mánadagur 15. august 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Í gjár var sonn føroyingauppgerð
á Sundby Idrætspark, har Fremad
Amager tók ímóti Vendsyssel. Bárð
ur Hansen og Heini Vatnsdal vóru
báðir við frá byrjan hjá heima
liðnum, meðan ongin føroyingur
byrjaði inni hjá Vendsyssel - René
Shaki Joensen varð tó skiftur inn í
hálvleikinum.
Fremad Amager legði seg á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og leingi
líktist tað einum sigri til heimalið
ið. Men René Shaki Joensen
bjargaði Vendsyssel, tá ið hann sjey
minuttir fyri dystarlok skoraði við
vælplaseraðum skoti. Vendsyssel
trýsti nógv ímóti dystarenda, men
1-1 gjørdist endaliga úrslitið.
Hetta var fyrstu ferð í ár, at
Vendsyssel fekk stig. Tríggir teir
fyrstu dystirnir blivu allir taptir.
Vendsyssel er framvegis aftast
við einum stigi, meðan Fremad
Amager er triðaftast - liðið hevur
trý stig eftir fyrstu fýra umførini.
Viljormur og liðfelagarnir
fingu javnleik í evstu løtu
Fyrsti dysturin í fjórða umfari
í næstbestu deildini varð longu
spældur hóskvøldið, tá ið Vejle tók
ímóti FC Helsingør. Viljormur Dav
idsen spældi allan dystin á vinstra
bakki hjá Vejle.
Tað sá onki út hjá Vejle, ið var
aftanfyri 2-0 eftir ein tíma. Síðstu
minuttirnar tóku Viljormur og lið
felagarnir seg tó um reiggj. Fyrst
varð minkað um munin eftir 87
minuttir, og í sjálvari yvirtíðini var
tað D'Avila Ba Loua, sum javnaði til
2-2.
Vejle er framvegis ósigrað eftir
fýra umfør. Tríggir javnleikir og
ein sigur er tað blivið til, og tað
gevur samanlagt eitt fjórða pláss í
deildini.
Jóan Símun avgerandi
ávirkan
Í gjár tók OB á heimavølli ímóti FC
Nordsjælland. Eins og undanfarnu
umførini byrjaði Jóan Símun Ed
mundsson inni. Og tað hilnaðist
føroyinginum sera væl. Jóan Símun
Edmundsson legði upp til fleiri
góðar málmøguleikar, og hetta
gav úrslit, tá ið OB kom á odad 2-0.
Málið varð stútað í netið eftir gott
frísparksinnlegg frá Jóan Símuni
Edmundssyni.
Føroyski
landsliðsframherjin
bleiv útskiftur eftir 79 minuttir. OB
vann dystin 3-1 og er nú nummar
átta í Superliguni, sum telur 14 lið.
Úrtøkan eftir fimm dystir er sjey
stig - fýra javnleikir og ein sigur.
Sostatt er OB framvegis ósigrað í
hesum kappingarárinum.
Hallur misti stig
AC Horsens, ið hevði føroyska
Hall Hansson á miðvøllinum all
an dystin á tamb, spældi í gjár
á heimavølli ímóti botnliðnum,
Silkeborg. Tað gekk eftir ætlan hjá
Horsens, sum kom á odda bæði 2-0
og 3-1, men tryggi sigurin varð lork
aður burtur, tí at endaliga úrslitið
gjørdist 3-3. Horsens er nú nummar
níggju eftir fimm umfør við fýra
stigum, ið øll eru vunnin eftir
javnleikir.
Brandur
Hendriksson
Olsen
kom ikki á vøllin hjá Randers, sum
vann 1-0 á útivølli ímóti Viborg.
Síðsti dysturin í fimta umfari í
Superliguni verður spældur í kvøld,
tá ið AAB tekur ímóti Esbjerg. Gilli
Rólantsson er væntandi í hópinum
hjá AAB.
FÓTBÓLTUR
RENÉ TRYGGJAÐI
VENDSYSSEL
FYRSTA STIGIÐ
Føroyingauppgerð hevur verið í næstbestu donsku deildini hetta vikuskiftið,
har René Shaki Joensen tryggjaði Vendsyssel fyrsta stigið hetta kappingarárið.
Eisini legði Jóan Símun Edmundsson upp til mál í sigri hjá OB
Hallur Hansson
René Shaki Joensen