Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR FYRSTA FRÍSPARKSMÁLIÐ Hetta er fyrsta frísparki, sum Súni Olsen hevur skorað upp á beinleiðis fyri KÍ. – Hetta er tað fyrsta fyri KÍ ,so hetta er serstakt. Eisini tí tað er ein klasikkari, men eg havi skorað nógv frísparksmál eftir hondini, sigur Súni Olsen. DYSTURIN HESA VIKUNA 4 TEITUR M. GESTSSON Hevur onkrar stórbjargingar og stendur seg væl við í beinspælinum, men kundi kanska gjørt okkurt við frisparksmálið og plaseringina hjá sær 3 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Var væl við í spælinum og bjóðaði seg fram í uppspælinum í fyrra hálvleiki, men hevði tað trupult í seinna hálvleiki 2 JÓHAN TROEST DAVIDSEN Spældi í løtum sum ein landslisspælari, men gjørdi eisini onkrar stórar villur, sum skaptu ótryggleika. Tað telur nógv niður 3 FRÓÐI BENJAMINSEN Stóð seg væl í miðverjuni og vinnur nógvar nærdystir. Er ikki íblandaður málunum og spælir sum hann kundi spælt har á landsliðnum 4 ÁRI MOHR JÓNSSON Fleiri góðar nertingar og dribblingar í uppspælinum, umframt at hann vann flestu av sínum tvídystum. Sterkasti vinstribakkurin í landinum 3 TRÓNDUR JENSEN Spældi í løtum væl, tá HB slapp úr trýstinum og spældi bóltin runt. Manglar enn nakað í verjuspælinum. 3 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Skorar eitt flott mál, íblandaður hinum málinum og kemur í onkrar vandastøður. Hevði tað trupult í verjustøðu móti serliga Semir og ger brotssparkið 3 TEIT JACOBSEN Stríddist væl, men lítið riggaði í framrættaða spælinum. Enn nakað lættur í mun til stóru KÍ verjuna 2 PÁL M. JOENSEN Stemplaði ongantíð inn og bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki. Gav HB nakað av styrki, sum var hart tiltrongt 3 CHRISTIAN R. MOURITSEN Sterkur á bóltinum, men tað kom í minna lagi frá honum. Hevur tó løtur, har tú undrast á hví hann ikki fær meiri burturúr restina av tíðini 3 ÁRI M. OLSEN Stíddist væl og skoraði eitt mál. Torur at vera og á vøllinum og biðja um bóltin, men hevði torførar umstøður við KÍ verjuni í rygginum 2 ØSSUR DALBÚÐ Gav álopinum eitt sindur av styrki í tvídystunum. Tó ikki nokk til at loysa HB úr trýstinum BARTAL WARDUM (OV STUTT INNI TIL METING) Gjørdi eina risabrølara í verjuni og virkaði ikki nóg tendraður til dystin. Millum annað, tá hann kundi økt til 3-1 við stútara, men trekti seg SPÆLARAMETING Tróndur Arge – Gundadalur KÍ vann í gjár 3-2 á HB í klasikkaranum í føroyskum fótbólti. Súni Olsen avgjørdi dystin stutt fyri tíð við beinleiðis frísparki. Tað var líka við, at sigursharrin ikki kom á beinini aftur, eftir at hann tveitti seg fram eftir rommum í sigursrúsi. – Eg gjørdi tann feilin, at eg tveitti meg framav. Áðenn eg visti av hevði eg alt KÍ liðið á rygginum. Tá misti eg ondina eina løtu og mátti næstan fáa hjálp at koma á beinini, fortelur Súni Olsen brosandi frá. Við sigrinum prógvaði KÍ, at gummibein og fjáltur ikki er ein trupulleiki norðanfyri. Víkingur legði trýst á við sigri fríggjakvøldið, umframt at KÍ var aftanfyri tvær ferðir, so standa teir eftir við sigrinum. Orðið »føroya­meistara­ heitið«, »gull« og »FM« eru ikki at finna í orða­bólkini í skiftirúminum hjá KÍ – hvørt­ fall ikki tá almenningurin lurtar við. Málið er framvegis europa­fótbóltur verður sagt. Hesin kann sita 35 ára gamli miðvallarin visti longu í somu løtu hann rakti bóltin, at tað var sannlíkindi fyri at bólturin fór í málið. – Í tí eg rakti bóltin, so kendi eg á mær, at hesin kundi sita. Eg var akkurát komin inn og eg helt at tað gekk væl. Eg hevði sjálvsálit, sigur Súni Olsen. Klokkan í Gundadali segði 2-2 og 86 minuttir, tá Súni Olsen sjálvur fór umkoll stutt frá brotsteiginum, – Har var trongt fyri, men eg fekk tiltuskað mær eitt fríspark. Lotið var upp á tvørs av vøllinum. Tí royndi eg at skrúva skotið undan vindinum, sigur Súni Olsen, sum sendi bóltin upp um manngarðin og í mál. – Onkur helt fyri, at eg jublaði áðrenn bólturin fór í málið. Málverjin stóð nakað til høgru, og tí var betri pláss handan manngarðin, sigur frísparkssnillingurin, sum frammanundan átti lut í útjavnandi málinum. – Eg kendi meg ikki trýstan, sjálvt um eg ikki hava skorað upp á frí­spark í ár, men eg hevði eitt »kick« í kroppinum, tí eg hevði longu senda horna innfyri, sum gav mál, sigur Súni Olsen. Málið er enn topp fýra Afturgangandi fyri út­ søgnir­nar í Klaksvík eru, at málið er at enda millum fýra tey fremstu, ið gevur at­ gongd til Europa og europa­ Súni Olsen mundi ikki komið fyri seg, eftir at KÍ spælararnir allir tveittu seg omaná málskjúttan, sum avgjørdi klasikkaran móti HB. – Eg misti ondina, sigur frísparkssnillingurin MISTI ONDI Í SIGURS­RÚ