Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17.august 2016 · Nr. 93 KJAKMENTAN Barbara Holm A t kjakmentanin hevur broytt seg ótrúliga nógv sein­astu 10 árini, eru tað helst fá sum ivast í. Frá at kjak­ ast varð umvegis lesarabrøv í bløðunum, hava føroyingar nú møguleika at luttaka í al­menna orðaskiftinum umvegis tíð­inda­ miðl­arnar og teirra tilknýti til sosialu miðlarnar. Hevur tú eina Face­book kontu, so kanst tú kjakast so galið tær lystir um alt tað, sum netmiðlarnir borðreiða við. Á portal.fo hava tey av álvara tikið nýggju interakt­ións­møgu­ leikarnar til sín, tí ikki bara kanst tú viðmerkja á portal.fo - tínar við­ merkingar enda eina løtu á for­síðuni á ein av Føroya størstu tíð­indasíðum. Eg haldi tað er keðiligt, at vit einans síggja viðmerkingar á net­ miðl­um sum nakað negativt, tí tað við­førir eisini nógv positivt, sigur Ingi Samuelsen. Eftir hansara tykki er veruleikin tann, at viðmerkingar mangan geva meirvirði til tær greinarnar, sum verða lagdar út. Tað er tí vit valdu at seta tað á forsíðuna. Tí tað kann vera við til at halda lív í kjakinum longri, sigur Ingi Samuelsen. Men tað krevur eftirlit Sletta javnan Á portal.fo er ikki óvanligt, at brúkarar vera bannaðir ella at við­ merkingar verða slettaðar. Hetta er ein umráðandi partur av tí, at loyva viðmerkingum á tíðindaportalin. Ljótt málbrúk og keðilig atferð annars verður altíð steðga. Men tað er givið, at sumt sleppur at standa longri enn gott er, tí vit varnast tað ikki altíð beinan vegin, sigur Ingi Samuelsen. Er tað so hert eftirlit, nú við­ merk­ingarnar standa á forsíðuni? Sjálv tilgongdin varð ikki broytt tá viðmerkingarnar komu á for­síð­ una, tí vit hava frammaundan eis­ini hildið eftirlit á sama hátt, sigur Ingi Samuelsen. Tað sæst tó sjálvandi betur nú, tá ið viðmerkingarnar ikki longur eru nakað, sum tú mást inn at leita eftir sjálv. Tað sæst betur, men tað merkir eisini, at vit síggja tað betur. Og sum redaktørur royni eg at halda skil í tí, sum fer út, hóast eg sjálv­ andi ikki lesi alt, sigur Ingi Sam­ uelsen og vísir á, at til dømis so­ kallað huldufólk á netinum – tað eru falskir profilar – verða slettað beinan vegin. Fólk mugu sjálvi seta mørk Ingi Samuelsen dregur paralell til dulnevndu lesarabrøvini, sum fyrr vóru at finna í avísunum. Tað varð tó steðgað í 90’unum og hevur ikki verið loyvt síðani. Men Ingi Samuelsen var tá ein teirra sum helt, at dulnevnd lesarabrøv vóru í lagi, um blaðstjórin visti hvør viðkomandi var og annars helt, at lesarabrævið gav okkurt til kjakið. Hóast tað ikki er sama støða í dag, so kann ein paralellur finnast í, at vit aftur í dag seta spurnartekin við, hvør og hvussu fólk skulu kjakast. Eg haldi ikki tað er nakað galið við, at fólk, sum vit áður einki hoyrdu frá, nú sleppa til orðanna. Og tey leggja enntá navn og mynd til síni orð, vísir Ingi Samuelsen á. Hann viðgongur tó, at hann kundi hugsað sær eitt hægri kjak­ støðið. Men fólk hava loyvi til at siga sína hugsan so leingi tey halda seg innan nøkur mørk, sigur Ingi Samuelsen. Spurdur um, hvørt viðmerking­ arnar á forsíðuni á portal.fo ikki kunnu síggjast sum ein roynd at fáa fleiri “kliks” viðgongur Ingi, at tað sjálvandi er ein partur av tí. Vit skriva fyri at fáa fólk at lesa okkara greinar. Og hava vit ikki lesarar, so hava vit ikki lýsarar og so heldur ikki nakran møguleika at rinda løn og so framvegis, staðfestir Ingi Samuelsen. Hann vísir á, at fólk í dag kjakast dúgliga á sosialu miðlunum og hóast tað kann gerast meira sjón­ ligt, um kjakið flytur seg á tíð­inda­ miðlarnar, so er tað ikki tann stóri mun­urin. - Fólk mugu sjálvi standa til svars fyri tí, sum tey gera. Tað kann ongantíð vera miðlarnir, sum hava ábyrgdina av at uppala fólk ella at betra um kjakmentanina, sigur Ingi Samuelsen, redaktørur á portal.fo. PORTAL.FO VIÐMERKING­ ARNAR Á FORSÍÐUNI -Ikki okkara uppgáva at uppala Endamálið við at hava nýggjastu viðmerkingarnar frá okkara lesarum á forsíðuni á portal.fo er at geva greinunum meira innihald og longri livitíð, sigur Ingi Samuelsen, virkandi redaktørur á portal.fo. Hann sær tað ikki sum uppgávu hjá miðlunum at uppala fólk, tá ið umræður atferð á netinum. Sosialurin varpar í hesum døgum ljós á kjakmentan. Les meira í Vikuskiftis Sosialinum TEMA