mánadagur 15. august 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 33 • 15. AUGUST 2016
7
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
FirstStop Atlantic
á USA ferð
Fríðrikur Bláhamar
S
um vit lovaðu í Vikublaðnum í
viku 22, koma vit nú við einari
stuttari ferðafrásøgn í sam
bandi við, at vit í einari altjóða kapp
ing millum FirstStop-veitarar vunnu
eina ferð til USA og American Cham
pionship Car Racing, vanliga kallað
Indy Car Racing ella Indy 500, sum
verður roknað sum kappkoyringin,
sum hevur størstu tygn av øllum
kappkoyringum. Kappkoyringin hevur
verið síðan 1911 og snýr seg um at
vera fyrstur av 500 rundum.
Her flúgva vit inn yvir býin Indianapolis í statinum Indiana
og stóru ovalu breytina, ið er karmur um kappkoyringina.
300.000 áskoðarar kunnu vera runt breytina
Her sæst partur av ferðaliðnum,
ið vóru føroyingar,
svenskarar og danskarar
Her er ferðaliðið savnað, áðrenn vit fara í býin at hyggja eftir
øllum tí, ið skipað er fyri í samband við kappkoyringina
Her er sum á ólavsøku – veitslurómur, tónleikur
og skrúgongur av øllum handa slagi
Løgreglan tekur sær av løttum, nú veitsla er í býnum.
Vit hugna okkum og fáa eitt gott prát
Eingin trupulleiki at sleppa at
royna stóru motorsúkkluna
Her eru vit í VIP-teltinum hjá altjóða dekkfyritøkuni Firestone, har
vit vóru gestir og fingu alt møguligt gott at eta og drekka. Her kundi
tú vera áðrenn, undir og aftaná kappingina. Vinnarin Alexander
Rossi og hansara toymi var eisini og greddi frá kappingini
Her er sjálvur mr. Firestone (Nick
Firestone), sum er oldurabba
sonur Harvey Samuel Firestone,
ið stovnaði stóru dekkfyritøkuna
Her eri eg á áskoðaraplássunum við stóru kappingarbreytina
saman við Ian Richard, sum er sølumaður hjá Bridgestone
/ Firestone í Danmark. Her var eitt sindur strævið at vera,
tí gangurin var nógvur, men upplivingin var stór