týsdagur 16. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað var góð uppmøting á
Tórsvølli, tá Lars Olsen í gjár
setti navn á teir 23 spælar
arnar, sum eru úttiknir til
fyrsta landsdystin í nýggju
undankappingini. Við sær
hevði landsliðsvenjarin eina
»bumbu« ella eina kanin í
hattinum um tú vil.
Á listanum yvir spælarar,
sum eru við stóð navnið á
kríggjaranum av Toftum,
sum hevur metið fyri flestar
landsdystir, men gavst í fjør.
Nevniliga Fróði Benjaminsen
38 ára gamli metmaðurin
er aftur á landsliðnum, eftir
at hann er sloppin av skaða
og spælir javt fyri HB.
Umframt hann, so eru
onkrar
broytingar.
Heini
Vatnsdal og Róaldur Jakob
sen eru valdir framum Trónd
Jensen, sum annars hevur
spælt frá byrjan móti bæði
Liktenstein og Kosovo fyrr
í ár.
Odmar Færø hevur verið
burturstaddur eitt styttri
tíðarskeið í seinnu hálvu, og
tað kostar honum plássið í
verjuni, har Rógvi Baldvins
son hevur fingið afturval.
Eisini
er
Sonni
Ragnar
Nattestad aftur, eftir at hann
bleiv revsaður í venjingar
landsdystinum móti Kosovo,
tí hann ikki vandi regluliga
við FH.
Í álopinum er bara pláss
fyri Klæminti A. Olsen við
síðuna
av
Jóan
Símuni
Edmundsson.
Fróði klárar ikki
at gevast
– Tað er nemmari sagt enn
gjørt at gevast við fótbólt
inum. Orðini eigur Fróði
Benjaminsen, sum nú aftur er
partur av føroyska A-lands
liðnum.
Fróði Benjaminsen boðaði
í fjør frá, at hann ikki helt
fram á landsliðnum. Eftir 86
landsdystir hevði tá 37 ára
gamli miðvallarin tænt fyri
seg.
– Tá eg í fjør boðaði frá,
at eg fór at gevast á lands
liðnum, var tað eisini veru
liga ætlanin. Eg havi spælt
86 landsdystir, og helt tá
– og tað haldi eg enn – at eg
hevði gjørt mína skyldu á
landsliðnum, greiðir Fróði
Benjaminsen frá.
Stóra farvæl løtan skuldi
verða í samband við lands
dystin móti Rumenia, sum
var tann seinasti í farnu
undankapping. Miðvallarin
bleiv tó skaddur og dagin fyri
dystin bleiv greitt, at Fróði
Benjaminsen
ikki
kundi
luttaka í síni egnu enda
veitslu. Tað hevur onkurs
vegna fingið stríðsmannin
– hóast síni nú 38 ár – at fáa
hugin til landsliðið aftur.
– Tað, sum skuldi gerast
mín seinasti landsdystur,
bleiv ikki ordiliga tað, ið eg
hevði droymt um. So tá Lars
Olsen spurdi, um eg hevði
hug at koma aftur valdi eg
at taka av. Eg føli meg væl
fyri, og tað hevur sum heild
gingið væl í hesum kapp
ingarárinum,
sigur
Fróði
Benjaminsen í samrøðu við
FSF.fo.
Fróði Benjaminsen hevur
ikki sett venjaranum nøkur
krøv um, at hann skal spæla,
nú hann er við aftur á lands
liðnum.
– Nei, tað havi eg als
ikki. Eg ætli mær at stríðast
fyri mínum plássi, eins og
allir hinir í hópinum, og
so verður tað upp til Lars
Olsen og Jóannes Jacobsen,
um eg sleppi á vøllin. Mín
innsatsur skal í øllum føri
ikki liggja eftir, sigur Fróði
Benjaminsen.
Fróði er miðvallari
Lars Olsen segði eftir tíð
indafundin, at hann hevur
havt torført við at fáa røttu
týpurnar á miðvøllin.
– Vit hava ætlað at roynt
bæði Heina Vatnsdal og
Róald Jakobsen sum verju
kenda miðvøllin, umframt
at flyta eitt sindur runt upp
á Brand H. Olsen og Hall
Hansson, men tað hevur ikki
eydnast higartil, sigur Lars
Olsen.
– Tá so Fróði Benjaminsen
slapp av við sín skaða, og er
liðugur við útbúgvingina í
Danmark og venur regluliga
við HB aftur, so spurdi eg
hann um hann var sinnaður
at taka eitt tak afturat, sigur
landsliðsvenjarin
Lars
Olsen
leggur
tó
afturat, at Fróði Benjamin
sen ikki fær plássið á mið
vøllin orsaka av avrikunum
á landsliðnum framman
undan. Hann skal prógva seg
til venjing eins og allir hinir.
Tróndur og Odmar
sáldaðir frá
Landsliðsvenjarin
hevur
valt at sáldað bæði Trónd
Jensen úr HB og Odmar
Færø úr B36 frá. Tróndur
Jensen hevur annars spælt
báðar venjingardystirnar í
ár frá byrjan á miðvøllinum.
Í hansara stað eru Róaldur
Jakobsen, Heini Vatnsdal og
Fróði Benjaminsen úttiknir.
– Tað krevur royndir
og styrki at spæla á verju
kenda miðvøllinum. Róaldur
Jakobsen hevur fleiri royndir,
meðan Heini Vatnsdal kemur
við góðari styrki. Tí havi eg
valt teir framum. Tað merkir
tó als ikki, at Tróndur Jensen
ikki er í mínum tonkum, men
hevur manglar enn nakað av
stryki og royndum, sigur Lars
Olsen.
Í verjuni er Odmar Færø
frávaldur. Hann hevur í ár
verið í Skotlandi og gjørt út
búgvingina lidna, men hevur
verið
landsliðsaktuellur.
Hann byrjaði inni í venjingar
landsdystinum móti Kosovo.
– Odmar Færø hevur verið
burturstaddur í tvær vikur í
seinnu hálvu. Tí havi eg valt
hann frá hesaferð, men hatta
er avgjørt eisini ein spælari,
sum enn er í mínum tonkum,
sigur Lars Olsen.
Tveir áleyparar
Av teimum 23, ið eru út
tiknir, so eru bara tveir
áleyparar. Teir eru Jóan
Símun Edmundsson úr OB
og Klæmint A. Olsen úr NSÍ.
Eitt nú vóru bæði Finnur
FÓTBÓLTUR
Fróði Benjaminsen er aftur á landsliðnum, eftir at
hann í fjør boðaði frá, at hann gavst. Landsliðið
er úttikið til landsdystin móti Ungarn sætta
septembur og onkrar broytingar eru á liðnum
GENERALURIN
FØROYAR – UNGARN 6. SEPTEMBER 2016