hósdagur 18. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016
SOSIALURIN 94
6
við vón um, at hann fór at fáa tað
betur. Støðan bara versnaði og
Barnaverndin metti vera best at
fáa dreingin á barnaheim eina løtu.
Men heldur ikki tað hjálpti.
– Hann búði har í tvey ár, men
støðan var bara verri, tá ið hann
kom heim aftur, tí tey vóru ikki
útgjørd til at taka sær av einum
ungum rúsevnismisnýtara, sigur
Angela Hentze.
Drongurin gjørdist meira og
meira involveraður í kriminella
heiminum og mamman fekk
minni og minni samband. Dagliga
trekti Poul seg longur burtur
frá familjuni, meðan Angela og
familjulimir hennara royndu allar
vegir.
– Hann hevur verið til skips,
verið á Margarinfabrikkini og
havt fleiri ráðgevar umvegis
barnaverndarøkið. Hann hevur
gingið til sálarfrøðing og tað sama
havi eg. Hann hevur verið tikin av
løgregluni fleiri ferðir, men einki
ger mun, sigur Angela Hentze púra
uppgevandi.
Tá Poul skuldi byrjaði í áttanda
flokki var tolið hjá skúlanum uppi.
Poul varð blakaður úr skúlanum.
Og støðan versnaði alsamt.
– Hann byrjaði longu sum 13 ára
gamal at siga, at hann tímdi ikki
tey í flokkinum longur, tí tey vóru
so keðilig. Men veruleikin var, at
hann var tann, sum broyttist, sigur
Angela Hentze.
Snýr seg bara um rúsevnini
Hví hevur Angela og familja
hennara ikki bara tvinga dreingin
úr lívsstílinum og umhvørvinum?
Hví hava tey ikki tvingað hann at
siga, hvørjir bakmennirnir eru?
Tað eru ivaleyst spurningar,
sum mong okkara sita við, tá vit
hoyra søguna hjá Angelu og Poul.
Og Angela suffar, tá ið hon fær
spurningarnar.
– Vit hava øll roynt. Eg haldi øll
í mínari familju hava roynt, hvat
tey kunnu. Men rúsevnini hava
langt síðani tikið yvir. Tey eru tað
einasta, sum hava nakran týdning
fyri hann. Einki annað rínur við,
sigur Angela Hentze.
Angela hevur fingið innlit
í okkurt samskifti millum
Poul og hansara vinfólk innan
kriminella
rúsevnisheimin.
Tendensurin í samskiftinum
vísur innlit í hugaheimin hjá
rúsevnismisnýtarum.
– Tað er óhugnaligt at síggja,
hvussu alt snýr seg um at fáa
fatur á meira rúsevnum. Tað er
tað einasta, sum tey tosa um. Tað
einasta, sum hevur týdning fyri
tey, sigur Angela Hentze.
Eitt annað, sum framgongur
greitt av samskiftinum er, at tey
ongantíð nevna nøvn ella aðrar
upplýsingar um bakmennirnar.
Tey tosa í kotum.
Spurningurin er tó, hvussu tað
ber til, at lítlu Føroyar kunnu dylja
yvir bakmenn gjøgnum fleiri ár.
Hvussu ber tað til, at eingin veit
hvørjir hesir eru, ella at løgreglan
ikki kann fáa fatur á teimum?
– Ja, eg skilji tað heldur ikki.
Men tað vísir seg, at vera trupult
at finna fram til teir, sigur Angela
Hentze.
Tosar seg í hel
Angela og sonur hennara hava bæði
verið knýtt at sálarfrøðingum.
Meðan Poul hevur verið knýttur
at psykiatriini orsaka av óhóskandi
atburðinum frá ungum aldri,
so hevur Angela fingið bjóðað
sálarfrøðiliga hjálp. Men fyri hana
hevur tað ikki gjørt mun.
– Tað var sjálvandi fínasta slag
at tosa um tað, men tað er bara tann
eini trupulleikin. At tos hjálpir
einki uppá støðuna. Trupulleikin
verður ikki loystur við, at eg tosi
um hvussu tað kennist, sigur
Angela.
Hon er týðiliga frustrerað av, at
hjálpin frá Barnaheiminum ikki
hevur verið nóg málrættað.
– Eg ynski ikki at kritisera tað
almennu skipanina, tí tað eru nógv
fólk, sum hava roynt so nógv tey
kunnu. Trupulleikin er bara, at vit
eru ikki úgjørd til at lofta teimum
ungu, sum enda í hesari støðuni.
Ella familjum teirra fyri so vítt,
sigur Angela Hentze.
Sambært
Angelu
hevur
psykiatriin ikki funnið fram
til, at tað er nøkur orsøk til,
at Poul er komin so langt út í
kriminalitetin. Honum feilar
einki, og Angela sigur, at eingin
einstøk hending í barndóminum
ella nøkur forkláring er funnin
uppá, hví hann er blivin so illa
fyri. Hann er intellektuelt væl fyri
og hevur umvegis undirvísing á
Margarinfabrikkini fingið góðar
karakterir í staklærugreinum.
– Man hoyrir summi fólk siga,
at hassj og líknandi ikki skaðar
tey ungu. Eg veit bara tað, at mín
drongur hevur mist sambandi við
øll rundan um seg júst orsaka av
rúsevnunum, sigur Angela Hentze.
Dagliga er Angela bangin.
Bangin fyri, at sonurin nú hevur
tikið ov nógv av rúsevnum, og tí
kanska liggur afturá onkrastaðni
har úti. Hon er bangin fyri, at hann
ongantíð kemur fyri seg aftur. Og
hon er bangin fyri, at rúsevnini
fara at taka lívið av henni, soninum
og familjuni.
– Hetta er ikki eitt lív. Familjan
er í sorið, sigur Angela Hentze
uppgevandi.
Hennara vón í dag er, at
rúsevnismistøðin
fyri
ung,
sum letur upp í næstum, kann
hjálpa Poul burturúr ræðuliga
lívsstílinum. Tí eingin ivi er um,
at tað er tørvur á tí. Bæði heima
hjá Angelu, men eisini hjá øðrum
familjum í Føroyum hevur hetta
verið ein mangulvøra. Hon vónar,
at almennu Føroyar fara at
viðurkenna hendan trupulleikan
og gera meira fyri at lofta teimum,
sum detta niðurígjøgnum almenna
trygdarnetið.
– Eg hevði ynskt tað var eitt
heim, har hann kundi búð og fingið
hjálp dagliga frá serfrøðingum. Tí
vit fáa ikki hjálpt honum heima
longur. Og tað er givið, at fleiri
onnur foreldur og børn eru í hesari
støðuni, sigur Angela Hentze.
Angela vónar tó mest av øllum,
at bakmennirnir fara at kenna
samkenslu og lata Poul og onnur
børn fáa frið.
Trupulleikin er bara, at vit eru ikki úgjørd
til at lofta teimum ungu, sum enda í hesari
støðuni. Ella familjum teirra fyri so vítt