mánadagur 15. august 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MARNI TVÍFALDUR
MÁLSKJÚTTI
Í NUMMAR 400
1. DEILD: Marni Djurhuus gjørdi bart leygardagin, tá ið hann spældi sín dyst nummar 400 fyri EB/
Streym. Í hesum umfarinum vóru fýra favorittsigrar, meðan ein dystur endaði við javnleiki
Jóannes Hansen/
Neli Heldarskarð
30 ára gamli Marni Djurhuus
umboðaði leygardagin fyri
400. ferð besta liðið hjá EB/
Streymi. Ofta verður tikið til,
at tað sjáldan gongur væl, tá
ið talan er um serligar dystir.
Soleiðis var tað tó ikki hjá
EB/Streyma-veteraninum
leygardagin.
Toppliðið átti heimavøll
við Margáir ímóti teimum
næstbestu hjá HB. Eftir fyrra
hálvleik var tað framvegis
málleyst,
men
so
gjørdi
Marni Djurhuus bart, tá ið
hann skoraði í bæði 65. og 76.
minutti. Fýra minuttir undan
leikloki staðfesti Niklas T.
Kruse 3-0 heimasigurin.
Tveir 7-1 sigrar á rað
07 Vestur greiddi væl og
virðiliga sín setning á útivølli
ímóti KÍ. Úrslitið sigur 7-1,
og tað talar fyri seg sjálvt.
Søren Nielsen skoraði trý
mál síðsta korterið undan
steðginum, og eftir steðgin
var
spurningurin
bara,
hvussu stórur sigurin fór at
verða.
Hetta er annað umfar
á rað, at 07/Vestur vinnur
7-1. Í undanfarna umfari
vunnu vágamenn eisini 7-1 á
heimavølli ímóti AB.
FC Suðuroy
bankaði B71
FC Suðuroy vann trivaligan
3-0 favorittsigur á heimavølli
ímóti B71. Men tað tók sína
tíð,
áðrenn
heimaliðið
á
Vágseiði fekk hol á. Tveir
minuttir eftir steðgin setti
Búi Egilsson hol á, fýra
minuttir seinni økti Teitur
Mortensen
um
leiðsluna,
og í tíðini, sum dómarin
legði aftrat, staðfesti Ari K.
Poulsen sigurin og harvið
bronsuplássið. FC Suðuroy
hevur tó 17 stig upp til seinna
uppflytingarplássið, sum 07
Vestur situr væl og virðiliga
á,
so
nøkur
uppflyting
verður
tað
ikki
til
fyri
suðuroyingarnar í ár.
Verri er hjá B71, sum
hevur níggju stig upp til
bjarging. Sandoyingar eru
nú einsamallir aftastir á
stigatalvuni.
Keita er gull verdur
Giza Hoyvík var favorittur
á heimavølli ímóti Víkingi.
Tað
eydnaðist
at
vinna
2-0, men tað tók sína tíð,
áðrenn
tað
eydnaðist
høvuðsstaðarmonnunum at
fáa bilbukt við gestunum.
Sum so mangan áður so var
tað Ahmed Keita, sum var
avgerandi.
Hann
skoraði
bæði
málini
hjá
Giza
Hoyvík. Sostatt hevur Keita
nú skorað 20 mál fyri Giza
Hoyvík hetta kappingarárið.
Søren Nielsen hjá 07 Vestur
hevur skorað eins nógv mál.
Toppskjútti í deildini er Leif
Niclasen hjá EB/Streymi, sum
hevur skorað 23 mál hetta
kappingarárið.
AB er blivið betri
Einasta
liðið,
sum
ikki
megnaði at vinna favoritt
sigur leygardagin, var næst
besta liðið hjá NSÍ. Á Argjum
endaði tað málleyst eftir,
at NSÍ síðstu løtuna var
yvirmannað, tí ein av AB
spælarunum hevði sæð gult
tvær ferðir. Talan var um
ein spennandi dyst við mál
møguleikum til bæði liðini,
hóast onki mál bleiv skotið.
Tað er byrjað at ganga
betri hjá AB, sum nú hevur
fingið stig í fýra av teimum
seinastu fimm dystunum. Tó
hava hesir dystir ,,bara” givið
seks stig, tí at ein dystur er
blivin vunnin, meðan tríggir
hava endað við javnleiki. Enn
er langt eftir á mál, um AB
skal yvirliva í 1. deild, tí at
átta stig eru upp til Víking,
ið er triðaftast á stigatalvuni.
KÍ-07 Vestur 1-7 (0-3)
0-1: Søren Nielsen 31.
0-2: Søren Nielsen 34.
0-3: Søren Nielsen 40.
0-4: Janus Samuelsen 50.
0-5: Tóki á Lofti 51.
1-5: Helgi Simonsen 79.
1-6: Holgar Durhuus 82.
1-7: Solomon Kwao br 90.+3.
EB/Streymur-HB 3-0
(0-0)
1-0: Marni Djurhuus 65.
2-0: Marni Djurhuus 76.
3-0: Niklas T. Kruse 86.
Giza Hoyvík-Víkingur
2-0 (0-0)
1-0: Ahmed Keita 56.
2-0: Ahmed Keita 78.
AB-NSÍ 0-0
Reytt kort: Jógvan
Johannesson, AB, 84. (tvey
gul)
FC Suðuroy-B71 3-0
(0-0)
1-0: Búi Egilsson 47
2-0: Teitur Mortensen 51.
3-0: Ari K. Poulsen 90.+1.
FÓTBÓLTUR
1. Deild støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
EB/Streymur
18
15
3
0
68
12
+56
48
2
07 Vestur
18
14
2
2
56
22
+34
44
3
NSÍ II
18
10
0
8
44
53
-9
30
4
FC Suðuroy
17
9
2
6
36
25
+11
29
5
Giza Hoyvík
18
9
1
8
39
30
+9
28
6
KÍ II
17
7
1
9
29
35
-6
22
7
HB II
18
6
3
9
38
45
-7
21
8
Víkingur II
16
5
1
10
24
34
-10
16
9
B71
17
1
4
12
21
62
-41
7
10 AB II
17
1
3
13
12
49
-37
6