Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftir fleiri ára stríð og strev var borðreitt fyri at Pál kundi gera ein vørr og svimja seg í OL-finaluna, men soleiðis skuldi ikki ganga. Pál kendi seg ikki væl, og langt frá at røkka finaluni. - Svimjing, sum nógvir aðrir ítróttir, er náðisleys. Hon elskar teg ikki aftur, sigur Pál um vónbrotið í Rio SVIMJING ER NÁÐILEYS Pætur Albinus S eint seinnapartin fríggja­dagin upp­ rann løtan, ið mangir føroyingar høvdu glett seg til – nevni­liga at síggja Pál Vitalis Joensen svimja í OL í Rio. Talan var um inn­leið­andi um­far í 1500m frí­svimjing, sum var einasti tein­ur­in, ið Pál skuldi lut­taka í. Hetta var aðru ferð, at Pál hevði svomið seg til OL. Fyrstu ferð var til OL í London fyri fýra árum síðani, tá hann gjørdist nummar 17 á 1500m-teininum. Mett var, at hann skuldi svimja teinin við tíðini um­ leið 14:52.00 fyri at hann kundi sleppa í finaluna. Hans­ara per­són­liga besta á teininum er 14:46.33 frá HM í 2011, men seinastu tíðina hava tíðirnar ikki verið eins góðar, og til­meldingar­tíðin hjá hon­ um hesaferð var 15:04.13 frá Danish Open fyrr í ár. Til HM í fjør svam Pál teinin við tíðini 14:58.52, so tað var ikki púrasta ósannlíkt, at hann fór at megna at svimja seg í finaluna. Fyrr­ verandi venjari hansara, Jón Bjarna­son, segði eisini við Sosialin í síðstu viku, at Pál er vorðin ein ógvuliga royndur svimjari, og at tað kundi vera av­gerandi í einari so stórari kapping sum OL. Hann tippaði, at Pál fór at blíva nummar sjey. Vónbrot Pál svam á geil fimm. So skjótt sum svimjararnir vóru kavaðir út í, dragnaði Pál nakað aftur­úr. Hildið varð, at hetta var ein partur av tak­tikkin­um, og at tað bara mundi vera ein spurningur um tíð til vág­bingurin fór at ota seg inn á hinar aftur. Tíðirnar søgdu tó nakað annað. Nakrar longdir var hann heilt uppi á 31 sekund­ um, og so hvørt sum tíðin leið gjørdist greitt, at Pál als ikki svam upp til sítt besta og ikki fór at náa tað. Hann gjørdist nummar seks i sínum riðli við tíðini 15:18.49, sum var langt frá at røkka finaluni. Eftirfylgjandi hevur tað víst seg, at Pál skuldi svimja 14:55.40 fyri at sleppa í finaluna. Hann gjørdist nummar 30 av teimum til­ samans 45 svimjarunum. Skelkaður Tað var sum vera man ein vón­brotin Pál Vitalis Joen­ sen, sum kom upp úr hylinum og skuldi greiða frá hví hann einans svam 1500m-teinin við tíðini 15:18.49. – Tað føldist ikki væl frá byrjan. Eg svam seinri enn ta ferðina, ið eg eri vanur við, og eg fylgdi ikki við frá byrjan. Eg hevði eina keðiliga kenslu í kroppinum allan vegin, segði Pál við DR. – Eg havi annars følt meg væl. Alt hevur verið eftir bókini, so hetta var fyrst tá ið eg kom í vatnið. Tað var ein skelkur, at eg ikki kláraði at halda ferðina, segði hann. Einki svar Tað hevur verið ilt at fingið fatur á Páli eftir at hann svam fríggjadagin, men í einum drúgvum uppslagi á facebook greiðir hann frá sínum hugsanum. – Í gjár endaði so mín onnur roynd at uppnáa mítt Olympiska mál. Synd at siga eydnaðist tað eiheldur hesa ferð. Nógv spyrja hvat gekk galið? Hví mis­eydnaðist tað so? Tað havi eg enn ikki funnið svar uppá, og tað komi eg ei­heldur til. Eg havi lagt alla mína orku í hetta projektið og sera langa tíð. Mín kroppur hevur verið pressaður til markið við­ víkjandi skaðum og yvir­ venjing í fýra ár. Eg havi eisini arbeitt sera mið­víst við mentalari fyri­reiking fyri at klára at halda fokus og útvega mítt potentiali heilt til fulnar, skrivar Pál, sum tó ikki fær svarað fyri hví tað gekk so illa. – Eg havi einki svar uppá, hví alt ikki kundi kulminera í skjóta og væl­út­førda svimjing. Soleiðis er ítróttur bara onkun­tíð. Tað er millum annað tað sum ger svimjing og annan ítrótt so vakran, skrivar Pál. Kærleikin Hóast tað framvegis er eitt sindur ógreitt, hvussu fram­ tíðin hjá Páli í svimjing sær út, so er tað einki at taka seg aftur í, at hann framvegis hevur stóran kærleika til ítróttin, sum hann hevur íðkað megin­partin av lívinum. – Svimjingin hevur givið mær nógvar stórar løtur, sum eg ongantíð fari at gloyma. Men svimjing hevur givið so nógv meir enn tað aftur­at. Eg njóti at liggja í vatninum, eg elski at svimja langar teinar, uttan pausu, bara eg og vatnið. Eg út­fordri mín kropp og mítt sinn hvønn dag í hylinum við at royna at svimja eitt lítið sindur flottari ella at pressa meg eitt lítið sindur meir, skrivar Pál og heldur fram: Pál Joensen SVIMJING