Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Eg elski ikki bara at svimja; eg elski svimjing! Men svimjing, sum nógvir aðrir ítróttir, er náðis­leys; hon elskar teg ikki aftur. Svimjing hevur givið mær góðar stundir, men eg fari aldrin at fáa kær­leika frá svimjing. Men tað geri eg frá konu, familju og vinum! Bæði áðrenn og aftaná eg svam í gjár (fríggja­dagin, red.) havi eg følt ómeta­ligan kær­leika frá fólki, ið halda av mær og tí eg geri. Takk Pál hevur ilt við at seta orð á hvussu takkasamur er fyri tann stuðulin, ið hann hevur fingið. – Eg veit ikki hvussu eg kann takka fyri allar tær heilsur og tey boð eg havi fingið frá fólki, ið hava ynskt mær góða eydnu og sum eisini hava víst sam­kenslu, eftir at tað ikki gekk eftir ætlan. Men størsta takk fær kona mín Malan Vitalis Joensen, ið følir so nógv við mær, tá ið eg svimji, at hon ikki kláraði at síggja seinastu 400 metrarnar í gjár (fríggjadagin, red.) fyri tárum í eygunum, skrivar Pál um unnustuna, sum hann giftist við í Páls Høll. – Nú treingja okur til eina langa, væluppiborna feriu, skrivar hann at enda. albinus@sosialurin.fo SVIMJING Aðrir fullu við Pál var ikki tann einasti, sum ikki fekk eitt nøktandi úrslit í innleiðandi umfarinum. Oussama Mellouli úr Tunesia, sum vann gull á 1500m í Beijing í 2008 og bronsu í Beijing í 2012, svam seg heldur ikki í finaluna. Hann gjørdist nummar 21 við tíðini 15:07.78. Eisini hjá gullvinnaranum frá OL í 2012, kinesiska Sun Yang, miseydnaðist tað. Við tíðini 15:01.97 mátti hann taka til takkar við einum 16. plássi. Hann fer tó ikki tómhentur úr Rio, tí hann hevur nevniliga vunnið gull í 200m frí og silvur í 400m frí. Tá ið saman um kom var tað Gregorio Paltrinieri úr Italia, sum vann OL-gull við tíðini 14:34.57. Silvur vann amerikanski Connor Jaeger við tíðini 14:39.48, meðan landsmaðurin hjá gullvinnaranum, Gabriele Detti, vann bronsuna við tíðini 14:40.86. Innleiðandi umfar, úrslit: – Átta teir fremstu komu í finaluna 1 Gregorio Paltrinieri Italia 14:44.51 2 Connor Jaeger USA 14:45.74 3 Jordan Wilimovsky USA 14:48.23 4 Mack Horton Avstralia 14:48.47 5 Gabriele Detti Italia 14:48.68 6 Damien Joly Frakland 14:48.90 7 Ryan Cochrane Kanada 14:53.44 8 Henrik Christiansen Noreg 14:55.40 30 Pál Joensen Danmark 15:18.49