mánadagur 15. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Intet nyt fra
vestfronten, viljin
at vinna er ikki nóg
eyðsýndur. Tillukku
við effofótbólti í
næsta ár TB. Nú logar
undir okkum frensum.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Einki minni enn fantastiskt. Súni
Olsen er kongurin.. Nú fækast við
dystum og spenningurin økist.
Ferðasambandi til Ovastevnuna
má hava verið ringt, tí eg haldi ikki
at havnafólkini vóru komin heim
aftur, tað er raðuligt hvat tað eru
fá fólk ið halda við HB. Koyr á KÍ
SÆBJØRN LEITI ÍF
Vit høvdu ikki nógv at vísa, men
fingu 1 mál sum kann brúkast um
hinir ikki fáa nakað, men so var
ikki, vit lótu 3 inn. Nú má okkurt
gerast tapt 3 dystir á rað,
Koyr á ÍF
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
Hygga vit !
Viljin er sterkur
Deiligt B36
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Vit fingu eitt mál (vit
fingu eitt mál).
Vit fingu eitt mál (vit
fingu eitt mál).
Vit fingu eitt mál,
men veist tú hvat?
Vit fingu eitt aftrat!
Góðir
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Sjey umfør undan kappingar
loki hava trý tey fremstu
47, 43 og 42 stig. Tað er bara
einaferð komið fyri áður, at
úrtøkan hjá liðunum á øllum
heiðursmerkjaplássunum
hevur verið so stór, tá ið
tjúgu umfør eru avgreidd.
Tað var í 2011, tá ið B36
var topplið við 49 stigum,
Víkingur næstfremst við 45
stigum og EB/Streymur á
triðja plássi við 44 stigum.
Tá endaði tað við, at B36
við Mikkjali Thomassen við
stýrisvølin vann FM við 67
stigum, sum er met, og tá
endaði tað við, at tað vóru
sjey stig aftur til EB/Streym
og átta aftur til Víking.
Størsta skøltin av øllum í
hesum umfarinum vann KÍ.
3-2 sigurin var tann fyrsti
hjá KÍ ímóti HB í Gundadali
síðani 2011. Tað eru eisini
aðrar
staðfestingar,
sum
bera á rætta borðið hjá klaks
víkingum.
Eftir
tjúgunda
umfar
hevur KÍ 47 stig. Hetta er
størsta
úrtøka,
sum
KÍ
nakrantíð
hevur
vunnið.
Hægsta stigatal eftir 27
umfør higartil vann KÍ í 2006
og 2012, tá ið úrtøkan var 45
stig og fjórða pláss.
3-2 sigurin í Gundadali
styrkir um møguleikan hjá
KÍ at vinna fyrsta FM heitið
í seytjan ár. Eitt er, at nú eru
tað sjey og ikki átta umfør
hjá avbjóðarunum at taka
oddasessin. At leiðslan er
fýra stig aftur til Víking
og fimm stig aftur til NSÍ
ber við sær, at KÍ hevur
ráð at tapa einaferð uttan
at missa oddasessin. Eftir
heimadystin ímóti TB næsta
sunnudag bíða oddaliðnum
torførir
útidystir
ímóti
næstu avbjóðarunum – NSÍ
við Løkin og Víking í Sarpu
gerði.
At
3-2
sigurin
varð
roknaður
at
vera
lykla
sigur sást væl, tá ið Eiler
Rasmussen hevði bríkslað
fyri síðstu ferð. Mikkjal
Thomassen lyfti spælarar
nar, sum stórfegnaðust, og
áskoðararnir jublaðu sum
um, at FM heitið var komið
til høldar.
– Tað er ógvuliga hugaligt,
at tað eydnaðist tvær ferðir
at reisa okkum. 1-0 málið
skoraði HB beinanvegin, so
tá kendist tað ikki so tungt,
men tá ið teir miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki
løgdu
seg framum aftur, kravdi
tað nógv av okkum, og tað
eydnaðist,
stórfegnaðist
Jóannes
Bjartalíð,
sum
javnaði til 1-1 við brotssparki,
og hann heldur fram:
– Undan steðginum vóru
vit ov ofta upp á millum
hond. Eftir steðgin pressaðu
vit teir meiri yvir allan
vøllin, og tá fyltu vit meiri.
Nú halda vit fjarstøðuna
aftur til næsta liðið á fýra
stigum, og tað vil siga, at tað
er neyðugt hjá teimum at
halda fram at vinna, um teir
skulu halda tørn um okkum.
HB
spælararnir
vóru
ógvuliga vónbrotnir:
– Tað eiga vit at vera, tá ið
vit hava verið frammanfyri
tvær ferðir, men kortini
einki fáa burturúr. Vit royna
at spæla okkum úr stóra
trýstinum
hjá
teimum.
Tað eydnast viðhvørt, men
tað eydnast ikki nóg væl,
staðfestir Rókur av Fløtum
Jespersen, sum við fínum
langskoti legði HB framum
1-0.
Víkingur gjørdi sítt
Fríggjakvøldið
legði
Vík
ingur KÍ undir trýst, tá ið
tað eydnaðist at vinna 3-1 í
Fuglafirði.
– Alt varð avgjørt í fyrra
hálvleiki. Sorin Anghel, sum
er sera væl fyri, legði okkum
beinanvegin
framum
við
fínum stútara, og Erling
Jacobsen økti longu eftir eitt
korter til 2-0 við brotssparki.
Tá ið teir so mistu Karl
Løkin, sum varð útvístur
eftir tvey gul kort, so kendu
vit, at vit høvdu fult tamar
hald á tí, og eftir steðgin
góvu vit einki burtur, sigur
Víkinga liðformaðurin Atli
Gregersen.
– Vit hugsa ikki so nógv
um KÍ. Hjá okkum ræður
tað um at hava fokus á rætta
staðnum og at avgreiða
okkara avbjóðingar. So fáa
vit at síggja, hvussu langt tað
røkkur. Men tað er eingin ivi
um, at vit framvegis halda
okkum hava møguleika at
vinna FM, sigur Víkinga
liðformaðurin.
Eftir 7-1 skrædlið í Runa
vík var ÍF verjan umskipað.
John
Daniel
Guðjónsson
var miðverji saman við Poul
Nolsøe Mikkelsen, Gunnar
Christiansen var vongverji í
høgru, og Jan Ó. Ellingsgaard,
liðformaðurin, var vongverji
í vinstru:
– Sammett við í Runavík
var hetta væl betri. Hóast
vit
vóru
undirmannaðir
eftir steðgin, so spældu vit
væl betri tá, tí vit tordu at
hava bóltin og bjóða okkum
til. Vit spældu klókari, men
síðstu
tjúgu
minuttirnar
gekk orkan undan, sigur ÍF
liðformaðurin.
Djóni fegnast um tolið
Tað tók sína tíð, men at
enda glapp tað, og so vann
NSÍ kommunuuppgerðina á
Skála 2-0.
Málini vóru skorað seinna
partin av seinna hálvleiki.
Miðvallarin Betuel Hansen,
sum fyri stuttum flutti úr
Silkeborg og aftur í barn
dómsfelagið, var meistari
fyri tí fyrra eftir langt inn
kast og eitt sindur av aftur
og fram, og Klæmint A. Olsen
umsetti brotsspark til mál og
syrgdi harvið fyri, at hann
framvegis
hevur
skorað
eitt mál í miðal fyri hvørt
umfarið.
NSÍ hjálparvenjarin Djóni
Nolsøe Joensen er væl nøgdur:
– Vit eru fimm stig frá
toppinum, og tað er góð
støða fyri okkum. Vit hava
vunnið fulla úrtøku seks tær
seinastu ferðirnar, og spæl
ararnir eiga rós fyri, at teir
vóru so fokuseraðir, og at teir
høvdu tolið, sum skuldi til, tí
Skála er væl skipað og gav
ikki so nógvar møguleikar.
Hóast KÍ stóð torførastu royndina, so rokna
bæði Víkingur og NSÍ við, at møguleikin
framvegis er góður at vinna FM
EFFO-DEILDIN
TAÐ HEFTIR
EINKI FYRI
TEIMUM
BESTU