Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15 Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 HONDBÓLTUR landsliðnum í dag. - Tað hevur verið eitt ættarliðs­ skifti á íslendska landsliðnum. Royndir menn sum Sverri, eg sjálv­ ur og aðrir eru givnir á lands­lið­ num. Nýggir leikarar eru í ferð við at taka við, men tað tek­ur tíð at fáa teir samanspældar. Ís­lendska hond­bóltslandsliðið er í ferð við at brynja seg til framtíðina. Vit, sum vóru frammanundan, spældu saman í 6-10 ár, og tað var ein stór­ur fyrimunur fyri okkum. - Vit eru eitt sindur svakir Undir øllum umstøðum er tað tó fyrimyndarliga flott, at ein tjóð við 330.000 íbúgvum kann koma í eina OL-finalu í hondbólti og eina fjórðingsfinalu í EM í fótbólti. Hetta eru stórar ítróttargreinir, sum tjóðir við nógv størri fólka­ grund­arlagi eisini miða eftir at standa seg væl í. Hvussu ber tað til, at Ísland klárar seg so væl í stórum ítróttar­greinum? - Eg haldi, at vit eru eitt sindur svakir - upp á ein góðan máta. Vit eru um at drepa okkum sjálvar í grótharðari venjing, og vit arbeiða hart fyri tí, sum vit vilja røkka. Vit steðga ikki, fyrr enn tað, sum vit gera, er fullkomið, sigur Ingi­ mundur Ingimundarson. Ein av orsøkunum til góðu gongd­ina hjá íslendingum er eis­ ini, at nógvir leikarar leita sær utt­ an­lands at spæla á ungum aldri. Á íslendska EM-landsliðnum í summar var ongin leikari úr ís­ lendsku Pepsi-deildini, og á hond­ bóltslandsliðnum spæla um­leið 95% av spælarunum við út­lendsk­ um feløgum. - Høvuðsorsøkin til, at so nógv­ ir íslendingar fara uttanlands at royna seg í ítrótti er, at tað er teirra stóri dreymur. Longu sum børn byrja íslendingarnir at droyma um at gerast yrkisleikarar, og síðani verður arbeitt ótrúliga hart fyri tí. Tað haldi eg vera ein av styrkjunum hjá íslendingum. Vit eru kendir fyri okkara harða arbeiði, og tað er ikki uttan orsøk, sigur Ingimundur Ingi­ mundarson. Gera stórar venjaraíløgur Íslendsku børnini, ið íðka ítrótt, fáa eisini sera góða frálæru, sum neyvan er at síggja í øllum londum. Serliga í fótbólti, har børn heilt niður í fimm ára aldur fáa væl útbúnar venjarar. Hetta er ivaleyst nakað, sum kemur íslendingum til góðar, tá ið børnini gerast vaksin. - Bæði í fótbólti, hondbólti og kurvabólti eru stórar íløgur gjørd­ar í at útbúgva venjarar. Í fót­bólti hava vit til dømis sera væl útbúnar venjarar til børn heilt niður í fimm ára aldur. Fleiri venj­arar hjá smábørnunum hava UEFA-venjaraútbúgvingar, sigur Ingimundur Ingimundarson. Hondbóltur og kurvabóltur vilja ikki standa aftan fyri fótbóltin - har eru venjarakrøvini við at blíva eins høg. - Íslendskur hondbóltur og kurva­bóltur er eisini byrjað at gera íløgur í væl útbúnar venjarar. Hetta er ein tilbúgving, sum byrjaði fyri umleið trimum árum síðani. Øll tey, sum eru venjarar, skulu hava okkurt slag av venjaraútbúgving. Tað er ikki ein og hvør, sum sleppur at venja okkara børn, ið skulu vera okkara framtíðarleikarar. Venj­ar­ar­ nir skulu vera útbúnir í kropsligari, sálarligari og taktiskari venjing, sigur Ingimundur Ingimundarson at enda. KA Akureyri spældi sín seinasta venjingardyst ímóti Kyndli týs­ dagin, áðrenn leiðin gekk heim til Íslands fyrr í dag. Sverre Jakobsson Aldur: 39 ár Hædd: 196 cm Landsdystir: 180 Hevur spælt við Gummersbach og Grosswallstadt týsku í Bundesliguni Er í dag høvuðsvenjari hjá KA Akureyri Ingimundur Ingimundarson Aldur: 36 ár Hædd: 185 cm Landsdystir: 155 Hevur millum annað spælt við GWD Minden í týsku Bundesliguni Er í dag leikandi hjálparvenjari hjá KA Akureyri