Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 Justinussen úr Víkingi og Páll A. Klett­skarð úr KÍ við í Frank­furt móti Kosovo, men tá var Jóan Símun Edmunds­son ikki við. Umframt tað, so kann nevnast, at Andreas Lava Olsen var við móti Liktenstein í mars mánaði. – Vit hava bara ein dyst hesa ferð. Annars hevði eg tikið ein áleypara aftur­at. Skuldi annar av teimum blivið skadd­ur, so taka vit sjálvandi ein nýggj­ an áleypara við. Teir ungu við U21 Lars Olsen nevdi á tíðinda­fund­in­um, at hann hevði eyguni eftir fleiri av U21 lands­liðs­spæl­ar­un­ um. Her nevndi hann spæl­ar­ar sum Ára M. Jóns­son úr HB, Hákun Edmunds­ son úr Vend­syssel, Jákup Andrea­sen og Jóannes Bjarta­líð úr KÍ, men ynskti at síggja teir spæla við U21 lands­lið­num, ið hevur tveir dyst­ir um sama mundi. Ungarn fyri framman Tað er ikki heilt uttan spenn­ing, at føroyskur lands­liðs­ fót­bólt­ur nú skal undir eina nýggja undan­kapping. Hesa ferð er talan um HM undan­kapping til enda­spælið, sum verður í Russlandi á summri 2018. Gleðiligt fyri før­ oysk­an fótbólt er, at fleiri av okkara fremstu spælarum eru væl fyri. Vit hava fýra spælarar í Super­liguni, sum allir hava verið á vøll­in­ um í nýggja kapp­ ingar­árin­um, meðan spæl­ar­ar sum lægru deild­um eisini sleppa framt. Superligaspælitíð Tveir av okkara týdningar­ mestu spælarum á lands­ liðnum eru Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. Hallur Hansson spælir fast á miðvøllinum hjá AC Horsens, sum hevur spælt fýra javnar í fimm teimum fyrstu umførunum í Super­ liguni. Bo Henriksen, venjari í AC Horsens, segði við Horsens Folkeblad, at hann metti Hall Hansson sum ein av sínum bestu spælarum. Føroyski miðvallarin er byrjaður inni allar dystirnar. Somuleiðis hevur Jóan Símun Edmundsson vunnið sær fast pláss á OB liðnum. Lands­liðs­áleyp­ar­in manglar enn at fáa sítt enda­liga gjøgnum­brot í yrkis­fótbólti. Á lands­liðnum hevur hann langt­síðni staðfest sítt pláss, men nú verður hann ein av berandi spælarunum, eftir at menn sum Fróði Benjamin­ sen og Christian L. Holst eru givnir. Umframt teir báðar, so hava bæði Gilli Sørensen og Brandur H. Olsen fingið spæli­tíð í avika­vist AaB og Randers. Gilli Sørensen í størri mun, meðan skál­vík­ ingurin er nýggjur í Randers. René á máltalvuna Aðrir útisetar gera eisini um seg og fáa spælitíð. René Shaki Joensen skoraði fyri Vend­syssel um viku­ skiftið. Hann hevur ikki ment seg eins skjótt og Hallur Hansson, men tykist mennast so hvørt. Vónandi verður hann fastur maður á liðnum hjá Vendsyssel hetta kappingar­árið. Viljormur Davidsen er fastur maður í Vejle, meðan Bárður J. Hansen og Heini Vatns­dal somuleðis hava vunnið sær fast pláss í Fremad Amager. Í Íslandi er Gunnar Nielsen høgt í metum í FH, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu er nýggjur í hópinum. Sonni Ragnar Nattestad er út­ leigað­ur til Fylkir og fær spæli­tíð. Nú er so at vóna, at tað sæst aftur á Tórsvølli 6. septembur móti Ungarn! trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Føroyar - Ungarn GUNNAR NIELSEN FH Hafnarfjørður (ICE) TEITUR M. GESTSSON HB Tórshavn KRISTIAN JOENSEN KÍ Klaksvík JÓNAS TÓR NÆS B36 Tórshavn ATLI GREGERSEN Víkingur RÓGVI BALDVINSSON FK Vidar (NOR) JÓHAN TROEST DAVIDSEN HB Tórshavn VILJORMUR DAVIDSEN Vejle BK (DEN) SONNI RAGNAR NATTESTAD Fylkir (ICE) GILLI RÓLANTSSON AaB Ålborg (DEN) BÁRÐ UR J. HANSEN Fremad Amager (DEN) KAJ LEO Í BARTALSSTOVU FH Hafnarfjørður (ICE) SØLVI VATNHAMAR Víkingur HALLUR HANSSON AC Horsens (DEN) BRANDUR H. OLSEN Randers FC (DEN) HEINI VATNSDAL Fremad Amager (DEN) RENE SHAKI JOENSEN Vendsyssel FF (DEN) ÁRNI FREDERIKSBERG NSÍ Runavík PÓL JÓHANNUS JUSTINUSSEN NSÍ Runavík RÓALDUR JAKOBSEN B36 Tórshavn FRÓÐ I BENJAMINSEN HB Tórshavn ´KLÆMINT A. OLSEN NSÍ Runavík JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON OB Odense (DEN) ER AFTUR HÓPURIN