mikudagur 17. august 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
15
Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93
HONDBÓLTUR
landsliðnum í dag.
- Tað hevur verið eitt ættarliðs
skifti á íslendska landsliðnum.
Royndir menn sum Sverri, eg sjálv
ur og aðrir eru givnir á landslið
num. Nýggir leikarar eru í ferð við
at taka við, men tað tekur tíð at
fáa teir samanspældar. Íslendska
hondbóltslandsliðið er í ferð við
at brynja seg til framtíðina. Vit,
sum vóru frammanundan, spældu
saman í 6-10 ár, og tað var ein stórur
fyrimunur fyri okkum.
- Vit eru eitt sindur svakir
Undir øllum umstøðum er tað tó
fyrimyndarliga flott, at ein tjóð
við 330.000 íbúgvum kann koma í
eina OL-finalu í hondbólti og eina
fjórðingsfinalu í EM í fótbólti.
Hetta eru stórar ítróttargreinir,
sum tjóðir við nógv størri fólka
grundarlagi eisini miða eftir at
standa seg væl í. Hvussu ber tað til,
at Ísland klárar seg so væl í stórum
ítróttargreinum?
- Eg haldi, at vit eru eitt sindur
svakir - upp á ein góðan máta. Vit
eru um at drepa okkum sjálvar í
grótharðari venjing, og vit arbeiða
hart fyri tí, sum vit vilja røkka.
Vit steðga ikki, fyrr enn tað, sum
vit gera, er fullkomið, sigur Ingi
mundur Ingimundarson.
Ein av orsøkunum til góðu
gongdina hjá íslendingum er eis
ini, at nógvir leikarar leita sær utt
anlands at spæla á ungum aldri.
Á íslendska EM-landsliðnum í
summar var ongin leikari úr ís
lendsku Pepsi-deildini, og á hond
bóltslandsliðnum spæla umleið
95% av spælarunum við útlendsk
um feløgum.
- Høvuðsorsøkin til, at so nógv
ir íslendingar fara uttanlands at
royna seg í ítrótti er, at tað er teirra
stóri dreymur. Longu sum børn
byrja íslendingarnir at droyma um
at gerast yrkisleikarar, og síðani
verður arbeitt ótrúliga hart fyri tí.
Tað haldi eg vera ein av styrkjunum
hjá íslendingum. Vit eru kendir fyri
okkara harða arbeiði, og tað er ikki
uttan orsøk, sigur Ingimundur Ingi
mundarson.
Gera stórar venjaraíløgur
Íslendsku børnini, ið íðka ítrótt,
fáa eisini sera góða frálæru, sum
neyvan er at síggja í øllum londum.
Serliga í fótbólti, har børn heilt
niður í fimm ára aldur fáa væl
útbúnar venjarar. Hetta er ivaleyst
nakað, sum kemur íslendingum til
góðar, tá ið børnini gerast vaksin.
- Bæði í fótbólti, hondbólti
og kurvabólti eru stórar íløgur
gjørdar í at útbúgva venjarar. Í
fótbólti hava vit til dømis sera
væl útbúnar venjarar til børn
heilt niður í fimm ára aldur. Fleiri
venjarar hjá smábørnunum hava
UEFA-venjaraútbúgvingar,
sigur
Ingimundur Ingimundarson.
Hondbóltur og kurvabóltur vilja
ikki standa aftan fyri fótbóltin -
har eru venjarakrøvini við at blíva
eins høg.
- Íslendskur hondbóltur og
kurvabóltur er eisini byrjað at gera
íløgur í væl útbúnar venjarar. Hetta
er ein tilbúgving, sum byrjaði fyri
umleið trimum árum síðani. Øll
tey, sum eru venjarar, skulu hava
okkurt slag av venjaraútbúgving.
Tað er ikki ein og hvør, sum sleppur
at venja okkara børn, ið skulu vera
okkara framtíðarleikarar. Venjarar
nir skulu vera útbúnir í kropsligari,
sálarligari og taktiskari venjing,
sigur Ingimundur Ingimundarson
at enda.
KA Akureyri spældi sín seinasta
venjingardyst ímóti Kyndli týs
dagin, áðrenn leiðin gekk heim til
Íslands fyrr í dag.
Sverre
Jakobsson
Aldur: 39 ár
Hædd: 196 cm
Landsdystir: 180
Hevur spælt við Gummersbach og
Grosswallstadt týsku í Bundesliguni
Er í dag høvuðsvenjari hjá KA Akureyri
Ingimundur
Ingimundarson
Aldur: 36 ár
Hædd: 185 cm
Landsdystir: 155
Hevur millum annað spælt við GWD
Minden í týsku Bundesliguni
Er í dag leikandi hjálparvenjari hjá KA
Akureyri