Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HONDBÓLTUR ÍSLENDINGAR ERU EITT SINDUR SVAKIR OL-finalistur í 2008: Neli Heldarskarð Í august 2008 vóru Ingimundur Ingimundarson og Sverre Jak­ obsson staddir í Beijing, har teir saman við íslendska hond­bólts­ lands­liðnum framdu tað megnar bragd at spæla seg í eina OL-finalu. Á vegnum til finaluna vunnu íslendingar ímóti stórum hond­ bóltstjóðum sum Rusland, Týsk­ land, Pólland og Spania, áðrenn Frakland gjørdist ein ov stórur biti í finaluni fyri íslendsku straukarnar. Í hesum døgum mannaðu Ingi­ mundur Ingimundarson og Sverre Jakobsson miðverjuna hjá Íslandi. Ongantíð áður hevur eitt íslendskt hondbóltslandslið klárað seg so væl, sum í OL í Beijing. Í dag, júst átta ár seinni, spæla Ingimundur Ingimundarson og Sverre Jakobsson ikki á íslendska landsliðnum longur. Teir sam­ starva tó enn, júst sum teir plagdu at gera í øllum endaspølunum, ið teir spældu við íslendska lands­ liðnum. Í dag er 39 ára gamli Sverre Jakobsson, sum hevur spælt 180 landsdystir fyri Ísland, venjari hjá KA Akureyri, meðan 36 ára gamli Ingimundur Ingimundarson, ið hevur spælt 155 landsdystir, er leikandi hjálparvenjari. Farna mikudag kom KA Akur­ eyri til Føroya. Áður hevur H71 verið í Íslandi á venjingarlegu og spælt venjingardystir ímóti KA Akur­eyri, og samstarvið ímillum feløgini hevur hilnast somikið væl, at nú er Akureyri komið til Før­ oya at fyrireika seg til komandi kappingarárið. Liðið hevur spælt tríggjar venjingardystir í Føroyum. Sunnudagin vann Akureyri 24- 19 ímóti H71, og mánakvøldið var dystur í høllini á Hálsi, har Akureyri basti eina blanding av føroyska A-landsliðnum og U21-landsliðnum. Úrslitið gjørdist 34-28 til Akureyri. Síðsti venjingardysturin varð spæld­ur í gjár ímóti Kyndli - aftaná, at Sosialurin var farin til prent­ ingar. Sosialurin fekk orðið á Ingi­ mund Ingimundarson eftir venj­ ingar­dystin mánakvøldið. Góð føroysk mótstøða Ingimundur Ingimundarson letur væl at føroysku mótstøðuni, sum Akureyri higartil hevur fingið í Føroyum. - Eg var hugtikin av føroyska liðnum, ið spældi sera aggressivt. Fótarbeiði hjá føroyingunum var sera gott, og teir spældu skjótan hondbólt. Tað var ikki ein lættur dystur, og vit eru ikki vanir við at spæla ímóti einum slíkum liði, sum vit spældu ímóti í kvøld. Eftir tað, sum eg havi sæð hesar dagarnar, so haldi eg føroyskan hond­bólt vera eina blanding av íslendskum og donskum hondbólti, sigur Ingi­ mundur Ingimundarson. Júst sum føroysku hond­bólts­ feløgini fyrireikar Akureyri seg til komandi kappingarárið. Dystirnir ímóti føroysku liðunum eru fyrstu venjingardystirnir, ið Akureyri hev­ ur spælt í ár. Akureyri endaði í fjør nummar átta av 12 liðum í íslendsku deildini, og er sostatt eitt miðal lið í Íslandi. Spurdur um munin ímillum íslendsku og føroysku leikararnar legði Ingimundur Ingimundarson serliga til merkis hæddarmunin. - Hóast íslendingar sum heild ikki teljast ímillum hægstu fólka­ sløg, so eru okkara leikarar eitt sindur størri í hædd enn teir før­ oysku. Men føroyingarnir spæla góð­an, skjótan hondbólt og hava góð­ar skjúttar, sigur leikandi hjálp­ ar­venjarin hjá Akureyri. Øll vóru glað í ein mánaða Sum vera man hevur Ingimundur Ingimundarson góð minnir frá olympisku leikunum í Beijing í 2008, tá ið íslendingar spældu seg í finaluna. Ivaleyst hevur hetta verið hæddarpunktið á yrk­is­leið­ini hjá honum. Hetta summ­arið, tá ið Ísland kom heilt til fjórðingsfinaluna í EM í fót­ bólti, var øll íslendska tjóðin í ov­ farakæti í ein heilan mánaða, og Ingi­mundarson klárar at ímynda sær, at tað hevur verið nakað tað sama, tá ið hondbóltslandsliðið var stoltleikin í 2008. - Eg var jú staddur í Beijing og spældi við, so eg veit ikki ná­grein­ iliga, hvussu hýrurin var ímillum íslendska fólkið júst tá. Men eg var ímillum íslendska fólkið í summar, tá ið vit komu so langt í EM í fótbólti, so eg kann ímynda mær, at tað hevur verið eins stórt fyri fjeppararnar og íslendska fólkið. Øll vóru glað í ein mánaða, tá ið tað gekk fótbóltslandsliðnum so væl, og tað vóru fólk nokk eisini á sama hátt, tá ið vit komu í OL-finaluna. Men ein skal eisini hava í huga, at tað var beint frammanundan stóru fíggjarkreppuna, sigur Ingimundur Ingimundarson. Íslendska hondbóltslandsliðið er tó ikki á sama støði í dag. Í EM- endaspælinum í Póllandi fyrr í ár eydnaðist tað ikki at koma víðari úr bólkaspælinum - nakað, sum ís­lendingar annars hava verið van­ ir við seinastu nógvu árini. Ingi­ mund­ur Ingimundarson greiðir frá, at nógv nýtt fólk er á íslendska - Eg haldi, at vit eru eitt sindur svakir - upp á ein góðan máta. Vit eru um at drepa okkum sjálvar í grótharðari venjing, sigur Ingimundur Ingimundarson, sum var við á íslendska hondbóltslandsliðnum, ið framdi tað bragd at spæla seg í OL-finaluna í 2008. Saman við íslendska hondbóltsliðnum, KA Akureyri, hevur hann verið í Føroyum seinastu vikuna. Hann letur væl at føroyskum hondbólti 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93