Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú fekk um vikuskiftið títt fyrsta mál fyri NSÍ. Hvussu kennist tað? Tad kennist fantastiskt. At koma aftur til barndómsfelagið og so skora so stutt aftaná, tad er ein góð kensla. Hvussu ert tú annars fallin til í barndómsfelagnum síðani skifti frá Silkeborg? Eg eri fallin ótrúliga væl inn í hópin. Leikararnir, venjara­ teimurin og øll um felagið hava tikið væl ímóti mær og tad hevur gjørt tad lætt hjá mær at fella inn í hópin. Eg kenni eisini venjaran frá mínari tíð í Silkeborg, so tað hevur avgjørt eisini gjørt tað lættari. Hvør er størsti munurin á at spæla í Danmark og í Føroyum? Tann størsti munurin er tað fysiska. Tað tekniska er áleið tað sama Tit hava nú vunnið seks dystir á rað. Hvussu langt væntar tú tað røkkur hjá tykkum í ár? Ja, tad er ein góður spurningur. Vit eru í einum góðum stima, og tað er ikki so langt upp til KÍ á fyrstaplássinum, so eg trúgvi uppá, at vit verða meistarar. Hevur tú ætlanir um at fara uttanlands at spæla aftur? Ja, eg havi ætlanir um at fara til út­landi at spæla aftur, men eg veit ikki nær. Vikan ið fór Pál Vitalis Joensen svimur á øðrum sinni í OL, men kemur heldur ikki hesa ferð í finaluna, sum er eitt vónbrot fyri hann KÍ vinnur klassikaran í føroyskum fótbólti móti HB, og liggur framvegis fýra stig fremst í Effo-deildini. AB tapur við Stórá og er á veg úr Effo-deildini 30 ára gamli Marni Djurhuus skorar tvær ferðir, tá EB/ Streymur vinnur í 1.deild. Hetta er dystur nummar 400 hjá honum fyri felagið René S. Joensen skorar fyri Vendsyssel í næstbestu deildini í Danmark, meðan Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson spæla frá byrjan Premier League byrjar og Manchester favorittarnir eru millum vinnandi liðið. Leicester tapur sum fyrsta meistaraliðið í Premier League fyrsta dystin í eftirfylgjandi kappingarárinum Røringur er eisini í hondbóltsheiminum, har millum annað mansliðið hjá Neistinum hevur styrkt seg við norðamminum Christopher Moe ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Hetta er ein gjøgnumførd for­ teljing um lívið hjá Lance Armstrong. Julie Macur hevur gjørt sítt forarbeiði til hesa bókina. Bókin byggir á nógvar sam­røður við Lance Armstrong sjálvan, øll tey, sum standa honum nær og fólk, ið hava verið rundan um súkklaran. Bókin gevur eitt gott innlit í persónin Lance Armstrong, ið ikki er lættur at skilja. Hinvegin gevur bókin tær eina sær gjøgnumførda mynd av manninum og serliga hansara uppvøkstri, og hvussu maðurin bleiv til tað, sum vit kenna hann í dag. Sostatt fært tú eina mynd av manninum sum persón, men so sanniliga eisini sum ítróttarfólk. Lance Armstrong hevur ein vilja at vinna sum ger, at hann slett ikki klárar at tapa. Við sjey sigrum á rað í Tour de France – allir við doping – er hann als ikki samdur í at hann ikki var best. Hann var bara best at dopa seg LES BÓKINA UM: Um tú enn heldur teg mangla nakað av vitan um Lance Armstrong IKKI LESA UM: Doku­mentar­ sending­ar­nar eru nokk fyri teg HVUSSU ER HON AT LESA: Kronologiskt uppsett og væl skrivað. Tú verður drigin við í lívið hjá Lance Armstrong HVAT SIGUR TÚ: Eg var skeptiskur áðrenn, tí eg helt eg visti tað mesta, men so var ikki. Verd at lesa alíkavæl TRONDUR@SOSIALURIN.FO Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA Julie Macur er journalistur á The New York Times. Hon er ein av journalistunum, sum saman við David Walsh ongantíð hoppaði upp á Lance Armstrong vongin Jóannes Bjartalíð, eftir at KÍ hevur vunnið á HB í Gundadali Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi – Hetta er heilt ótrúligt. – Eg haldi tit undirmeta Sorin Anghel. Sjálvt um hann er ein eldri spælari, so er hann altíð væl fyri Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Betuel Hansen Aldur: 19 Starv: miðvallari hjá NSÍ Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Usain Bolt er trýfaldur OL vinnari á 100 metrum. Hvat var tíðin hesafer? 2 Hvør vann gull í 1.500 metrar svimjing? 3 Hvar var OL í 1996? 4 Hvussu oftani hevru Súni Olsen vunnið FM í fótbólti? 5 Hvør er nýggjur í venjaratoyminum hjá B68? 6 Hvørjum felagið spælir Kaj Leo í Bartalsstovu við? 7 Hvat felag bleiv Sonni Ragnar Nattestad útleigaður til? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 9,81 2: Gregorio Paltrinieri 3: Atlanta 4: 1 ferð (2011) 5: Eliesar Olsen 6: FH 7: Fylkir 8: Tróndur Jensen ÍTRÓTTAR UMMÆLI BÓKIN: Ein keta av lygnum: Lance Armstrong avdúkaður