Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Íslendska hondbóltsfelagið, Akranes, er í hesum døgum í Føroyum og spælir venjingardystir ímóti ymsum føroyskum hondbóltsfeløgum. Venjarar teirra hava áður spælt OL-finalu. Annars eru stuttsøgdu tíðindini merkt av útlendskum fótbólti, men góð úrslit hjá føroyskum íðkarum í frælsum ítrótti eru eisini at lesa um Neli Heldarskarð FÓTBÓLTUR Premier League byrjaði aft­ ur hetta vikuskiftið. Fyrsta málið í hesum kapp­ing­ ar­árinum varð skorað við einum framúr saksara, ið Abel Hernandez og Adama Diomande saman fingu í mál fyri uppflytaraliðið, Hull. Sera óvæntað vann Hull á heimavølli ímóti meist­ara­ liðnum frá í fjør, Leicester. Tað líktist einum stóri vónbroti, tá ið Pep Guardiola stóð á odda fyri Manchester City á fyrsta sinni í Premier League leygardagin. Støðan var 1-1 ímóti Sunderland, tá ið fáir minuttir vóru eftir, men tað eydnaðist kortini City at vinna ein tepran sig­ ur, tá ið leigusveinurin hjá Sunderland frá Manchester United, Paddy McNair, skor­ aði sjálvmál. Manchester City vann 2-1 á heimavølli. Lættari og smidligari gekk tað hjá José Mourinho og Manchester United, tá ið United hevði sín fyrsta dyst á skránni í gjár - á útivølli ímóti Bournemouth. United vann dystin 3-1 við málum, ið Juan Mata, Wayne Rooney og nýkeypti Zlatan Ibrahimovic skoraðu. Einsamalla mál­ið hjá Bournemouth skor­aði Adam Smith. Heimsins dýrasti fót­bólts­ leikari, Paul Pogba, var ikki við hjá United vegna leik­ bann. Hetta kemst at tveim­ um gulum kort­um, sum hann fekk í italsku steypa­ kappingini í farna kapp­ ingarári. Mest undirhaldandi dystur­ in í hesum umfarinum var óivað tann á Emirates Stadium, har Arsenal tók ímóti Liverpool. Arsenal kom á odda eftir hálvan tíma við máli frá Theo Walcott, og sum heild hevði heimaliðið gott tamarhald á fyrra hálvleiki. Men skamt undan steðginum javnaði Philippe Coutinho við framúr góð­ um frísparki. Fyrstu 20 min­ uttirnar í seinna hálvleiki setti Liverpool Arsenal so ruddiliga á pláss - Adam Lallana, Philippe Coutinho og Sadio Mané skoraðu, og so var støðan brádliga 4-1. Alex Oxlade-Chamberlain og Calum Chambers minkaðu um munin fyri Arsenal, men sigurin hjá Liverpool kom ongantíð veruliga í vanda - Liverpool vann 4-3. Áhugavert er, at tapini hjá Leicester og Arsenal merkja, at fyri fyrstu ferð síðani 1953 hava nummar eitt og tvey frá farna kappingarári bæði tapt sínar fyrstu dystir í kappingarárinum eftir. Árligi dysturin ímillum týska meistaran og steypavinnaran varð spældur hetta viku­skiftið. Meistaralið­ið, Bay­ern Mün­ chen, spældi ímóti steypa­ vinn­ara­num úr Dort­mund. Dysturin end­aði 2-0 til Bayern við mál­um, ið Arturo Vidal og Thomas Müller skoraðu. Í Spania eru eisini ár­lig­ ir dystir ímillum farna meistaran og steypa­vinn­ aran. Munurin er, at í Spania fáa bæði liðini hvør sín heimadyst. Í gjár spældi FC Barcelona á útivølli ímóti steypa­vinnaranum í fjør, Sevilla. Barcelona vann dystin 2-0 við málum, sum Luis Suarez og Munir skor­ aðu. HONDBÓLTUR Íslendska hondbóltsfelag­ ið, Akranes, er í hesum døgum í Føroyum og spælir ymsar venjingardystir ímóti føroyskum liðum og ung­dóms­lands­liðum. Í gjár spældu H71 og Akra­nes venj­ ingar­dyst í Hoyvík­shøllini. Akranes vann 24-19. Áhuga­vert við Akranesi er, at fyrrverandi íslendsku lands­ liðs­leikararnir, sum vóru við á landsliðnum hjá Íslandi, ið komu í OL-finaluna í Beijing 2008, Sverri Jacobsen og Ingimundur Ingimundar­ son, eru venjarar hjá liðnum. Danmark er í fjórðings­ finaluni í OL. Hetta gjørdist greitt leygarkvøldið, tá ið Danmark vann tepran sigur ímóti Qatar - 26-25. Stóra stjørnan, Mikkel Hansen, skoraði avgerandi málið, tá ið bert fá sekund vóru eftir. Síðsti bólkaspælsdysturin hjá hondbóltsharrunum verð­ur spældur í dag, tá ið Danmark skal spæla ímóti einum av heimsins fremstu hondbóltstjóðum, Frak­ landi. Vinnur Danmark hendan dystin, endar Dan­ mark nummar eitt í bólka­ spælinum og kann hervið fáa veikari mótstøðu í fjórð­ ingsfinaluni. FRÆLSUR ÍTRÓTTUR 17 ára gamli Tórur Morten­ sen, ið leypur trístøkk og til dagliga umboðar Hvirluna, hev­ur hetta vikuskiftið um­boðað dansk/íslendska U20-landsliðið í frælsum ítrótti, sum luttók í NM í Ís­landi hetta vikuskiftið. Tað eydnaðist Tóri at blíva nummar trý og vinna bronsu­heiðursmerki. Av teim­um luttakarum, sum lut­tóku hesaferð, er Tórur Mort­ensen tann einasti, ið eisini hevur aldur at vera við í kappingini næsta ár. Føroyski rennarin, Jan Elmar Sørensen, hevur verið í Danmark farnu vikurnar og kappast. Hóskvøldið 4. august rann hann 3.000 metrar, har tað eydnaðist Jan Elmari sum bara tann áttandi føroyingurin nakran­ tíð at renna hendan tein undir níggju minuttir. Tíð hansara var 8.57,79. Farna hóskvøld rann hann 5.000 metrar, og enn eina­ferð hilnaðist tað Jan Elmari væl. Hansara mál var at renna teinin undir 15 minuttir og 30 sekund, og hetta eydnaðist - tíðin bleiv 15.27,91. Hetta úrslitið er so gott, at Jan Elmar Sørensen nú er fjórð skjótasti føroyingur nakrantíð á 5.000 metrum. Báðar renningarnar vóru partur av stóru kappingini, sum eitur Baneturneringen. OL Nú eru olympisku leikirnir í Rio komnir væl áleiðis. Hig­ ar­til er USA landið, ið hevur vunnið flestar heið­urs­merki. Amerikanarar hava vunnið heili 69 - 26 gull, 21 silvur og 22 bronsur. Langt er niður til næststerkastu tjóðina, Bret­land, ið hevur vunnið 38 heiðursmerki - 15 gull, 16 silvur og 7 bronsur. Trið í røðini er Kina, sum hevur vunn­ið 45 heiðursmerki - 15 gull, 13 silvur og 17 brons­ ur. Bretland verður mett at vera framman fyri Kina, tí at bretar hava fleiri silv­ urheiðursmerki enn kin­ verjar. ÍSLENDSKIR OL-VINN­ARAR VITJA Í FØROYUM