mánadagur 15. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. august 2016 · Nr. 92
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Heldur ikki hesaferð slapp Pál Vitalis Joensen
at liva út sín stóra dreym at svimja í einari
olympiskari finalu. Tíðin 15.18:49 var langt frá tí,
sum kravdist, og enn hava vit til góðar at síggja
ein føroying í einari olympiskari finalu. Men
samrøðan við DR sjónvarp aftaná innleiðandi
kappingina staðfesti virðið í Páli: "Tað skal ikki
enda soleiðis", staðfesti Pál í samrøðuni við DR
sjónvarp. Pál Vitalis Joensen ætlar at enda við
einum braki, og tá verður tað undir føroyska
flagginum til eina HM ella eina EM kapping. Vit,
sum sótu heima og heppaðu á Pál Vitalis Joensen
kunnu bara stórfegnast um, at hann ikki ætlar, at
tíðin 15.18:49 skuldi verða tann seinasti steinurin,
sum bleiv lagaður á tann størsta og fremsta
ítróttarvarðan í føroysku ítróttarsøguni. Vit eiga
øll at stuðla og takka Páli fyri, at hann mintist
til okkara tjóð til setanina, tá hann veitraði við
Merkinum, og bara tað at hava ein føroying til
olympisku leikirnar er framúr. Tað er ikki lætt hjá
smátjóðunum, sum hava olympiska viðurkenning
heldur. Kyrrahavstjóðin, Fiji hevur núðstani í
allari olympisku søguni vunnið eitt olympiskt
heiðursmerkið. Tað gjørdist veruleiki, tá Fiji
vann kappingini í sjeymanna rugby á olympisku
summarleikunum í Rio de Janeiro. Íslendingar,
sum eru knáir tá um ítrótt ræður hava tikið lut
á olympisku leikunum síðani 1908, og hesi 108
árini hava íslendingar vunnið fýra heiðursmerki.
Enn hava íslendingar til góðar at vinna eitt
gullheiðursmerki. Svøríki og Danmark hava
higartil á hesum summarleikunum bara vunnið
eitt gullmerki hvør. Noreg hevur vunnið trý
bronsumerki, og Finnland hevur enn ikki vunnið
eitt heiðursmerki. Tað krevur ófatuliga nógv av
einum íðkara bara at vinna seg til olympisku
leikirnar, og fyri ikki at tala um hvussu nógv tað
krevst at enda á sigurspallinum. Tí eiga vit at
fagna Páli fyri at røkka tveimum olympiskum
leikum á rað, um enn ikki tað gekk, sum hann,
ella, sum vit høvdu ynskt, at tað gekk.
Men nú fara vit at gera klárt at heppa á ein annan
føroyskan svimjara. Krista Mørkøre úr Ægir fer
at kappast á paralympisku leikunum, sum verða
í Rio de Janeiro 7. til 18. september. Tað verður ein
stór løta til setanina, tá unga klaksvíksdaman
sleppur at ganga inn við føroyska flagginum,
og vit sleppa at verða presenteraði, sum tann
ítróttartjóð vit av røttum eru, og kunnu gleða
okkum stórliga til Krista Mørkøre fer at kappast.
Altjóða paralympiska nevndin hevur ein
menniskjaligan faktor, sum olympiska nevndin
manglar, og hevur hartil betur moral. Altjóða
paralympiska nevndin hevur tikið avleiðingarnar
av russisku dopingini, og hevur bannað
russiskum paralympiskum ítróttarfólkum at taka
lut á paralympisku leikunum. Altjóða olympiska
nevndin dansar rundanum tann trupuleikan.
Tað er týdningarmiklari fyri IOC, at lond, sum
Føroyar ikki sleppa at taka lut, heldur enn at taka
avleiðingarnar av russisku dopingini, sum IPC
hevur gjørt. Líkamikið: Takk fyri Pál, og koyr á
Krista
»Tað skal ikki
enda soleiðis«
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Tað er ikki heilt uttan
spenning,
at
føroyskur
landsliðsfótbóltur
nú
skal
undir
eina
nýggja
undankapping. Hesa ferð er
talan um HM undankapping
til endaspælið, sum verður
í Russlandi á summri 2018.
Føroyar spælir móti Ungar
sætta septembur.
Gleðiligt fyri føroyskan
fótbólt er, at fleiri av okkara
fremstu spælarum eru væl
fyri. Vit hava fýra spælarar
í Superliguni, sum allir hava
verið á vøllinum í nýggja
kappingarárinum,
meðan
spælarar sum lægru deildum
eisini sleppa framt.
Superligaspælitíð
Tveir av okkara týdningar
mestu spælarum á lands
liðnum eru Hallur Hansson
og Jóan Símun Edmundsson.
Hóast teir enn eru ungir, so
er ongin ivi um, at teir eru
tvey av nøvnunum, sum
koma úr hattinum hjá Lars
Olsen týsdagin.
Hallur Hansson spælir
fast
á
miðvøllinum
hjá
AC Horsens, sum hevur
spælt fýra javnar í fimm
teimum fyrstu umførunum
í Superliguni. Bo Henriksen,
venjari í AC Horsens, segði
við Horsens Folkeblad, at
hann metti Hall Hansson
sum ein av sínum bestu
spælarum.
Føroyski
miðvallarin er byrjaður inni
allar dystirnar.
Somuleiðis hevur Jóan
Símun Edmundsson vunnið
sær fast pláss á OB liðnum.
Landsliðsáleyparin manglar
enn at fáa sítt endaliga
gjøgnumbrot í yrkisfótbólti.
Á landsliðnum hevur hann
langtsíðni staðfest sítt pláss,
men nú verður hann ein
av
berandi
spælarunum,
eftir at menn sum Fróði
Benjaminsen og Christian L.
Holst eru givnir.
Umframt teir báðar, so
hava bæði Gilli Sørensen
og Brandur H. Olsen fingið
spæltíð í avikavist AaB og
Randers.
Gilli
Sørensen
í
størri
mun,
meðan
skálvíkingurin er nýggjur í
Randers.
René á máltalvuna
Aðrir útisetar gera eisini um
seg og fáa spælitíð. René
Shaki Joensen skoraði fyri
Vendsyssel um vikuskiftið.
Hann
hevur
ikki
ment
seg eins skjótt og Hallur
Hansson,
men
tykist
mennast so hvørt. Vónandi
verður hann fastur maður á
liðnum hjá Vendsyssel hetta
kappingarárið.
Viljormur
Davidsen
er
fastur maður í Vejle, meðan
Bárður J. Hansen og Heini
Vatnsdal
somuleðis
hava
vunnið sær fast pláss í
Fremad Amager.
Í
Íslandi
er
Gunnar
Nielsen høgt í metum í FH,
meðan Kaj Leo í Bartalsstovu
er
nýggjur
í
hópinum.
Sonni Ragnar Nattestad er
útleigaður til Fylkir og fær
spælitíð.
Nýggj nøvn á
landsliðnum?
Okkurt bendir á, at tað
verður onkur broyting á
landsliðnum.
Lars
Olsen
hevur fyrr roynt at fáa
Fróða Benjaminsen aftur
á
landsliðið,
men
tað
tykist enn ósannlíkt. Tveir
íslendskir spælarar, Davíð
Þór Viðarsson og Bjarni Þór
Viðarsson, hava føroyska
familju og hava víst áhuga
fyri at spæla fyri Føroyar.
Fáa teir pass, so er tað ein
møguleiki.
Landsliðið verður úttikið
klokkan 10 fyrrapartin í
morgin. Rás2 og In.fo fylgja
útøkuni beinleiðis.
trondur@sosialurin.fo
Týsdagin verður landsliðið úttikið á fyrsta sinni í nýggju HM
undankappingini. Fleiri av okkara spælrum eru væl fyri
LANDSLIÐIÐ
ÚTTIKIÐ TÝSDAGIN