Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 KRISTIAN JOENSEN Hevði ikki skyldina av málunum hjá HB, men á einum góði degi hevði hann nokk tikið annað. Annars tryggur í málinum. 3 SØRMUNDUR KALSØ Sterkur og orkuríkur, og tað sást á avrikinum. Gjørdi onkrar avspælingsfeilir, men tað kostaði ikki. Átti lut í 2-2 málinum 4 JONAS F. RASMUSSEN Spældi væl í miðverjuni. Stýrdi liðnum og vann flestu av sínum tvídystum. Nakað sum gjørdi, at HB ikki slapp úr trýstinum 4 AHMED MUJDRAGIC Greiddi sína skyldur sum ein av trimum miðverjum í fyrra hálvleiki. lesur spælið væl. Mátti út í hálvleikinum 4 MAYOWA OLADELE ALLI Fantastiska sterkur í tvídystunum. endaði í miðverjuni í seinna hálvleiki og loysti uppgávuna væl. Ikki sterkur á bóltinum, men gevur nógv aftur við longum innkøstum 3 ÍSAK SIMONSEN Ójavnt avrik frá vinstrabakkinum, sum vann KÍ brotsspark og kom við nógvari orku, men var um ein háls í seinna hálvleiki 3 JÁKUP ANDREASSEN Greiddi sína skyldu á miðvøllinum, áðrenn hann bleiv fluttur aftur á vinsta bakk. Smæðist als ikki hóast mótstøðuliðið er HB í Gundadali 4 SEMIR HADZIBULIC (DAGSINS SPÆLARI) Arbeiður vøl í maskinrúminum. Bæði í verjustøðu og í álopsstøðu er hann drúgvar. Vinnur taklingar og heldur bóltin væl í spæli 4 JÓANNES BJARTALÍÐ Skoraði upp á brotsspark og luttók í bæði í álopsstøðu og verjustøðu. Hevur spælt betri dystir, men greiddi sína skyldur 3 HJALGRÍM ELTTØR Arbeiddi væl, men talan var samanlagt um eitt av slakaru avrikunum frá vinstra vonginum 4 PÁLL A. KLETTSKARÐ Stinnur í uppspælinum, har KÍ spælir nógvar bóltar fram á hann. Kom ikki til nógvr møguleikar, men greiddi sínar uppgávu væl 3 HEÐIN KLAKSTEIN Orkuríkur og avbjóðandi við bóltinum. Kom ikki til teir heilt stóru møguleikarnar, men ein støðug hóttan 4 SÚNI OLSEN Skoraði avgerandi málið og gjørdi tað hann skuldi sum innskiftari. Framúr fríspark, sum hann sendi í netið DAVID LANGGARD 8OV STUTT INNI TIL METING) Kom inn í høgru síðu milliónirnar. Hóast KÍ í gjár vann ein ótrúliga týdningar­ miklan dyst, so vil Súni Olsen heldur ikki tosa um FM. – Tað vísur seg oftani, at lið sum vinna móti endanum koma langt. Tað er tekin um at liðið er væl fyri og hevur góðan hugburð, men vit fara ikki at stilla okkum á nakran sigurspall enn. Tað eru 21 stig eftir at spæla um. Har í millum tveir torførir útidystir móti NSÍ og Víkinig, sigur Súni Olsen og leggur afturat: – Málið er topp fýra og tað sær gott út. So fáa vit at síggja, um tað blívur til meir. Vit seta ikki nakað størri trýst á okkum sjálvur. Blívur tað til meir, so er tað fínt, sigur Súni Olsen. Hann ásannar tó, at KÍ í gjár vísti styrki, sum er líkt einum møguligum meistara­ liði. – Fyri okkara part var hetta ein stórur dystur, men tað var ongin fjáltur á okkum. Tað bleiv eisini heitt á vøllinum og kanska ikki so pent spæl, men ongin tekin um gummibein. Vit gera tað vit eru góðir til, sigur miðvallarin. Súni Olsen hevur eina ferð fyrr vunnið FM. Tað var í 2011 við B36. Tá var Mikkjal Thomassen eisini venjari. Fjølbroyttir KÍ’arar Rókur av Fløtum Jespersen legði annars HB á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Jóannes Bjartalíð javnaði upp á brotsspark miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eitt brotsspark, sum HB spælararnir ikki vóru samdir við. HB legði seg aftur á odda aftaná ein tíma Hesa ferð skoraði Ari M. Olsen. Í seinnu hálvu av seinna hálvleiki vendi KÍ tó dystin á høvdið. Fyrst gjørdi HB sjálvmál eftir áhaldandi KÍ trýst, áðrenn Súni Olsen avgjørdi dystin við beinleiðis frísparki. KÍ spældi í fyrra hálvleiki við trimum í miðverjuni, men broyttu tað tá Ahmed Mujdragic mátti av vøllinum. Somuleiðis vóru aðrar broytingar í spælinum hjá KÍ í leypi av dystinum. – Tað er positivt, at vit eru fjølbroyttir tá tað kemur til spæliskipan. Vit hava fleiri týpur, sum kunnu røkja fleiri pláss, sigur Súni Olsen. Samanuumtikið kann sigast, at HB royndi at spæla sítt eyðkenda HB-spæl, men at KÍ í leypi av dystinum trýsti HB aftur í egið mál. KÍ prógvaði, at teir hava tað sum skal til fyri at vinna FM. SPÆLARAMETING 1 til 6 HB-KÍ 2-3 (1-1) 1-0: Rókur av Fløtum Jespersen 5. 1-1: Jóannes Bjartalíð br 25. 2-1: Ari Mohr Olsen 61. 2-2: sjálvmál 80. 2-3: Súni Olsen 87. Dómari: Eiler Rasmussen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Fróiði Benjaminsen, Ári Mohr Jónsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Pál Mohr Joensen – Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen Gult kort: Teit Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rókur av Fløtum Jespersen Venjari: Jan C. Dam KÍ: Kristian Joensen –Ahmed Mujdragic (Heðin Klakstein, 46.), Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Oladele Alli – Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen (Súni Olsen, 68.), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør (Dávid Langgaard, 73.) Gult kort: Jákup B. Andreasen, Jonas Flindt Rasmussen Venjari: Mikkjal Thomassen FÓTBÓLTUR Góðskan á dystinum. Tað vísur seg, at tá tað eru tvey av oddafeløgunum, sum spæla innanhýsis, so er fótbóltsspælið á heilt góðari leið At KÍ og HB ikki møtast oftari, tá bæði liðini hava nakað at spæla fyri BLÁA BYLGJAN Á TRAPPUNI Eins og eftir sigur á B36 fyrr í ár, so fór Bláa Bylgjan ein túr oman í Vágsbotn at undirhalda og hertaka trappuna. »Vit liggja nummar eitt« var ein av sangunum, sum rungaði í Vágsbotni. NA ÚSINUM Myndir: Álvur Haraldsen