leygardagur 11. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
17
Meðan dreingirnir
hava verið í Íslandi og
spælt fótbólt móti
íslendskum javnaldr-
um úr vinarbýnum
Hveragerði og aðra-
staðni frá, hava
genturnar í 5. og 6.
flokki í Tofta skúla
sungið nógv, og
burtur úr tí er komið
eitt nýtt gentukór
Tað var í síðstu viku, at
genturnar byrjaðu at venja í
kóri, og síðani eru gentur úr
teimum eldru flokkunum í
skúlanum komnar afturat,
so at tær nú eru um 30 í tali.
Tær hava vænt fleiri barna-
sangir hjá Hans Jacob
Højgaard, og gentukórið
verður eitt av trimum kór-
um, sum fer at syngja á
konsertini í Fríðrikskirkj-
uni í dag kl. 18. Júst í dag
eru 100 ár síðani tóna-
skaldið og kórleiðarin Hans
Jacob Højgaard, sáli, varð
føddur, og hesum hevur
ymist verið gjørt burtur úr í
heimbygdini hjá honum.
Tað eru teir báðir lær-
ararnir,
Mikael
Johan
Heinesen og Petur Hans
Hansen, sum venja gentu-
kórið, og teir eru ovfarnir
av hvussu hugagóðar gent-
urnar eru at syngja, og teir
eru á einum máli um, at
sangtilfarið er bæði nógv
og gott.
Tá Hans Jacob Højgaard
var lærari á Toftum frá
1929 til 1953, var bygdin
kend fyri sítt barnakór, ið
saman við teimum vaksnu
javnan var á konsertferð
kring landið. Nú kundi
mangt bent á, at hetta
nýggja gentukórið heldur
fram eisini eftir føðingar-
dagin hjá tónaskaldinum,
sum lærdi nógvar av omm-
unum hjá teimum at syngja
í kóri.
Á konsertini í dag fer
Kirkjukórið hjá Mikael
Johan Heinesen eisini at
syngja sangir hjá tóna-
skaldinum
av
Toftum.
Summir eru lítið kendir
millum manna, og síðani
fer eitt felagskór við goml-
um og nýggjum sangarum
at syngja nakrar sangir hjá
Højgaard og onkrar gamlar
norðurlendskar
travarar,
sum serliga vóru kendir á
Toftum.
Á
konsertini
stjórnar
Mikael
Johan
Heinesen øllum trimum
kórunum.
Í sambandi við 100 ára
føðingardagin kemur fløg-
an "Gev heiðursljóð" út. Á
henni eru ymsar upptøkur
av kórum á Toftum og
løgini hevur Hans J. Høj-
gaard gjørt, og hann stjórn-
ar tí mesta. Tær fyrstu fløg-
urnar koma til landið í dag
og verða at fáa til keyps í
kirkjukjallaranum
eftir
konsertina.
Felagið, tónleikur.fo,
hevur givið ein DVD-
film um Føroyar út. –
Hjá føroyingurin
kann filmurin nýtast
til at greiða útlendsk-
um gestum frá um
Føroyar, meðan út-
lendingar kunnu
ogna sær filmin sum
eitt minni um Før-
oyar, sigur fram-
leiðslustjórin,
Eyðfinn Jensen
DVD UM FØROYAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Ein forkunnugur DVD um
Føroyar er komin á gøtuna í
dag. Við flottum myndum
úr Føroyum fær hyggjarin
innlit í føroyska náttúru,
mentan, list og tónleik.
Tað er felagið, tón-
leikur.fo, ið gevur DVD
filmin út. Eyðfinn Jensen
er framleiðslustjóri.
– Hugskotið um ein DVD
um Føroyar eigur Birgir
Enni. Hann hevði sæð ein
líknandi film um Grønland,
og eg gjørdist hugtikin av
hugskotinum, sigur Eyð-
finn Jensen
Seinastu mánaðir hevur
Eyðfinn tikið upp og savna
tilfar saman til filmin, sum
er hálvan annan tíma til
longdar. Talan er um 20
smáfilmar, sum í miðal eru
5-6 minuttir hvør.
Umframt smáfilmarnar
er eisini filmurin "Faroe
Islands-ADifferent Experi-
ence" á DVD-filminum.
Filmurin
hjá
Herlufi
Sørensen fekk heiðursløn
fyri at vera besti ferða-
vinnufilmur í Evropa í ár.
Føroyingar og
útlendingar
Framleiðslustjórin heldur,
at DVD-filmurin um Før-
oyar vendir sær bæði til
føroyingar og útlendingar.
– Hjá føroyingurin kann
filmurin nýtast til at greiða
útlendskum gestum frá um
Føroyar, meðan útlendingar
kunnu ogna sær filmin sum
eitt minni um Føroyar, vísir
hann á.
Eingin stuðul
Eyðfinn Jensen greiðir frá,
at mong hava sýnt verk-
ætlanini áhuga, men áhugin
at stuðla DVD-filminum
hevur verið lítil. Hetta
hevur havt við sær, at
menninir handan verkætl-
anina sjálvir standa fyri
fíggingini av filminum.
– Eg royndi at finna
stuðlar, men tað vísti seg
skjótt at verða tíðarspill.
Nú vóni eg bara, at filmurin
verður væl umtóktur og at
tað fer at betala seg hjá
okkum at geva hann út,
sigur Eyðfinn Jensen.
Nýggi
DVD-filmurin
fæst til keyps á bók- og
fløguhandlum, Kunningar-
stovuni og á Ferðaráðnum.
Eyðfinn Jensen sigur, at í
fyrstu atløgu eru 1000
filmar gjørdir.
Áhugaverdur DVD-filmur um Føroyar
Nýtt gentukór á Toftum
fagnar tónaskaldi
Nýggja gentukórið á Toftum.
Genturnar eru um 30 í tali
–Eg royndi at finna stuðlar, men tað vísti seg skjótt verða tíðarspill. Nú vóni eg bara, at filmurin verður væl umtóktur og at tað
fer at betala seg hjá okkum at geva hann úr, sigur Eyðfinn Jensen.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16