mánadagur 15. august 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 33 • 15. AUGUST 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sjómannadagurin
SKRÁIN FØROYA SJÓMANNADAG 2016
MÁNADAGIN 15. AUGUST
Kl. 19.00
Archibald Black greiður frá endurbyggingini av
garðinum hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð.
Framløgan verður í Norðoya Sparikassa
TÝSDAGIN 16. AUGUST
Kl. 19.00
Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanar-
virkinum NUMO, fer týskvøldið kl. 19:00, at hava fyri-
lestur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík um búskapar-
ligu gongdina hjá útvaldum skipabólkum í føroyska
veiðiflotanum og um møguleika teirra í sambandi við
eina nýggja fiskivinnuskipan.
MIKUDAGIN 17. AUGUST
TEMAdagur fyri sjómenn og onnur áhugaði
- trygd hjá sjófólki
09.00 Vælkomin
09.05 Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur dagin.
09.20 Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur
leggur fram úrslit um vanlukkur hjá sjómonnum mel-
daðar til vanlukkutryggingarráðið frá 1972 -2014 og
greiðir frá, hvat hesi tøl siga okkum.
10.00 Pausa við morgunmati
10.30 Trygd á sjónum innan Føroysku sjóvinnuna –
Ragnar Ludvig, leiðari á Sjónám.
11.00 Fyribygging av arbeiðsvanlukkum í fiskivinnuni
– Tað ger mun! Jørgen Møller Christiansen,
seniorforsker, Center for Maritim Sundhed og
Samfund, Syddansk Universitet, Danmark.
11.30 Helse og arbeidsmiljø i fiskeflåten - Seniorfor-
sker Ingunn M. Holmen, SINTEF Fiskeri og havbruk,
Norge. 12.00 Døgurði á staðnum - ókeypis
13.00 Trygdar venjingar – ger tað nakran mun í lívi-
num hjá einum sjómanni? Hilmar Snorrason, skipari
og skúlastjóri á Maritime Safety and Survival Training
Centre ICE-SAR, Ísland.
13.30 Frágreiðing frá Grími Hammer, ið er blivin avla-
min vegna arbeiðsskaða, sum kundi verið umgingin,
um trygdin og arbeiðsumstøðurnar vóru betur.
14.00 Kaffi støðgur
14.15 Høgni Hoydal, Minestry of Fisheries
15.45 Annbjørg á Høvdanum endar dagin.
19.00 Pallborðsfundur við yvirskriftini “Trygdar- og
heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”. - Í
panelinum sita Anfinnur Garðalíð vegna manningar-
feløgini, eitt umboð fyri reiðarafeløgini, Pál Weihe,
yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu,
Høgni hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum,
og Ragnar Ludvig leiðari á Sjónám. Eisini verða borð
við upplýsandi tilfari frá luttakandi londunum og ein
sølubásur við persónligari trygdarútgerð.
HÓSDAGIN 18. AUGUST
Kl. 19.00
Politisk hólmgonga millum Høgna Hoydal og Ja-
cob Vestergaard um fiskivinnupolitikkin í dag og í
framtíðini. Jón Brian Hvidtfeldt er vertur.
Teir kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og
fráboðaðu nýskipanina. Eisini viga teir royndarupp-
boðssøluna í summar.
Hólmgongan verður í Skúlanum á Skúlatrøð.
FRÍGGJADAGIN 19. AUGUST
Kl. 18.00
Fiskikapping á Kósabrúnni
Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og
dreingir.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýg-
gja á bryggjuni.
Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og
góðgæti.
Vinnararnir av fiskikappingini verða heiðraðir á stóra-
palli á Sjómannadegnum leygardagin 20. august.
Nr. 1., 2. og 3. fáa atgongumerki til Sirkus Baldoni
Kl. 19.00
Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip
Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk
umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar
á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landi-
num luttaka.
ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.
Kaptain Gardar Vatnkríggj
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fich Cold Stora-
ge, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggið fyri smærri
børn og tey sum ikki ynskja at verða umborð á bátu-
num. Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar krógva seg
inni í eini stórari borg á bryggjuni og verja seg móti
børnum við eini stórari vatn kanón.
Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj,
er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa kring um í
Landinum. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin
19. august kl. 15:00.
Tey, sum tekna seg í høvðusdeildini í Klaksvík,
fáa eina vatnsproytu - avmarkað nøgd.
Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum,
kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er um-
ráðandi, at hava heit klæði.
Kl. 22.00
Bólkar frá Dávavirkinum konsert í Klaksvíksgarðinum
DJ Jóan Magnus Magnusson, Quarter to Three,
Jens Marni Band og Vinir
LEYGARDAGIN 20. AUGUST
Kl. 09.00
Føroysku træseglskipini og timbur motor- og útróðr-
arbátar hittast á Pollinum og seta segl. Stóru útróðr-
arbátarnir og onnur før sigla aftaná.
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju in-
nast í krókinum við langu-kaj. Jóhanna TG 326, West-
ward Ho, Dragin.
Útróðrarbátar úr Svínoy
Í kjalarvørrunum av sluppunum, koma gomlu útróðr-
arbátarnir úr Svínoy rógvandi. Teir verða drignir upp
á kajuna og standa til framsýning niðan fyri gomlu
smiðjuna ”Ídni”.
Kl. 11.00 – 17.00
UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við
stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir
greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisv-
ølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind,
seglføring, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum
ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggj lodd, súlu,
vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini
sleppa at kasta snøri.
UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir
føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir
- hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp
og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast
á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.
UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður
Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og
undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta.
Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúla-
skipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl
upp og niður.
Kl. 10.30
Merkið vundið á stong
Manningin sum hevur longstu leið til Føroya Sjóman-
nadag, gongur í tigandi skrúðgongu við Merkinum
millum sín. Tjóðsangurin sungin og Merkið vundið á
stong.
Eftir tjóðsangin bjóðar Føroya Sjómannadagur til
Stórt kaffiborðið.