Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAKMENTAN Barbara Holm G amla Dimma er komin afturí­aft­ur og tað eru tað ivaleyst mong sum fegnast um. Ikki bara er gamla blaðið aftur, men eisini á netinum eru greinarnar hjá dimmu at finna. Og hóast Dimmalætting líkist sær sjálvari, so brýtur hon frá øðr­um miðlum, um tú hyggur eftir net­ útgávuni. Tí á dimma.fo ber ikki til at viðmerkja undir greinu­num. Og tað er eitt púra tilvitað val, sum redaktiónin á Dimmalætting hev­ur gjørt. Vit kjakaðust um tað áðrenn vit lótu okkara netmiðil upp, og vit settu okkum fyri at halda støðið høgt. Vit frávaldu viðmerkingar, tí alt og ofta er tað bert gorr og gall, sum verður tveitt út í almenna rúmið og ikki nakað konstruktivt kjak, sigur Georg L. Petersen. Um so var, at Dimmalætting skuldi havt møguleikar fyri við­ merk­ingum á netinum, so vildu tey havt ein persón, sum hevði til upp­gávu, at sortera í tí, sum skriv­að var. Men tað valdu tey frá. Vit mettu ikki tað var tað rætta at gera í fyrstu syftu, greiðir Georg L. Petersen frá. Hann vísir á, at hóast støð­ ið á viðmerkingunum á hin­um portalunum er lágt, so er tað sjálv­ andi dømi um, at við­merk­ing­arnar elva til siðiligt og áhuga­vert kjak. Men tað kemur mangan onkur høpisleys viðmerking ímillum, og so er alt kjakið farið av sporinum aftur, sigur Georg L. Petersen. Fyri hann hevur tað týdning at taka viðmerkingar á netinum í álvara, tí veruleikin er, at miðlarnir hava eina størri ábyrgd enn sum so. Mugu royna at leggja støðið Georg L. Petersen vísir á, at áðrenn sosialu miðlarnir og netmiðlarnir vóru so umfatandi partur av tíð­ indaflutninginum, høvdu før­oy­ ingar eina hampiliga væl útvikl­ aða kjakmentan. Har varð skrivað til bløðini og var tørvur á tí, so fingu kjakararnir til tíðir boð um at rætta lesarabrævið til ella bleiv tað kasserað, um støðið ikki var nóg høgt. Men kjakmentanin í dag ber brá av, at eingin stýring er yvir­ høvur. Eg haldi ikki nakar hevur eina uppskrift uppá, hvussu man fær hækkað kjakstøðið aftur. Men givið er, at vit mugu øll royna, sigur Georg L. Petersen. Meðan Ingi Samuelsen á aðrari grein á síðuni vísir á, at miðlarnir ikki hava skyldu til at uppala fólk, tá ið umræður kjakatferð á netinum, so er Georg L. Petersen av teirru áskoðan, at tað er júst miðlarnir, sum eiga ein stóran part av hesari uppgávuni. Vit skriva greinarnar, sum leggja upp til kjak og tí er tað okkara skylda at hugsa um avleiðingarnar av tí, sum vit skriva, sigur Georg L. Petersen. Tað er tó givið, at viðmerking­ arnar á netinum eru komnar fyri at vera og tað slepst ikki undan tí. Men vit mugu uppá onkran máta royna at leggja eitt sømiligt støði. Vit skulu ikki vera ein peiki­ fingur sum slær niður á kjakarar, men vit mugu royna at leggja rætt­ ningslinjur fyri, hvat vit meta er í lagi og ikki, sigur Georg L. Petersen. Dimmalætting hevur eina Facebook síðu, har leinkjur til greinar verða lagdar út. Og har ber sjálvandi til hjá fólki at viðmerkja. Men har koma so fáar við­ merkingar, at vit hava møgu­leikan at halda eftirlit við tí, sigur Georg L. Petersen. Spurdur um framtíðina sigur blaðstjórin, at einki er permanent í netmiðlaheiminum, tí givið er, at veruleikin broytist í heilum. Men í verandi støðu ætlan dimma.fo ikki at loyva viðmerkingum frá kjakarum. - Vit missa ivaleyst lesarar uppá tað, men vit fara ikki uppá kompromis fyri at fáa fleiri kliks, staðfest Georg L. Pet­ersen, ábyrgd­ arblaðstjóri á Dimma­lætting. DIMMA.FO LOYVIR IKKI VIÐMERKINGUM - Okkara skylda at menna kjakmentanina Vit missa ivaleyst lesarar av, at vit ikki loyva viðmerkjum á okkara heimasíðu. Men vit fara ikki uppá kompromis við tí vit halda er rætt, fyri at fáa størri aktivitet á síðuni, sigur Georg L. Petersen, ábyrgdarblaðstjóri hjá Dimmalætting