leygardagur 11. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 11. september 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Týsdagin 14. septem-
ber eru liðin 40 ár
síðan Jens Christian
Christiansen (Kissa)
byrjaði at handla við
mannfólkaklæðum í
miðbýnum í Havn. Í
hesum sambandi
verða fleiri vørur
seldar við 40 prosent
avsláttur
HANDIL
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Klædnahandilin
»hjá
Kissa«, sum er ein partur av
býarmyndini í Havn, verður
40 ár týsdagin 14. septem-
ber 2004.
Eftir at hava arbeitt í
handlinum hjá Hans Joen-
sen í Niels Finsensgøtu í
meira enn 30 ár, stovnaði
Jens Christian Christian-
sen, vanliga nevndur Kissa,
sín egna klædnahandin við
mannfólkaklæðum á horn-
inum Sverrisgøta/Tórsgøta
í 1964.
Í fyrstu lýsingunum hjá
Kissa sæst, at klædningar
til menn kostaðu frá 316 til
530 krónur, og til dreingir
og hálvvaksnar kostaðu
klædningarnir úr 286 krón-
um. Einar terylenbuksur
kostaðu kostaðu frá mill-
um 68 og 122 krónur, og
ein pyamas kostaði 51
krónur. Hetta ljóðar kanska
bíligt, men í mun til tíma-
lønina hava klæðir verið
lutfalsliga dýr.
Kissa varð føddur í Havn
27. juni 1916. Hann var
næstelstur av 6 systkinum.
Mamman var Hanna –
ættað úr Stórustovu í
Sørvági – og pápin var
Jóhan
Christiansen
–
nevndur Hannemann hjá
Mikkjal í Dali í Havn.
Kissa gekk í kommunu-
skúlanum í Havn, men fór
longu úr skúlanum sum 12-
13 ára gamal. Hetta var
kanska ikki so nógv av
egnum vilja, men heldur tí,
at umstøðurnar kravdu tað.
Pápin gekk burtur í 1928
við »Martu«, á veg til Ong-
lands við fiski, og tá var
ikki annað at gera hjá Kissa
og eldra bróðurinum Eli,
enn at fara út at arbeiða.
Kissa fór fyrst í urmak-
aralæru hjá Eliesar Arge,
urmakara, men úrtøkan var
ikki nóg góð fyri eitt húski,
sum hevði mist forsyrgjar-
an. Tí gavst hann við læruni
og fór at starvast í handl-
inum hjá Hans Joensen.
Har var hann frá umleið
1930 til hann byrjaði sum
sjálvstøðugur
klædna-
handilsmaður. Hesi árini
tók hann ymisk handils-
skúlaprógv á kvøldskúla.
Kissa var serliga kendur
sum sílaveiðumaður, og
hann var ein av undan-
gongumonnunum í Føroya
Sílaveiðufelag. Tær flestu
fríløturnar á yngri árum
brúkti hann við tráðuni.
Eitt annað av frítíðarítriv-
um hansara, var frímerkja-
savningin, og har var hann
mettur at vera ein rættiligur
»kapasitetur«.
Saman við svágrinum
Peturi Háberg stovnaði
Kissa »Norrøna Forlagið«.
Teir góvu út bøkur og ann-
að tilfar á føroyskum.
Eftir nøkur ár gevast teir
við forlagnum og við endan
av fýratiárunum fóru teir at
innflyta bilar úr Onglandi
og
stovnaðu
Bilasølan
Norrøna.
Sambandið við Bretland
var gott ta tíðina og inn-
flutningurin av bilunum var
beinleiðis. Teir byrjaðu við
at selja Standard bilar og
umboðaðu
eisini
aðrar
bretskar fyritøkur.
Umframt Standard komu
onnur bilmerkir afturat, so
sum franskir Simca, russ-
iskir Moskwitch og Volga
og amerikanskir Plymouth.
Eykalutagoymslan
var
heima hjá Kissa í Brekku-
gøtu.
Í 1965 gevast teir at selja
bilar og Reimar Isaksen, ið
hevði Akkumularorvirkið
»Monty« við Grønlands-
vegin yvirtók »Bilasøluna
Norrønu«.
Kissa var eisini ein av
stovnarunum av Barna-
hjálpargrunninum saman
við Peturi Háberg, Ludvík
Breckmann
og
øðrum.
Grunnurin varð stovnaður
undir krígnum, og hevði
sum endamál at hjálpa
neyðstøddum børnum.
Kissa
andaðist
14.
desember 1996, 80 ára
gamal. Síðan hevur dóttur-
in, Elin Guttesen, stjórnað
handlinum. Fyri nøkrum
árum síðan kom sonur
hennara Birgir Carlsson,
fyrrverandi bankamaður,
við í fyritøkuna, og verður
hann eftir ætlan komandi
stjóri.
Týsdagin 14. september
verða kaffi og køkur til tey
vitjandi, og alla vikuna
verða nógvar vørur seldar
við 40 prosent avsláttur.
P/f hjá Kissa, Tórshavn:
Klædnahandil í miðbýnum í 40 ár
Týsdagin 14. september verður klædnahandilin »hjá Kissa« 40 ár. Starvsfólkini eru, f.v.: Elin Guttesen, stjóri, Birgir Carlsson og
Jona á Borg
Mynd: Jens Kristian Vang
Petur Háberg og Kissa uttan fyri handilin hjá Hans Joensen.
Teir vóru svágrar, giftir við hvør sínari systir, og høvdu nógv
samstarv, t.d. góvu teir út bøkur, seldu bilar og settu á stovn
Barnahjálpargrunnin
Fyrsta lýsingin hjá Kissa í 1964. »Frá mánadegi 14. september
keypa mannfólk klæði síni hjá Kissa«
Jens Christian Christiansen, Kissa (1916-1996) og konan Fía,
sum andaðist í 1994. Hon var systir Hjørdis Háberg
15
14
Nr. 173 - 11. september 2004
2. september 2004
fingu 19 heilsu-
hjálparar prógv á
Heilsuskúla
Føroya á Tvøroyri.
Allar byrjaðu tær á
skúlanum í
september 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Síðan 1984 hava
Traktatgrunnurin og
Svenning av Lofti
hvørt summar givið
út faldarar til
útlendsk ferðafólk
sum vitja í Føroyum.
Talan er um ein
snotuligan faldara við
bæði søguligum og
andaligum innihaldi
Síðan Traktatgrunnurin gav
hendan faldara út fyrstu
ferð fyri 20 árum síðan,eru
umleið 150.000 ein tøk
prentaði á nógvum ymisk-
um tungumálum. Umframt
tey norðurlendsku verður
faldarin eisini givin út á
enskum, týskum, fronsk-
um, sponskum, italskum og
russiskum.
Svenning av Lofti sigur,
at tey hava sera gott sam-
band við føroysku ferða-
vinnuna og fáa yvirlit yvir
nær tey ymisku ferða-
mannaskipini
koma
og
fara, hvussu nógv ferðafólk
eru við, og hvat mál tey
tosa.
Øll hesi árini hava fólk
staðið við landgongina á
ferðamannaskipunum og
givið ferðafólkunum fald-
aran, men nú havnaøkið er
stongt av, slepst ikki út á
Molan at býta út.
Av somu orsøk hevur tað
verið næstan ógjørligt at
handa traktatir til ferða-
fólkini, sum fara útferðir,
av tí at tey fara í bussarnar
á Molanum og verða sett av
aftur á Molanum.
Men tá skip liggja úti á
vágni, er møguleiki at býta
til teirra, tí tey verða sigld
inn á Bursatanga í smá-
bátum.
Somuleiðis
er
møguleiki at náa tey ferða-
fólkini, sum verða koyrd í
bussum heim á Farstøðina,
har tey fáa ein faldara hvør.
Í bóklinginum er skrivað
stutt
um
Føroyar
og
føroyska søgu, um veðrið,
hvat stýrislag vit hava og
um Føroyar sum ferða-
mannaland. Síðan nakað
um hvussu man fyrireikar
seg til eina ferð, hvat man
skal minnast til o.s.v..
Aftast er kristni boð-
skapurin um, hvussu man
fyrireikar seg til eina longri
ferð eftir hetta lívið.
Svenning av Lofti sigur,
at nógv ymisk fólk hjálpa
til í hesi tænastu, og
ferðafólkini
er
sera
fyrikomandi og taka væl
ímóti faldaranum.
Í ár hevur Billy Olsen í
Havn samskipað útbýting-
ina av faldaranum. Tað er
ikki
einans
til
ferða-
mannskipini faldarin verð-
ur býttur út, men eisini til
nógv onnur ferðafólk sum
koma til Føroya.
Heilsuskúli Føroya, Tvøroyri:
19 heilsuhjálparar fingið prógv
Aftast frá vinstru: Marita N. Poulsen Sumba, Barbara Jákupsdóttir Tórshavn, Jana Mari Olsen, Vágur, Eyðbritt Jacobsen, Oyndarfjørður, Ranvá E. Jacobsen,
Klaksvík, Mia Samuelsen, Klaksvík, Jórun Poulsen Lamba, Anita Heinesen Leirvík, Jonna Petersen Klaksvík og Angilie Johannesen, Tvøroyri.
Fremst frá vinstru: Kristina Eysturberg, Hvalba, Sonja Hansen, Tvøroyri, Sylvia Staksberg Tórshavn, Ása í Skemmuni, Glyvrar, Majken Joen-Jacobsen
Sandavágur, Selma Franksdóttir, Tvøroyri, Eyðbjørg Tjaldrastein, Trongisvágur, Mari-Ann Hofgård, Tvøroyri, og Amy Thomsen Hvalba
Traktatgrunnurin:
Faldarar til útlendsk ferðafólk í 20 ár
Jovina Højgaard og Billy Olsen við faldaranum til ferðafólkini.
Billy hevur samskipað útbýtingina av faldaranum í ár
Marita Jensen og Unn Hentze í Havn brúka nógv av síni frítíð til at deila út
bóklingin faldaran til ferðafólk á ferðamannaskipum, sum vitja á Havnini
summarmánaðarnar. Ferðamannaskipið Discovery liggur á Molanum
C
M
Y
K
14