mánadagur 15. august 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
#TOSAORDILIGT
– Tú hevur rætt at siga hvat tú vil, men í summum førum er tað skilagott at skerja sítt egna frælsi, sigur Rógvi
Olavson, Cand.soc og Msc innan mentan, samfelag og samskifti. Sosialurin viðgerð í hesum døgu kjakmentan
Kjakmentan
Sólvit Nolsøe
Solvit@sosialurin.fo
Talufrælsi er ein horna
steinur undir einum fólka
ræði og er grundarlagið
undir einum kjaki. Talufrælsi
er tað, ið gevur tær rætt at
siga tína hugsan, uttan at
bera ótta fyri at revsaður
bert fyri at hava eina hugsan.
Talufrælsi er tað, ið tryggjar
tær ein rødd at finnast at
ella koma við eini skeivari
hugsan. Í stuttum er talu
frælsi, at tú hevur rætt at
úttala tína meining.
Spurningurin er so um
talufrælsi gevur tær rætt
til tað, ið tú hevur hug til.
Kann tú gera og uppføra teg
sum tú vil, uttan at taka atlit
ella fyrilit? Er tað kanska
skilagott í summum førum
at skerja talufrælsi og eigur
mann í summum førum at
verja talufrælsi?
– Tú hevur rætt at siga
hvat tú vil, men í summum
førum er tað skilagott at
skerja sítt egna frælsi, sigur
Rógvi Olavson, Cand.soc og
Msc innan mentan, samfelag
og samskifti.
Rógvi
Olavson
nevnir
embætisfólk sum eitt dømi.
– Eg var til eitt tiltak,
har tað kom fram, at í veru
leikanum er tað einki, ið
bindir eitt embætisfólk til
ikki at úttala seg um ávís
mál, tað er øgiliga áhugavert,
sigur Rógvi.
Hann vísir tó á, at hóast
tað ikki er nøkur juridisk
binding, ið noktar embætis
fólki at úttala seg, so hevði
tað verið ov kaotiskt, um øll
úttalaðu seg um mál í tíð og
ótíð. Tað er nokk tí at so fá
embætisfólk traðka fram og
úttala seg alment.
– Sama ger seg galdandi
fyri
fólk,
ið
til
dagligt
starvast í eini fyritøku. Tey
hava onnur áhugamál enn
bara síni egnu at hugsa um.
Tí kunnu tey eisini hugsa,
at tað loysir seg ikki væl,
at úttala seg um ymsikt, ið
møguliga gongur teirra við
skiftafólkum ov nær, sigur
Rógvi Olavson.
Talufrælsi eigur
ongar avmarkingar
Rógvi Olavson heldur, at
talufrælsi í sær sjálvum
eigur ongar avmarkingar at
hava. Í prinsippinum skulu
fólk sleppa at siga tað, ið tey
hava hug til.
– Tað dámar mær betur,
enn at fólk einki siga, sigur
Rógvi, ið heldur, at tá fólk
hava lyndi til verða ósømilig
ella skilaleys, eigur mann at
vinna á teimum við teimum
góðu argumentunum, sigur
hann.
Trupulleikin
kann
tó
verða, at fólk ikki tíma at fara
undir eitt kjak. Talufrælsi
merkir ikki neyðturviliga,
at tú hevur eina skyldu at
úttalað teg og fleiri brúka
eisini tann møguleikan. Ikki
øll tíma at fáa ov nógv oman
yvir seg.
– Hinvegin kann tú siga,
at fólkaræði er nógv meir
enn bara at fara á val fjórða
hvørt ár, vísir Rógvi á. Hann
sigur víðari, at um tú vil hava
ávirkan á kjakið ella kanska
heldur, at onkur ikki hevur
rætt ella er skilaleysur, so
eigur tú at tala at. Tey
moderatu, ið kjakast siðiliga,
eiga ikki at køvast av teimum
ekstremu kjakarunum, sigur
Rógvi Olavson.
– Ofta tá mann lesur eina
viðmerking, ið er útspillandi
ella skilaleys, so ivast mann
í, um viðmerkingin eigur at
fáa svar. Viðurkennir mann
tá viðkomandi sum kjakara,
sum viðkomandi møguliga
ikki átti at blivi, ella átti
mann kanska júst at svara,
so viðkomandi ikki slapp
at ótálmaður áfram. – Tað
kann verða ein tvístøða, ið
nógv standa í, sigur Rógvi
Olavson.
Kjakmentanin øðrvísið
í viðmerkjaradebattum
Tað verður ofta funnist at
tónanum, ið er at síggja undir
greinum
á
talgildum
miðlum ella í kjakum
á sosialum miðlum.
Kjakarar
kunnu
verða serstakliga
grovir í sínum
viðmerkingum
og ofta er tað
sagt á ein hátt,
ið mann veit, at
viðkomandi
ikki
hevði sagt alment.
Rógvi Olavson heldur,
at fjarstøðan til hinar
kjakararnar kann verða ein
orsøk.
– Mann situr og kjakast
við
eina
teldu
og
fær
ikki tær reaktiónir, ið tú
fær frá einum kjaki, ið er
beinleiðis saman við øðrum
menniskjum, sigur Rógvi. Tí
verður tað ofta øðrvísi enn
eitt vanligt kjak og mann
missir kanska sítt egna
filtur, tá ein ikki sær hvussu
móttakarin tekur ímóti tíni
útsøgn. Tað er lættari at
verða ekstremur, tá tú er
langt burtur frá hinum, ið tú
miðlar boðskapin til.
Rógvi heldur tó ikki, at
digitalu miðlarnir eru ringir
fyri eitt kjak ella eina kjak
mentan.
Fólk fáa nógv input og
kunnu lættliga fylgja við og
tað gott, sigur Rógvi Olavson
at enda.
Talufrælsi
- SKILAGOTT
AT SKERJA
EGIÐ FRÆLSI
SOSIALURIN VARPA
Í HESUM DØGUM
LJÓS Á KJAKMENTAN
Í FØROYUM. LES
MEIRA Í VIKUSKIFTIS
SOSIALINUM, SUM
KEMUR Á GØTUNA
HÓSDAGIN