mánadagur 15. august 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 33 • 15. AUGUST 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
– Havt nógvar stuttligar
løtur í Klaksvík
Vilmund Jacobsen
T
ær nógvu sjómanskappingarnar
á Føroya Sjómannadegi verða
seinnapartin leygardagin, 20.
august og vara til nakað út á kvøldið.
Millum hesar kappingar er eitt
nú kapping í trolbøting, sum verður
leygardagin klokkan 15.45.
Dómari øll árini í trolbøting hevur
verið fryntligi – og sum hann sjálvur
sigur tað – trolidioturin, Sámal Olsen,
sum býr á Kambsdali.
Sámal Olsen er royndur í leikum, tá
ræður um trol og trolbøting.
Í eini 30 ár sigldi hann við trolara,
harav flestu árini við trolarum, ið fisk
aðu botnfisk.
Seinastu tvey árini av sjólívinum
– árini 1999 og 2000 – var hann við
Jupiter, har hann so eisini gjørdi sær
royndir í uppsjóvartroli.
Í dag hevur Sámal ábyrgdina av
uppsjóvartrolunum hjá P/F Vónini í
Fuglafirði, har hann er formaður og
skipar arbeiðið.
– Eg havi verið í starvi hjá Vónini
seinastu 16 árini og seinnu árini við
ábyrgd fyri framleiðsluni av upp
sjóvartrolum.
Við øll árini
Sámal Olsen greiðir soleiðis frá,
hvussu P/F Vónin og hann gjørdust
partur av Føroya Sjómannadegi.
– Tað var soleiðis, at umboð fyri
fyrireikararnar ringdu til okkara og
spurdu, um vit vildu taka okkum av
eini kapping í trolbøting, og tað gjørd
ist eg, sum kom at hanga upp á hetta,
sum hann tekur til.
Sámal Olsen sigur, at hann hevur
verið við øll árini síðan byrjan, og hann
minnist aftur á nógvar hugnaligar og
stuttligar løtur í Klaksvík á sjómanna
degnum.
– Tey fyrstu árini var tað soleiðis,
at teir, sum bøttu skeivt, fingu tíð
lagda aftrat, og tað vóru menn ikki
altíð fegnir um. Men, her nyttaði einki
at grenja. Onkur skuldi skera ígjøg
num, og henda uppgáva var latin mær
í hendi. Neyðugt var at vera avgjørdur
og taka støðu beint her og nú. At
onkur bøtti skeivt, skuldi sjálvandi ikki
geva teimum fyrimunir fram um teir,
sum bøttu rætt allan vegin.
Sámal Olsen sigur, at seinnu árini
hevur tað verið soleiðis, at menn, sum
bøta skeivt, ikki sleppa at halda fram,
men noyðast burtur úr kappingini.
– Eg havi havt sama hol í øllum
trolstykkjum øll árini, men tey fyrru
árini var holið størri, soleiðis at meira
var at bøta. Tá tók tað umleið fimm
minuttir hjá monnum at bøta holið
aftur; í dag liggur tíðin um einar tveir
ella tríggjar minuttir, og tað er líka
sum meira passaligt.
Rætt ella skeivt
Sámal Olsen sigur, at holið í trolstykk
inum verður soleiðis skorið, at tú sum
bøtari byrjar við hálvum meska og
endar í hálvum meska.
– Her er einki at taka feil av hjá
royndum trolfólki, og tá bøtt verður er
ikki talan um fleiri møguleikar. Antin
bøtir tú rætt – ella bøtir tú skeivt. Tað
var kanska stuttligari tey árini, tá høvi
var at leggja tíð aftrat hjá teimum,
sum bøttu skeivt, men eg haldi, at
kappingin er rættvísari, nú tann, sum
bøtir skeivt, verður diskvalifiseraður -
og ikki sleppur at halda fram.
Okkurt árið hevur onkur kvinna
verið við í kappingini í trolbøting, og
tað er eisini hent, at onkur kvinna
hevur vunnið á onkrum royndum skip
ara.
– Vit høvdu eina kvinnu til arbeiðis
her á Vónini í nøkur ár. Hon var ófør,
og hon luttók onkuntíð í kappingini
í trolbøting á sjómannadegnum. Vit
hava eisini upplivað, at ein ung kvinna
kappaðist við pápa sín, sum er skipari
– og vann á honum, sigur Sámal
Olsen, sum altíð gleðir seg til Føroya
Sjómannadag í Klaksvík.
Sámal Olsen hevur verið dómari í
trolbøting øll árini síðan byrjan,
og hann minnist aftur á nógvar
hugnaligar og stuttligar løtur í
Klaksvík á sjómannadegnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Holið í trolstykkinum verður soleiðis skorið, at tú sum bøtari byrjar við hálvum meska og endar í
hálvum meska. Tá bøtt verður, er ikki talan um fleiri møguleikar. Antin bøtir tú rætt – ella bøtir tú
skeivt, sigur Sámal Olsen, sum sigldi við trolara í 30 ár og hevur starvast hjá P/F Vónini í 16 ár
Dómari í trolbøting á sjómannadegnum: