mikudagur 17. august 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin verður leygardagin 27-08-2016 kl. 14,00 í
húsunum hjá SÍF í Sandavági
Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis:
Skrá
1.Val av fundarstjóra og skrivara
2.Formaðurin greiður frá árinum
3.Ársroknskapur til góðkenningar
4.Val av nevndarlimum, 5.grannskoðara og einum tiltakslimi
6.Ásetan av limagjaldi
7.Lógarmál
8.Ymiskt.
vinarliga
Camping.fo
Ivan Skorheim, formaður
Tøkk
Kári Müller Jacobsen
f. 14.10.1975 – d. 31.05.2016
Í sambandi við at okkara elskaði maður, pápi,
sonur, beiggi, versonur og svágur so brádliga varð
tikin frá okkum, vilja vit við hesum takka øllum,
sum vóru um okkum hesar dagarnar, og sum hjálptu
til við ymiskum í sambandi við jarðarferðina og
ervið. Tann umsorganin, ið vit sum familja hava
merkt síðani Kári fór, kann ikki lýsast við orðum.
Tøkk til Sverra Steinhólm, Jóannes Purkhús og
Marjun Lómaklett fyri vitjan í heiminum. Tøkk til
Pól Jóhannesen fyri troystarrík orð á kapellinum í
Havn, og tá vit komu norður í Christianskirkjuna.
Tøkk til Hanus á Gørðum og Poul Færø fyri
troystarrík orð í kirkjuni til jarðarferðina og
tøkk til Brynleif Steinberg fyri troystarrík orð í
kirkjugarðinum í Norðdepli.
Tøkk til samkomuna Hermon í Norðdepli, Hotel
Norð, KJ Hydraulik og starvsfólk á Miðnámi
á Kambsdali fyri fyriskipan og hjálp til ervið í
skúlanum á Fossánesi. Tøkk til familju, vinir,
bygdafólkið og onnur, sum dúgliga vitjaðu og komu
við kakum og øðrum til ervið.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og
peningagávur. Tøkk til Hvannasunds kommunu
fyri íverksetan av kreppuhjálp til børnini. Tøkk til
øll tykkum, sum ikki eru nevnd her, men sum á ein
ella annan hátt hava hjálpt okkum. Og tøkk til øll
tykkum, sum minnast okkum í tykkara bønum.
Síðst, men ikki minst vilja vit takka øllum tykkum,
sum fylgdu Kára til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Irdi og børnini
Tøkk
Hjartans tøkk fyri nærveru, hjálp, stuðul og sýnda
samkenslu, tá elskaða kona, mamma, vermamma og
omma okkara
Nicolina Fríða Skaalum
f. Jacobsen
*11.07.1958 † 26.01.2016
so brádliga og í besta blóma bleiv tikin frá okkum.
Eg hjartans fegin venda vil
aftur har, tá tú var til.
Saman á kærleikans veg,
fylgisveinur, eg sakni teg.
Takk, at eg teg lærdi at kenna,
at tú vildi verða mín vív,
og lívs blómur tínar læt menna,
við kærleika inn í mítt lív.
Tøkk til tykkum, sum á staðnum veittu hjálp og til
starvsfólk á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til systkin, familju, vinir og kenningar fyri
hjálp og stuðul.
Tøkk til starvsfólk og foreldur á Skúlanum á
Fløtum fyri umsorgan.
Tøkk til kirkjutænarar, Sverra Steinhólm prest, og
Tórshavnar Manskór fyri løtuna í Vesturkirkjuni.
Tøkk til tykkum mongu fyri heilsanir og tykkum
mongu í fylgdu Nicolinu til hennara seinasta
hvíldarstað á fold.
Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum og móttøku
í heimi okkara – tá vit ikki megnaðu.
Familjunnar vegna
Andrass
»Hjartans tøkk fyri teg og tað tú var fyri okkum« –
»Vit elska teg meir enn orð kunnu greina«
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara góða mamma, vermamma, og omma
Dagny Udbø Nielsen
Fuglafjørður
*18.11.1931 † 30.06.2016
Andaðist og varð jarða
Takk til heimahjálpurnar og sjúkrasystrarnar
í Fuglafirði, ið vóru um hana, áðrenn hon
fluttið á ellisheimi.
Takk til starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheiminum, fyri góða røkt og umsorgan tey
seinastu árini mamma búði har.
Takk til tykkum, ið tóku ímóti, tá kistan
kom í kirkjuna, og Bernhardinum Mikkelsen
fyri andaktina.
Takk til prestin Marjun Bæk fyri troystarrík orð,
kirkjutænarar, organist, sangarar fyri vakran
Sang, berarar og gravarar.
Takk til tykkum, ið skipaðu fyri,
og bakaðu til ervið.
Takk fyri blómur, kransar og
peningagávur og heilsanir.
Takk til tykkum, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hildur og Finnur
Jórun og Trúgvi
Ommubørnini
Maibrit, Heidi, Halldis og Hans Andrias
gevur bara meira
Fá meira prent
fyri pengarnar
www.nema.fo/oki