Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, hjálp og stuðul, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Poul Benny Poulsen *20.07.1938 † 25.05.2016 andaðist og varð jarðaður. Vit takka familju, vinum og kenningum, sum vitjaðu og vóru um hann í hesi sváru tíð. Tøkk til starvsfólkini á G 1 og G 4 á landssjúkrahúsinum. Tøkk til prestarnar Sverra og Símun fyri troystarík orð í kapellinum og í Sjóvar kirkju. Tøkk til Andrias fyri vakran sang og Suna fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til missiónshúsið og Sjóvar kirkju. Ein serstøk tøkk til tykkum øll, ið bakaðu, kokkaðust, hjálptu til í ervinum og á annan hátt. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum á hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avarandi Hennebeth, Eyðun, Ernst, Herborg, Hervør og Sunbritt við familju Í sambandi við andlát og jarðarferð hjá Niels Juul Ørvarodd Takk til starvsfólki á G4 fyri sera góða hjálp og virðing fyri honum. Takk til kirkjutænarar, sangarar og øll ið á einhvønn hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eg eri bert ein brotin bátur Sum rekur havinum á Eg skal vinna aftur á mál Eg og mín sál NJØ 2013 Edna TØKK Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum Tað er ongantíð ov seint at fáa smílið aftur SETHÚSAOGN Í MIÐVÁGI TIL SØLU Vegna Føroya Skiftirætt verður ognin matr. nr. 276, á Hólmanum 5, 370 Miðvágur við hesum lýst til sølu. Húsaskoðan fæst við at venda sær til skrivstovu okkara. Myndir av húsunum eru á okkara heimasíðu. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71, telefax 31 58 74 sigrid@advokatvirkid.fo heimasíða www.advokatvirkid.fo Advokatvirkið Vóna at finna DNA ella fingramerki Danjal av Rana Málið um eldsbrunan í húsunum hjá AA á Ting­hús­ vegnum í Havn er enn ikki uppklárað. Tað var 20. juli, at eldur kyknaði í húsunum og eftir stuttari løtu stóð login út gjøgnum vindeyguni á húsunum. Fundarvirksemið hevði verið í húsinum hetta kvøldið, men góðan tíma eftir, at seinastu fólkini fóru, kyknaði eldurin. Løgreglan var skjót á staðnum, men kortini fingu húsini stóran skaða, bæði av royki og av vatni frá sløkki­ arbeiðinum. Eina viku eftir eldsbrunan boðaði løgreglan frá, at eldurin var ásettur. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, segði við Kringvarp Føroya, at væntandi var talan um eitt innbrot, sum endaði við, at tjóvurin setti eld á húsið. Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini sigur, at eldurin er kyknaður í gongini, umframt at eldur er settur á aðra staðni í húsinum. – Har, sum vit síggja, at eldur er kyknaður, eru ongar aðrar eldsorsøkir, og tí meta vit fyri vist, at eldurin er ásettur, sigur Hildur hon. Løgreglan hevur sent royndir til Danmarkar til kanningar, men hevur einki hoyrt aftur enn. Hildur Hentze, sigur, at løgreglan vónar at kanningarúrslitini fara at vísa leivdir av antin DNA ella fingramerkjum, sum kunnu geva løgregluni eina greiðari ábending um, hvør kann hava sett eld á húsini. Løgreglan eftirlýsti fleiri per­sónum í døg­un­um eftir elds­brunan og hevur havt fleiri fólk inni til av­hoyringar, men enn er eingin skuld­ settur í málinum. – Vit vóna, at úrslit av royndunum kunnu beina okkum á rætta slóð, sigur Hildur Hentze. Enn er eingin skuldsettur í samband við eldsbrunan í AA húsunum á Tinghúsvegnum í Havn