mánadagur 15. august 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 33 • 15. AUGUST 2016
17
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sjómannadagurin
Kl. 10.45
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum,
setur Føroya Sjómannadag.
Síðani verða heiðursmerkir handaði bestu skipum
og bátum í Føroyum.
Kl. 11.00 – 18.00
Listaframsýningar
Lydia Petersen, Magna Auðunsson og
Hanus Lind Sørensen sýna fram málningar
í Spaniastovu.
Edward Fuglø hevur opið atelier
í gomlu Sýslumannshúsunum.
Kl. 11.00 - 17.00
Framsýning av gomlum motorum hjá
Norðoya Motorsavnið.
Framsýning av gomlum Bensinmotorum og gomlum
páhangarum frá 1932 og fram til 50ini
Kl. 11.00 - 17.00
Vardi verkstaðurin á Brekku og virkis- og tilhaldsstaðið
Gloym meg ei, sýna fram í kjallaranum hjá Berglon.
Kl. 11.00 - 18.00
Norðoya Fornminnasavn opið
Kl. 11.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli
á bryggjuni.
Kl. 12.30 – 16.00
FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ
JFK bjóðar Fish & Chips: Fiskurin er fyrstaflokksvøra frá
GADUS, og Chips verður framleitt úr nýggjum eplum
úr Skotlandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið.
Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni, Papas Barn
í London, sum seinastu árini hava verið støðugt mil-
lum topp 10 av bestu Fish&Chips kokkunum í Stóra-
bretlandi, standa fyri matgerðini.
Grillaður laksur frá Bakkafrost.
Grillaðir grindabúffar.
Fiskasúpan.
Tari - grønnmeti úr sjónum
Á sjómannadegnum hevur møguleika fyri at san-
sa smakkin av tara og læra, hvussu lættliga tú kanst
brúka grønnmeti úr sjónum í matgerðini.
Húsarhaldsskúli Føroya saman við TARI við Agnes
Mortensen bjóða spennandi smakkiroyndir við tara
ALT FØROYSKT OG ÓKEYPIS
Kl. 13.00 – 17.00
Opið skip umborð á Brimli.
Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao.
Kl. 13.00 – 17.00
Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri
SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR .
Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur
sum Sjórænarar.
Øll sum klára royndirnar fáa eitt diplom frá Kaptain
Gardar & Stampi.
Kl. 13.00 – 17.00
Føroyameistarakapping – Kassastabling
Norðoya MC skipar fyri
Kl. 13.00 - 17.00
Opið hús á Looknorth. Til ber at síggja hvussu framle-
itt verður EPS (flamingo) og hart plast. Víst verður runt
á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.
Kl. 13.00 - 17.00
Ókeypis kramarísar
Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til
børn og vaksin.
Kl. 13.00 – 17.00
Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip
umborð á bjargingarbátinum Ziska
Kl. 13.00 – 17.00
Blái króssur deilir ókeypis ballónir út til børn.
Kl. 13.00 – 17.00
Tryggingarfelagið Føroyar, Fólkaheilsuráðið og Klaks-
víkar Sjúkrahús skipa fyri heilsuátakið, har tað m.a.
verður møguleiki hjá fólkið, at fáa máta feitt prosent,
BMI, blóðtrýst og lungnaorku, inni í stóra tjaldinum.
Kl. 13.00 – 17.00
Kendi havrógvarin, Liver Nysted, flótar Royndina Fríðu,
hjá Nólsoyar Páll, og rør á Vánni við børnum.
Kl. 13.00 - 17.00
Action á sjónum:
Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin -
Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. ÓKEYPIS!!!
Kl. 13.00 – 17.00
Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum.
Kl. 13.15
Skera upp grind
Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir
verða skornir upp.
Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum
og enskum.
Kl. 13.15
Føroyameistarakapping - køkukapping
Kakurnar kunnu latast inn í stóra tjaldinum
ímillum kl. 12 og kl. 13.15.
Kakukappingin byrjar við at tríggir bakarar í Klaksvík
døma kakurnar og geva stig sum telja ávikavist 30, 20
og 10 atkvøður.
Nr. 1, 2 og 3 fáa medalju umframt ein flottan vinning.
Kl. 13.30
Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways
og Norðoya Bjargingarfelag.
Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing.
ØLL TILTØK ERU ÓKEYPIS
LEYGARDAGIN 20. AUGUST