mánadagur 15. august 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 33 • 15. AUGUST 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Finnur Justinussen
Jústinus Leivsson Eidesgaard
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Forvitin, bangin og ótolin
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Eg koyri bara í VW Golf og eg koyri teir
í eini 18 ár. Akkurát nú havi eg fingið
nýggjan Golf 7 og hann er ein dreymur.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Iphone, eg eri eitt sindur av einum Macfreak.
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Túrar í náttúruni og tøtt
samvera við familjuna.
HVAT ORÐ ELLA HVØNAN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Líkasum
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Nú avdúka tit meg. Ikki nakað lættur
spurningur við einum einføldum svari.
Talan er um eitt heildarinntrykk. Er tað
nakað, sum vit onki kunnu gera við, er tað
hvussu vit frá skaparans hond eru skapt.
Tað er útstrálingin, tann einstaka kvinnan
útstálar, sum fangar meg og so kann talan
verða um prúðar ella klænar kvinnur.
Stórbarmaðar ella slættar. Lítla rumpu
og stórar, onki av hesum er avgerandi.
HVAT STRESSAR TEG?
Tá ið eg ikki veit og heilt fram til, at
eg havi góðtikið, at eg ikki veit.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Eg eri matglaður, og tí er ringt at svara.
Men stokt havtaska, gjørd á sama hátt
sum lippur umborð á skipi stendur ógvuliga
ovalaga. Havtaskan verður skorðin í smáar
búffar, sum verða bankaðir lætt út við
hondini, síðan verður hetta vent í rugmjøli,
sum er kryddað vð nógvum pipari og salti
og stokt við nógvum hita á pannuni.
HVAT GLEÐIR TEG?
Tá ið eg merki hjartað í einum menniskja,
og tá ið eg merki, at eg sjálvur eri i kontakt
við hjartað og ikki bara mentalt eri ein
trælur av tankamaskinuni í heilanum.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At eg slapp óskalaður frá einum
blóðtøppi í heilanum í mai í ár
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Eg eri journalistur og havi næstan einki
annað gjørt alt mítt lív enn skriva
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Eg haldi, at tað hevur nakað við frásøgugleði
at gera og eisini at hava ávirkan, við at velja
evni, sum eg sjálvur ynskir skulu viðgerðast.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tað er at síggja, at skriving kann venda
onkrum, sum er farið skeiva leið aftur á beint.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Ógvuliga breitt. Eg eri úrslit av poppættar
liðnum, sum byrjaði við Beatles og Rolling
Stones og í dag lurti eg ofta afturlítandi
eftir tónleiki, frá tíðini, tá ið eg var
ungur. Og mær dámar eisini ógvuliga væl
klassiskan musikk og her er tað serliga
Mozart, sum stendur frammalaga. Mær
dámar væl melankolskan tónleik, sum
kann fáa tár fram í míni eygu. Mær dámar
væl tilstandin, har míni eygu gerast vát,
tá eri eg ofta í samband við hjartað.
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Fyri okkum skrivandi, man tað verða
teldan, sum í míni verð er størsta tekniska
frambrotið síðan menniskjan lærdi at temja
eldin. Tað er satt frælsi at skriva á teldu
og at kunna rætta sum ein vil, áðrenn sent
verður. Tey ungu í dag, sum ikki kenna til
skrivimaskinu, rættibond
og einglablóð vita ikki,
hvat eg snakki um.
HVAT ER BESTA
ÍLØGAN, TÚ
HEVUR GJØRT?
Nú veit eg ikki um íløgan er meint
sum verðslig. Um so er, eru húsini
í Havn ein góð íløga. Á menniskjaliga
planinum er konan Poula besta íløgan eg
havi gjørt og ikki minst okkara tveir røsku,
fittu og vaksnu synir, Fríi og Edward.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Ein góður temunnur hjálpir
móti næstan øllum.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Vit eiga ein tíggju ára gamlan hund, sum
eitur Loki. Hann er einaráðandi her á
Hellunum og er av fittastu hundum. Vit
syrgja enn mammuna Siv, sum doyði í fjør
14 ára gomul og steinmett av døgum.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Eg hevði fyrst og fremst rindað skuld.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Eg veit ikki, tað er meira at kalla ein ræðandi
tanki. Eg ivist í, um eg hevði verið nógv
eydnuríkari, um eg átti fleiri milliónir. Her
hjá okkum er ein meginregla galdandi,
meira pengar vit eiga, meira brúka vit. Eg
fari ongantíð at teljast millum spararar.
Tá ið eg og konan komu saman í ringastu
kreppu í 1992, áttu vit ikki bil. Vit plagdu
at fara á Hellurnar í bussu í vikuskiftunum.
Í dag hava vit hvør sín nýggja bil, og eg
ivist í, um vit eru lukkuligari nú enn tá.
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Føroyar eru Føroyar uttan mun til hvussu
tíðirnar eru. Tað góða í Føroyum er ikki
bundið av konjekturum. Er títt hjarta
føroyskt, trívist tú her, uttan mun til hvat
Føroyar hava at bjóða tær. Eg kann ikki
búgva aðrastaðni enn i Føroyum og so
skjótt eg fari eg av landinum, leingist
eg heim aftur. Eg eri nokk tað mann
kallar ein hopleysur heimføðingur.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Um tíggju ár eru millum 22 og 24 ár eftir
av mínum lívi. Ein thailendskur spámaður
spáddi mær einaferð, at eg fór at gerast
millum 89-92 ára gamal og eg fór at
gerast ríkur. (A lot of prosparity) Um hann
meinti verðsligt ríkidømi ella um eg fór
at gerast ríkur í anda og hjarta, veit eg
ikki, men tí seinna eri eg longur ríkaður í
ólukkumát við, og tað er tað sum telur
Teldan
størsta
tekniska
frambrotið
Eg eri nokk
tað mann
kallar ein
hopleysur
heimføðingur