alt ov stórum orðum,
tá tosað verður um mangl-
andi virðing í øðrum flokk-
um. Teir byggja nevniliga
einki land við tí framferð,
sum teir hava víst á tingi
hetta seinasta hálva árið.
Sambandsfloksins áheitan
á Tjóðveldisflokkin skal tí
vera, at vit øll samstarva um
at lyfta støðið, virðingina og
dissiplinið, bæði á tingi og í
flokkunum.
Samstarv
er
vegurin
fram.
VIÐMERKINGAR
240 milliónir í virðisvøkstri av okkara fiskatilfeingið fara
óvirkað av landinum??
Johan Dahl,
løgtingsmaður
Vágur 10.09.2004
Taka vit flakavinnuna á
landi, so skapti hendan í
fjør ein virðirsvøkstur pr.
kilo, av tí sum hon fram-
leiddi uppá uml. 6,00
krónur.
Hyggja vit so eftir,
hvussu nógvur fiskur bleiv
seldur beinleiðis av land-
inum, so var nøgdin umleið
40.000 tons.
Vit eiga at spyrja okkum
sjálvi - hava vit sum sam-
felag ráð til at lata slíka
nøgd fara millum fingrar-
nar á okkum?
Hava vit ráð til at lata ein
virðisvøkstur, sum eigur at
skapa arbeiði her heima
fyri ca. 240 milliónir ella
kanska meira frá okkum?
Kunnu vit verða hann
fyriuttan?
Hyggja vit at Íslandi, so
hava hesir púra greiðar
reglar fyri, hvussu teir fáa
sum mest burturúr teirra
tilfeingi.
Fer fiskur óvirkarður av
landinum har, so verður
hesin álagdur avgjøld og
harvið gera keyparar og
framleiðarir alt fyri at
virðisøkja fiskin, áðrenn
hann verður útfluttur.
Teir skapa harvið eisini
stabilitet i vinnuni og har-
við samfelagnum.
Í Føroyum hava vit stórt
sæð ongi krøv ella lógir
hesum viðvíkjandi
Eiga vit ikki at seta treyt-
ir við okkara rávørutil-
feingi, soleiðis at tað skal
verða selt yvir uppboðssølu
í Føroyum, góðska og
støddarskilt, har allir -
føroyingar og útlendingar,
kunnu bjóða á líka fóti?
Við ørðum orðum, vit
krita banan upp - spæla á
heimavølli og bjóða úti-
liðnum at spæla móti
okkum her á líka fóti.
So kann ein spyrja seg
sjálvan _ hvat so við kapp-
ingini - verður hon ikki
avlagað við at vit selja allan
okkara fisk sum verður
veiddur í føroyskum økið
yvir føroyska uppboðssølu?
Sjálvur meti eg ikki, at vit
harvið koma at avlaga
kappingina, men heldur
hinvegin veruliga koma at
hava fría kapping har allir
bjóða her heima á líka føti,
men vit seta dagskránna -
tað sum kemur at skilja eig-
ur alt annað líka ikki at vera
annað enn flutningskostn-
aðurin til meginlandið.
Tey gjøld sum verða
kravd herheima fyri kassa-
leigu, skiljing, pakking
osfr. mugu so sjálvandi
verða á einum kappingar-
førum støði.
Ein NON PROFIT (sum
ikki gevur avlop) uppboðs-
søla sum t. d. fiskimenn,
keyparar og seljarar eiga,
eigur møguliga at verða
stovnað at taka sær av allari
søluni.
ES avtalan frá 2001
Vit mugu eisini hava í huga,
at vit hava undirskrivað ein
veterinæravtalu við ES í
2001, har vit hava bundið
okkum til, at allur fiskur
skal lýsast til sølu, góðsku-
mettur og støddarskildur.
Kemur bara ein klaga til
ES um, at vit ikki halda
okkum til undirskrivaðar
avtalur á hesum øki, so
kunnu vit vænta at fáa ein
yvir nakkan, sum so kann
verða til óbótaligan skaða
fyri okkum sum framleið-
araland til hendan marknað.
Framtíðar keyp og
søla má endurskoðast
Hetta evnið - keyp, søla og
framleiðsla av fiski í Før-
oyum av føroyska land-
grunninum, hevur alstóran
samfelagsligan týdning og
eiga vit sum politikkarar at
hava rygg til at taka hesi
málini upp til viðgerðar
straks og fremja neyðugar
tillaginar í skipanini, tí við
verandi gongd so fer virk-
semið hjá flakavinnuni á
landi áhaldandi at minka,
og tað kann ongin av okk-
um livað við.
Skipanin er ikki nøktandi
sum er.
• Vit mugu viðgera pluss-
ir og minussir við skipanini
í verandi líki.
• Vit eiga at viðgera
spurningum um úrslitið av
gongdini ikki kemur at føra
við sær eina vertikala inte-
gratión, har skip og virkir
aftur verða tengd at hvørj-
um ørðum og hvør (hvørji
økir í landinum) um so
verður kemur at verða við
sviðið so.
• Vit eiga at hyggja at
hvussu vit fáa tillaga eina
nýggja skipan fyri keyp og
sølu av fiski í Føroyum
• Hvør skal t.d. verða
seljarin, um fiskurin verður
fluttur óvirkaður av landin-
um - skal tað verða loyvis-
havarin ella annar seljari?
• Vit eiga at gera eina
tillagingartíð fyri at fáa
møguligu broytingarnar at
virka sum tær skulu .
• Vit eiga at gera karmar
soleiðis, at vinnan hevur
stabilitet og verður at líta á
hjá teimum sum keypa.
• Tað eiga at verða
gjørdar reglar fyri, hvussu
eisini arðir skipabólkar
kunnu gagna samfelagnum
í mest møguligan mun, t. d
hvussu hjáveiðan hjá uppi-
sjóarflotanum
eigur
at
koma til høldar
• Hvussu fáa vit best
møguligt
virðisøkt
og
gagnnýtt t. d. svartkjaftin
framyvir, - fóður til laks og
síl? Surimi?Fars? heilfryst?
Nevnd kundu verið fleiri
ting, men eg meti, at tað er
neyðugt at fáa debatt um
hetta evnið og hareftir
framt neyðugar broytingar
skjótast møguligt, tí tað eru
kanska enn størri upphædd-
ir enn tær 240 milliónirnar,
sum fara millum fingrarnar
á okkum, uttan at vit geva
okkum nóg nógv far um
tað.
Floks- og løgtingsdissiplin
Granskarin Beinta í
Jákupsstovu og út-
lendingar í Føroyum
Føroyingar halda seg
framvegis vera van-
liga gestablíðir, og vit
meta framvegis út-
lendingar sum gott
tilfeingi
Jógvan við Keldu,
landsstýrismamaður
Havi verið ivasamur um eg
skuldi gera viðmerkingar til
orðini hjá Beintu í Jákups-
stovu, granskara í Útvarpi
Føroya fyri viku síðani í
samband við viðger av
útlendinga-málum í Før-
oyum. – Tað verður tó gjørt,
tí hennara útsagnir eiga ikki
at standa einsamallar.
Tá granskari og søgu-
frøðingur tosar ella skrivar,
hevur tað sjálvandi tyngd.
Hesi vita væl meiri enn
flestu av okkum um tað, tey
hava við at gera. - Søug-
falsan ella rangar viðmerk-
ingar frá einum granskara
verða tí tikin í álvara.
Hon nevndi m.a. hetta
einfalda í at vit áttu at
bjóða útlendingum væl-
komnar til landið og læra
tey málið. - Ja, hvør tekur
ikki undir við tí.
71 ymiskar tjóðir í
Føroyum
Men fyrst av øllum átti hon
at gjørt sær greitt, hvat
hetta inniber. Vit hava ikki
færri enn 71 ymiskar tjóðir
umframt norðurlendingar í
landinum og harvið nógv
ymisk tungumál, har lærar-
ar og frálærumøguleikar
skuldu til. - Hon eigur at
kenna tað ofta illa sperda
skúlaverkið.
Ofta kann vera meining í
at gera eitt og annað í lond-
um har milliónir búgva,
men er burturvið at royna
at fremja í smátjóð, bara tí
at tølini eru ov smá.
Lógir og treytir
Síðani nevndi hon, at hesi
eru skattaborgarar í Før-
oyum.
Tað er rætt, um so er, at
tey hava arbeiði. Tí stendur
týðiliga í donsku útlend-
ingaógini, tá loyvi verða
givin hjá útlendingi at flyta
til Føroya, at treytin er
"væsentlige beskæftigels-
eslsmæssige eller erhvervs-
mæssige hensyn taler for at
imødekomme ansøgning-
en". – Í løtuni hava vit upp-
gangandi arbeiðsloysi, sum
fer heilt upp í 20% í
onkrum økjum í Føroym.
Tá hon - á sín uppalandi
hátt - sigur, at "fyrr í tíðini
var útlendingurin eitt til-
feingi", er hon ikki í iva, at
so er ikki longur, tí víðari
sigur hon, at "tað er ósømu-
ligur atburður at blaka
útlendingar av landinum".
Her eigur krav at vera, at
hon - við tí status hon hev-
ur - kemur við nærri og
vælundir-bygdari frágreið-
ing í víðastu merking.
Viðvíkjandi
íslendsku
kvinnuni, hon nevnir í
Hovi, sum bert hevði væl-
rætt og ikki vælbari til
kommunuval er at siga, at
hesin skeivleiki er millum
tær
lógarbroyt-ingarnar,
sum eg ætli at leggja fyri
løtingið væntandi í kom-
andi viku.. - Hetta var bein-
leiðis sera óheppin skeiv-
leiki
í
vallógini
til
føroyskar kommunur.
Útlendingar skulu
kenna seg væl
Lat meg í fyrstu syftu enda
her og gera vart við, at vit
føroyingar halda okkum
framvegis
vera
vanliga
gestablíðir, vit ynskja, at tey
ið koma til okkara, skulu
kenna seg væl. Vit meta
framvegis at útlendingar eru
gott og týðandi tilfeingi og
góðir skattaborgarar, tá
arbeiði er til tey.
Við hesum í huga, og við
royndunum sum gjørdar
eru í londunum uttan um
okkum, er avgjørt, at vit
skulu úrgreina og lýsa hetta
øki væl, soleiðis at vit í
framtíðini fáa eina góða og
vælvirkandi útlendingalóg,
sum bæði tænir landi
okkara og ikki minst, at teir
útlendingar sum koma her,
kenna seg væl og gerast
góðir samfelagsborgarar.
Nei, hetta er ikki eitt so
einfalt mál, at hetta bara
kann tosast um í einar tveir
tríggjar minuttir í einum
útvarpspráti, sjálvt um
prátið er við granskara -
sum annars ikki nevndi,
nær hon hevur granskað í
viðurskiftum
hjá
útlendingum í Føroyum.
C
M
Y
K
11
10