Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JARÐHITI Árni Gregersen Nýggi miðnámsskúlin, Glasir, í Marknagili í Havn, er teknaður og verður bygdur eftir øllum ný­mót­ ans hugsanum. Til nú hevur tó ongin endalig støða verðið tikin til, hvussu Føroya størsti skúli skal hitast. Nú hevur so landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, gjørt av, at skúlin sjálvandi skal hitast so grønt, sum til ber. Og heslt eisini við einari føroyskari loysn. Fyri at hetta skal eydnast, so skal tingið játta 13,4 milljónir krónur afturat til verkætlanina, sum tá samlað verður 528,4 mill­ jónir krónur fyri skúlan í Mark­na­ gili. Í viðmerkingunum til lógar­ upp­skotið verður sagt, at hetta má játtast beinanvegin, tí annars gerst alt dýrari og tað fer at vera tor­ førari at halda tíðarætlanina. Í veruleikanum er tað soleiðis, at sjálv jarðhitaskipanin kostar 11 milljónir, men av tí at nógvr sparingar eru gjørdar á skúlanum, so er eisin i fýrrúmið spart burtur. Ætlanin hevur verið, at brúka fýrrúmið á næmingaheiminum og so leiða hitan haðani og til nýggja bygningin. Nýggjur bygningur við nýggjari orku Longu í 2010 var ætlanin, at nýggi skúlin skal hitast við grønari orku. Stríð tók seg upp millum ymisk fakfólk og ymiskar myndugleikar um, hvørt talan skuldi verða um fjarhita ella jarðhita. Hetta stríð gjørdi, at endalig støða ikki bleiv tikin til hvørja hitaskipan, skúlin skal hava. Nú er arbeiðið komið so langt, at endalig støða má takast. - Eg fekk boð um, at nú skal av­gerðin takast, so eg fekk okk­ ara ráð­gevarar at koma við ein­um tilmæli, sigur Rigmor Dam, lands­ stýr­iskvinna við menta­mál­um. - Tey mæla til, at vit brúka eina jarð­hitaskipan, sum eg eisini sjálv taki fult og heilt undir við, sigur hon. Men fyri at málið kann loyssst á hendan hátt, so er neyðugt, at nakað av peningi verður játtaður afturat til verkætlanina – og skal Løgtingið so taka støðu til. Nýbrot Tað tók langa tíð at samansjóða teir tríggjar skúlarnar: studentaskúlan, handilsskúlan og tekniska skúla, men tá ið tað var komið í lag, gekk eisini skjótt at gera eina verkætlan, sum samlað er eitt nýbrot. Heimskendi danski arkitektur­ in Bjarke Ingels eigur hugskotið til skapið av skúlanum, sum nú er at síggja í Marknagili í Havn. Nýbrotið er eisini, at tríggir mið­ námsskúlar húsast unir sama taki og brúka hølini felags. Tí var tað ikki so torført hjá lands­stýriskvinnuni at velja eina hitaloysn, sum eisini peikar frameftir. - Tá ið talan er um orku, so er neyðugt at hyggja longur fram enn bara 10 ár. Vit mugu tora at hyggja ættarlið fram og tað haldi eg vit hava gjørt her, sigur Rigmor Dam. At jarðhiti eisini brúkar nakað av elektriskum streymi ger skip­ anina ikki minni grøna, tí seinnu árini hava vit sæð, at SEV framleiðir mesta partin av orkuni burturúr vatni og vindi. - Tað hevur eisini stórt virði, at tann skúlin har sum okkara ung­ dómur gongur, verður hitaður so grønt, sum til ber, sigur lands­ stýriskvinnan. 20.000 fermetrar Glasir er ein stórur skúli. 20.000 fer­metrar fáa næmingar, lærarar og onnur starvsfólk at búleikast á, so rættuliga nógvur hiti skal til ein slíkan bygning. Rigmor Dam heldur, at tey fólk, sum skulu arbeiðsa í bygninginum eiga at hava eitt inniklima sum er gott og grønt. - Tað hevði ikki verið rætt at sett eina oljufýring at hita bygningin upp, sjálvt um tað er bíligast íløgan. Vit mugu tora at hyggja longur fram og hugsa grønt, sigur hon. Eftir ætlan skal nýggi miðnáms­ skúlin takast í nýtslu eftir summ­ arfrítíðina í næsta ár. POLITISKT DIRVI AT HITA GLASIR VIÐ JARÐHITA Politiska skipanin hevur tikið seg saman og vil hava Løgtingið at játta, so nýggi miðnámsskúlin verður hitaður við jarðhita Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at játta pening, so Glasir fær jarðhita Stóri nýggi miðnámsskúlin skal helst hava jarðhita. Nýmótans bygningur við nýmótans skúlu krevur eisini nýmótans upphiting