týsdagur 16. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
hjálp og stuðul, tá kæri maður, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Poul Benny Poulsen
*20.07.1938 † 25.05.2016
andaðist og varð jarðaður.
Vit takka familju, vinum og kenningum,
sum vitjaðu og vóru um hann í hesi sváru tíð.
Tøkk til starvsfólkini á G 1 og G 4 á
landssjúkrahúsinum.
Tøkk til prestarnar Sverra og Símun fyri troystarík
orð
í kapellinum og í Sjóvar kirkju.
Tøkk til Andrias fyri vakran sang og Suna fyri
góð orð í kirkjuni.
Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
missiónshúsið og Sjóvar kirkju.
Ein serstøk tøkk til tykkum øll, ið bakaðu,
kokkaðust,
hjálptu til í ervinum og á annan hátt.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum á hansara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avarandi
Hennebeth, Eyðun, Ernst, Herborg, Hervør og
Sunbritt
við familju
Í sambandi við andlát og jarðarferð hjá
Niels Juul Ørvarodd
Takk til starvsfólki á G4 fyri sera góða hjálp
og virðing fyri honum. Takk til kirkjutænarar,
sangarar og øll ið á einhvønn hátt hjálptu
til við jarðarferðini og ervinum. Takk til
tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Eg eri bert ein brotin bátur
Sum rekur havinum á
Eg skal vinna aftur á mál
Eg og mín sál
NJØ 2013
Edna
TØKK
Tel. 320 320 · www.petri.fo
Ókeypis kanning
av protesum
Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum
Tað er ongantíð ov seint
at fáa smílið aftur
SETHÚSAOGN Í MIÐVÁGI
TIL SØLU
Vegna Føroya Skiftirætt verður ognin
matr. nr. 276, á Hólmanum 5, 370 Miðvágur
við hesum lýst til sølu.
Húsaskoðan fæst við at venda
sær til skrivstovu okkara.
Myndir av húsunum eru á okkara heimasíðu.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn
Tlf. 31 21 71, telefax 31 58 74
sigrid@advokatvirkid.fo
heimasíða www.advokatvirkid.fo
Advokatvirkið
Vóna at finna DNA ella fingramerki
Danjal av Rana
Málið
um
eldsbrunan
í
húsunum hjá AA á Tinghús
vegnum í Havn er enn ikki
uppklárað. Tað var 20. juli, at
eldur kyknaði í húsunum og
eftir stuttari løtu stóð login
út gjøgnum vindeyguni á
húsunum. Fundarvirksemið
hevði verið í húsinum hetta
kvøldið, men góðan tíma
eftir, at seinastu fólkini fóru,
kyknaði eldurin.
Løgreglan var skjót á
staðnum, men kortini fingu
húsini stóran skaða, bæði av
royki og av vatni frá sløkki
arbeiðinum.
Eina viku eftir eldsbrunan
boðaði
løgreglan
frá,
at
eldurin var ásettur. Jón Klein
Olsen, varapolitiinspektørur,
segði við Kringvarp Føroya,
at væntandi var talan um
eitt innbrot, sum endaði
við, at tjóvurin setti eld á
húsið. Hildur Hentze, leiðari
á kanningardeildini sigur,
at eldurin er kyknaður í
gongini, umframt at eldur
er settur á aðra staðni í
húsinum.
– Har, sum vit síggja, at
eldur er kyknaður, eru ongar
aðrar eldsorsøkir, og tí meta
vit fyri vist, at eldurin er
ásettur, sigur Hildur hon.
Løgreglan
hevur
sent
royndir til Danmarkar til
kanningar, men hevur einki
hoyrt aftur enn. Hildur
Hentze, sigur, at løgreglan
vónar at kanningarúrslitini
fara at vísa leivdir av antin
DNA ella fingramerkjum,
sum kunnu geva løgregluni
eina greiðari ábending um,
hvør kann hava sett eld á
húsini.
Løgreglan eftirlýsti fleiri
persónum í døgunum eftir
eldsbrunan og hevur havt
fleiri fólk inni til avhoyringar,
men enn er eingin skuld
settur í málinum.
– Vit vóna, at úrslit av
royndunum kunnu beina
okkum á rætta slóð, sigur
Hildur Hentze.
Enn er eingin skuldsettur í samband við eldsbrunan í AA húsunum á Tinghúsvegnum í Havn