Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Umsíðir er klárt hjá Tórshavnar Havn at fara undir stóru út­bygg­ ingina, sum mikið rok hevur verið um seinastu tíðina. Tað var tí ein fegin borgarstjóri, sum beyð fjølmiðlum vælkomnum á Ráðhúsinum í Havn mánadagin klokkan 13, tá Heðin Mortensen, borg­arstjóri, og Stein Olvur Pet­er­ sen, stjóri í J & K Petersen skrivaðu undir byggisáttmálan. 465 milliónir krónur er upp­ hæddin, sum byggifelagið skal hava frá Tórshavnar Havn fyri verk­ ætlanina. Heðin Mortensen greiddi frá gongdini í málinum, sum byrjaði av álvara, tá fyrsta játtanin til forkanningar varð gjørd 30. mai í 2013. – Vit høvdu sjálvandi tosað nógv um ætlanina fyri ta tíð, men tá varð fyrsta stigið tikið við at játta pengar til ætlanina, segði Heðin Mortensen. Í juni árið eftir vóru fleiri kann­ingar gjørdar og sendar Um­ hvørvisstovuni og 29. apríl í 2015 varð byggiætlanin samtykt. Síðani stóðst stríð um, hvørt ætlanin hevði ov nógv negativ árin á Skansan. Skansin er frið­ aður sum fornminni, og tí skal fornminnisnevndi geva loyvi. Áðrenn viðgerðin av hesum end­ aði, gjørdi býráðið av at broyta ætlanina soleiðis, at einki skuldi byggjast framman fyri Skansan. Í fyrru ætlanini – har ætlanin var at byggja 163.000 fermetrarar afturat verandi bryggju –skuldi stór útfylling gerast framman fyri Skansan. Ein bátahylur skuldi vera millum útfyllingina og Skansan, og ein brúgv skuldi gerast uppi við Eystfalssker soleiðis, at tunga ferðslan av bryggjuni á tann hátt kundi leiðast út á vegin yviri við Strond, áðrenn tú komst norður til Penapláss. Í desember í fjør góðkendi yvirfriðingarnevndin broyttu ætlan­ina og 22. mars var lisitatión. Endaliga loyvið frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum til víðkan av byggisamtyktini fyrilá 30. juni í ár. 4. august samtyki býráðið at fara í gongd, og mánadagin varð byggisáttmáli undirskrivaður við J&K Petersen. Tað er danska felagið Ram­ bøll, sum hevur staðið fyri um­ hvørviskanningini, sum gjørd er í sam­bandi við havnarútbyggingina. Kann­ingin tekur støði í hav­um­ hvørvislógini – og sambært Heðini Mortensen er hon tann einasta umhvørviskanningin, sum er gjørd í Føroyum ísambandi við víðkan av havnum. – Kanningin sigur, hvat útbygg­ ingin umfatar, hvøra ávirkan út­ bygg­ingin hevur á umhvørvið, so sum flutning eftir vegum, gang og útlát – eisini frá skipum og frá havnarlagnum, umframt visuel viðurskifti, sigur Heðin Mortensen. DHI hevur eisini gjørt kann­ ingar av kyrruni í nýggju havnini, sum vísir, at tann nýggja havnin uttan fyri verandi mola fer at hava somu kyrru, sum havnin innan fyri Eystaru Bryggju hevur í dag. – Viðurskiftini innan fyri ver­ andi mola fara at verða munandi betri, sigur Heðin Mortensen. Tá havnin í Havn er útbygd, verður allur farmur fluttur út á nýggja havnarøkið. Norrøna og Smyril fáa tá aftur hvør sítt pláss í innara havnarlagnum. – Smyril skal hava sítt egna pláss innast í havnini, tað plássið, sum Norrøna eisini nýtir í dag. Norrøna skal tá liggja innast á molanum í krókinum undir Havnarskrivstovuni, sigur Heðin Mortensen. Farmaskipini hjá Skipafelag­num fara at nýta nýggju uttaru havnina. Tað er ein trupulleiki, at stóru ferðamannaskipini stinga so djúpt, at tey fáa ikki lagt at innan fyri molan í dag, tí dýpið er bara 9 metur. Við nýggja havnarlagið verður dýpið 15 metrar, og tað fer at gera stóran mun, sigur Heðin Mortensen. – Við hesum fara vit at flyta farm­in longur burtur frá býnum, með­an Smyril og Norrøna og ferða­ fólkini verða nærri býnum segði Heðin Mortensen. Fyrsta atløgubryggjan í Havn varð gjørd í 1929. Síðani hevur verið bygt út so við og við. Næsta stóra havnarútbygging var tó ikki fyrr enn í 1973. Skansabryggjan á Skansaboðunum varð gjørd í áttatiárunumm, so farmurin kundi flyta út higar í 1990. Útfyllingin uttan fyri molan varð gjørd í nítiárunum – tað arbeiðið var liðugt í 2000. Heðin Mortensen leggur dent á, at kostnaðurin upp á 465 milliónir krónur ikki nervar raksturin hjá Tórshavnar kommunu. – Tað er Tórshavnar Havn, sum skal rinda pengarnar og sum skal standa fyri láninum. Hetta fær tí als onga ávirkan á búskapin hjá Tórshavnar kommunu og fer ikki at ávirka nakra aðra íløgu hjá kommununi, segði Heðin Mort­ ensen. Tórshavnar Kommuna og Tórshavnar Havn hava hvør sín roknskap. Borgarstjórin sigur, at komm­ unan er væl fyri. Álíkniningin er 850 milliónir krónur. Kommunan skyldar 70 milliónir krónur – og kann læna upp til eina álíkning, sum er 850 milliónir krónur. Einki lán er frá peningarstovni. Komm­ unan hevur tvey lán, eitt frá Havn­ ar Arbeiðarafelag, hitt frá Føroya Lívs­trygging. Tórshavnar Havn hevur inn­ tøkur upp á 50 milliónir um árið, og yvirskotið er 30 milliónir krón­ur. Tí er eingin trupulleiki hjá Tórs­ havnar Havn at fíggja eitt slík lán, sigur Heðin Mortesen. – Vit eru ógvuliga fegin um, at vit nú eru komin á mál. Tórs­ havnar Havn hevur altíð verið ein kraftdepil í býnum, og við útbyggingini verður hon enn størri kraftdepil, sigur hann. Útbygda Tórshavnar Havn verð­ ur handað 30. november í 2019. HAVNAÚTBYGGING HAVNIN Í HAVN VEKSUR 95.000 FERMETRAR – Tórshavnar Havn hevur altíð verið ein kraftdepil í býnum, og við útbyggingini verður hon enn størri kraftdepil, sigur sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J & K Petersen, skriva undir sáttmálan um útbygging av Tórs­havnar Havn fyri 465 milliónir krónur Soleiðis fer havnin at síggja út, tá hon er endaliga útbygd Útsýnið av Skansanum