mánadagur 15. august 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna í
Heilsu- og innlendismálum
Í almennu umrøðuni av málinum
um at lata Tórshavnar kommunu
umhvørvisgóðkenning til havna
útbygging eru nógvir spurningar
reistir, og nógvar misskiljingar eru
frammi. Tí hesar linjur.
Tað
tykist
standa
ósvarað,
hvørt góðkenningin til Tórshavnar
Havn stendur við. Lat meg svara
beinanvegin,
at
góðkenningin
stendur við. Tað havi eg eisini sagt
alment.
Umsóknin
frá
Tórshavnar
kommunu er viðgjørd í Heilsu-
og innlendismálaráðnum. Komið
var so mikið langt við málinum,
at
endaliga
góðkenningin
var
orðað. Hon manglaði tó eina
endaliga góðkenning frá lands
stýriskvinnuni. Og tað er tað, sum
er mistakið í málinum. Endalig
góðkenning var ikki givin, áðrenn
loyvið fór avstað.
Tá ið eg havi víst á, at mær tørv
aði meira tíð til umrøðu av mál
inum, so var tað ikki í mun til sjálva
avgerðina, men í mun til at fáa
kunnað á landsstýrisfundi og at fáa
nærri innlit í grundgevingarnar,
umframt
hvussu
málið
kundi
handfarast, tá ið tað fór alment
út. Møguliga havi eg ikki verið nóg
greið í hesi útmelding.
Eisini er týðandi at fáa sagt, at eg
hevði ongar ætlanir um at broyta
avgerðina. Tí er spurningurin um
at taka góðkenningina aftur ikki
relevantur og hevur ongantíð verið
tað.
Spurningurin, sum eg stóð
eftir við, var, um nakar ivi kundi
reisast um, hvørt avgerðin hevði
gildi, tá ið tað stendur í lógini, at
landsstýrisfólkið skal góðkenna
eina slíka avgerð. Hon var jú farin
út uttan góðkenning. Metingin í
Heilsu- og innlendismálaráðnum
var, at avgerðin stóð við, tó at
eingin endalig góðkenning frá mær
fyrilá.
Beinanvegin eg var varug við,
at avgerðin var farin avstað uttan
mína góðkenning, setti eg meg
í samband við aðalstjóran. Og í
ráðnum bleiv málið tikið upp bein
anvegin
innanhýsis.
Almenna
kjakið kann geva tað fatan, at ráðið
nú aftaná miðlaumrøðuna er farið
at viðgera málið innanhýsis. So er
ikki.
Í almennu umrøðuni seinastu
dagarnar
hevur
nógv
verið
frammi, sum ikki er rætt. Millum
annað er sagt, at hetta mistak
kostar skattgjaldarum hálva milli
ard. Soleiðis hongur tað als ikki
saman. Loyvið úr Heilsu- og inn
lendismálaráðnum er eitt loyvi
til Tórshavnar kommunu um at
broyta byggisamtyktina.
Sjálva avgerðina um at útbyggja
havnarøkið
eigur
Tórshavnar
Kommuna einsamøll. Tað er ein
politisk kommunal avgerð, sum
Heilsu- og innlendismálaráðið ikki
tekur støðu til. Landið byggir onga
havn.
At rumbul er um málið nú, er
tí, at millum annað Kringvarp
Føroya hevur biðið um og fingið
alment innlit í málið og hevur í tí
sambandinum sett mær ymiskar
spurningar. Hesum spurningum
havi eg sjálvsagt svarað erliga.
Meinhard Jacobsen
Msc. Fiskivinnutøkni.
Tá ið nýggja samgongan tók
við, var eg spentur uppá hvussu
fiskivinnupolitikkurin
kom
at
verða.
Lyftini
frá
samgongu
leiðarunum og serliga frá Fiski
málaráðharranum boðaðu frá, at
nú skuldi broyting koma í. Ruddast
skuldi upp í óskilinum, nú skuldi
umsitast rætt og rættvísi skuldi í
hásæti.
Á sumri 2011 hevði eg, sjálvur
triði, fatur í Høgna Hoydal á
fundi á Gamla Apotekið. Vit
vistu um ætlaðu avgerðirnar hjá
”Makrelsamgonguni”,
fyri
deil
ing av nýggja tilfeinginum “Mak
relinum”. Vit greiddu Høgna frá
hvørjar fylgjurnar koma at verða
í eigaraviðurskiftunum fyri fiski
flotan, um teir settu ætlaðu avgerð
irnar í verk. Høgni lurtaði, men var
hvørki til at høgga ella stinga í ”Teir
útvaldu skuldu fáa bróðurpartin”
og heimaflotin mátti sigla sín
egna sjógv - einki skuldu hesir fáa,
tí hetta var stuðul ??. Einki var
tosa um hvør rættartrygdin var –
hvussu søguligu rættindini vóru –
hvør hevði rætt til nýggja tilfeingið
o.s.fr.. Sum sagt so gjørt og í dag so
kann eg staðfesta, at fylgjurnar
vóru størri enn vit tríggir ávaraðu
Høgna um.
Avgerðirnar sum Makrelsam
gongan tók í 2011, mugu metast at
verða fundamentið undir fámanna
veldinum í fiskivinnuni - har Uppi
sjóvarflotin og Barentshavs flotin,
nú eiga størri og størri part av
heimaflotanum. Alt fleiri rættindi
savnast á færri og færri hondum.
Í 2011 var ein søguliga góður
møguleiki at fáa skilagóða um
siting av øllum tilfeinginum hjá
føroyingum - øllum føroyingum at
frama, men Makrelsamgongan tók
ikki av.
Hevði vænta, at nýggja sam
gongan fór at verða afturlítandi og
eftirmeta tað ið teir fingu á skaftið
undir ”Makrelsamgonguni”.
Men nei, nærum tvørturímóti
so torir Høgni ikki at nevna hetta
við einum orði. Kanska følist tað
ov tungt, at skula taka upp eftir
sær sjálvum.
Ístaðin hevur Høgni sett eina
nevnd til at koma við uppskotið
til nýggja fiskivinnuskipan í heyst.
Uppskotið skal byggja á eina
marknaðarstýrda skipan (uppboðs
sølu). Eisini hevur hann, í summar,
skipa fyri, at útvaldir kunnu koma
við í nakrar uppboðssølur.
Spurningurin er, hvat ætlar
Høgni at nýta úrslitið hjá nýskip
anarnevndini til ?
Tann
fiskivinnupolitikkurin,
ið Høgni sjálvur setti út í korti í
2011, gongur jú strúkandi. Teir fáu
útvaldu leggja jú alt undir seg. Fyri
at lýsa støðuna betur so bleiv hesin
fiskivinnupolitikkur
staðfestur
í skrivið, frá einari nevnd ið var
manna av embætisfólkum úr fiski
málaráðnum. Til tann ið hevur
áhuga, so kann hetta finnast á
www.lms.fo undir almen álit við
heitinum “Virðisvøkstur í fiski
vinnuni - frágreiðing frá trímanna
bólki í Fiskimálaráðnum”.
Embætismenninir í Fiskimála
ráðnum hava melda út, hvønn
politikk, ið teir ynskja, ein spurn
ingur er hvør stýrir í løtuni embæt
ismenninir ella fiskimálaráðharr
in?
Seinasta action, ið Høgni mælir
til, er ein stóran niðurskurð til
partar av heimaflotanum. Serliga
partar av heimaflotanum har stóru
reiðaríini ikki enn hava fult ræði
yvir. Partarnir av heimaflotanum
(Størru trolararnir) har stóru reið
aríini eiga ein stóran part, eru ikki
raktir av niðurskurðinum.
Hví skal niðurskurðurin gerast
”Tað er fyri at bjarga toska og hýsu
stovninum undir Føroyum”.
Mær kunnugt verður nærum
altíð ført fram at dugnalig og
vitug fólk er okkara dýrabarasta
tilfeingi. Í fiskivinnuni eru sostatt
tvey høvuðs - tilfeingi fiskur og
fiskimenn/sjómenn.
Haldi ikki at Høgni er greiður
yvir hetta nú hann, nærum í panikk,
vil minkar um talið á teimum, ið
kunnu og møguliga vilja luttaka á
einari evt. komandi uppboðssølu.
Kanska er hann vorðin ótolin og
heldur, at verandi frágongd av
fiskimonnum og miðsavnan av
rættindum ikki gongur skjótt nokk.
“Målet helliger alle midler”,
verður sagt. Høgni ynskir at
fremja niðurskurðin við at bróta
við allan fyrisitingarsið í fiski
málaráðnum. Hann vil taka ein
stóran niðurskurð fyrst. Síðan skal
hann geva bátunum fiskidagar út í
tveimum, fyrri partur verður eftir
% av fiskidøgum fyri seinasta ár og
seinri partur verður % eftir nýtslu
av fiskidøgum av felagspulju.
Spurdur um hetta ikki var
óheppið, at nýta eitt tilfeldugt ár
sum grundarlag, svaraði Høgni
“Nei”, hetta var í lagi og at hetta
árið, kom at verða grundarlag fram
yvir.
Hugsaði við mær sjálvum ”Guð
forbarmi seg” hvat er hetta fyri ein
maður, ið vit hava fingið til fiski
málaráðharra. Nú vil hann innføra
arvasyndini til teir ið hava verði
fyri óhappi (sjúku, havarí, etc.) ella
øðrum seinasta fiskiár.
Havi ofta hugsa um hví tjóð
veldisfólk hava givið Formann
inum - Høgna Hoydal kelinavnið
”Lítli Messias” ?. Roknaði við, at
grundgevingin var, at Høgni kundi
metast at verð ein rættvísur maður
við hjartagóðum ætlanum.
Eri tó komin til, at kelinavnið
nokk er komið av Høgnasa stálvilja
til at uppfylla tað sokallaða Matt
eus prinsippið ”Tann ið hevur,
hann skal fáa, so at hann hevur
í yvirflóð, men tann ið einki hev
ur, honum skal verða tikið frá
- eisini tað í hann hevur”. Við at
geva nøkrum fáum útvaldu øll
virðismikil rættindi og at lata teir
halda fram óskerdar, fyri síðan
at taka meira frá teimum, ið vóru
við sviði soð, eftir avgerðirnar
hjá Makrelsammgonguni í 2011 -
soleiðis at teir missa enn meira - má
metast at verða heilt eftir Matteus
prinsippinum, um tað skal skiljast
bókstavliga.
Minnast skal til, at alt hetta er
framt við sera ivasomum heim
ildum og kannan um rættartrygd.
Var Høgni rættvísissøkjandi, so
hevði hann arbeitt av øllum alvi
við at rætta mistøkini, ið makrel
samgongan gjørdi í 2011.
Eftirtíðin
vil
so
vísa
um
avgerðirnar hjá Høgna vóru tað
besta, ið henda kundi fyri fiska
stovnarnar,
fiskimenninar
og
Føroya fólk.
Tað eru avleiðingarnar av av
gerðum, ið Høgni saman við
Makrelsamgonguni tók í 2011, sum
vit liva við í dag og tað verða tær
avgerðir, ið Høgni tekur nú í 2016 og
2017, ið koma at mynda framtíðina.
Livst so spyrst
Málið um útbyggingina av Tórshavnar Havn
Hvør er fiskivinnupolitikkurin
hjá Høgna Hoydal ?